hósdagur 16. apríl 2020síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. APRÍL 2020
SOSIALURIN 37
16
– Eg havi fingið ein serligan lærdóm, tí eg havi arbeitt bæði sum
náttarvørur og í móttøku. Eg havi sæð, hvussu virksemi er frá
gestsins sjónarmiði og síðani tosað við kokkar og tænarar um, hvat
kann gerast betri. Eg hugsaði um at fara í læru sum tænari, men
eg hevði alt ov nógv at gera, so eg havi lært á gólvinum ístaðin,
sigur John Mikkelsen, dagligur leiðari á fleiri matstovum í Havn
ANNIKA KUNOY IM
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
– Ein tænari skal føla seg sum ein
vert. Tað skal kennast, sum eru
gestirnir í matstovuni komnir
heim at vitja ein sjálvan, har
man kann taka í hondina, tosa
við og hjúkla um teir, sigur 45
ára gamli havnarmaðurin John
Mikkelsen, sum seinastu tvey
áratíggjuni hevur starvast innan
tænastuvinnuna hjá samtakinum
Gist og Vist í Havn.
Hann byrjaði sum náttarvørur
í 2001, og hann hevur síðani roynt
eitt sindur av hvørjum og soleiðis
arbeitt seg til vaksandi royndir
og ábyrgd. Í dag er han dagligur
leiðari í matstovunum heima í
Havn. Hesar fevna um Áarstovu,
Fútastovu, Barbara, Ræst og Mikk
eler Tórshavn.
Hesar matstovurnar eru væl
umtóktar, og tað koma vanliga
nógvir gestir á gátt. Hóast nógvir
av gestunum eru føroyingar, eru
tey flestu vitjandi ferðafólk.
– Tá koronakreppan rakti,
komu avlýsingarnar frá útlend
ingum ein fyri og onnur eftir.
Summi av teimum, sum høvdu
borð í apríl og mai fluttu bílegg
ingina til september ella oktober,
meðan onnur avlýstu, sigur John
Mikkelsen.
– Tá tilmælini frá landsins
myndugleikum komu, vórðu
matstovurnar heima í Havn
stongdar, og øll okkara starvsfólk
send heim. Samtakið er stórt, og
mælt verður til, at fólk ikki savn
ast í stórum bólkum, og hetta
virða vit 100 prosent, sigur John
Mikkelsen, sum er ein av tveimum
tænarum, ið enn er til arbeiðis hjá
Gist og Vist samtakinum.
Øðrvísi gerandisdagur
Arbeiðsdagurin hjá John er
rættiliga nógv broyttur frá at
atbeiða seinnapartar og langt
út á kvøldarnar, tekur hann nú
ímóti og avgreiðir bíleggingar út
av húsinum. Um dagin er hann í
matstovuni Bitin, og um kvøldið
er hann í Etika. Við frástøðu.
– Hetta er langt frá tí, sum eg
vanliga geri. Og eg sakni at vera
tann, eg eri, sigur hann.
– Nú arbeiði eg við viðmæltu
frástøðu, og eg selji yvir ein
dysk. Sjálvsagt sakni eg at práta,
TEMA: Keyp føroyskt
Í tænastuvinnuni a
Tað eru fáir
býir í heiminum,
sum hava so
fjølbroytt úrval
av matstovum
á so høgum
støði í mun til
íbúgvatalið.
Tað hevur verið
ein spennandi
tilgongd, og eg
eri vorðin bitin
av tí