Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-04-16, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. apríl 2020síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. APRÍL 2020 SOSIALURIN 37 17 vísa vertskap og nærleika, sigur hann og greiðir frá, at tað er ein heilt serligur stemningur, tá væl­ umtóktu matstovurnar heima í Havn eru fullar av gestum, og fólk hugna sær og slappa av. Tað er stórur munur á at ar­ beiða í matstovum, har gestir koma at hugna sær og fáa eina heild­aruppliving við umhvørvi, mati og drekka til síðani at selja mat út av húsinum. Bitin og Etika brúka eina on­ line-skipan til at selja mat út av hús­inum, sum er sera góð, heldur hann, tí hon er skjót og effektiv í og við, at kundin bíleggur og rind­ ar online, áðrenn maturin verður heint­aður. Síðani fær kundin eitt tíðspunkt og kann síðani koma at heinta matin tá. Tað hevur hóskað sera væl til hesa tíðina, soleiðis at tilmælini um frástøðu eisini verða hildin. Skipanin koyrir eisini skjótt, og av tí at matstovurnar eru lukk­aðar, so ber til hjá kokkinum at gera meir mat at selja út av hús­ in­um, tí einki verður frameitt til at eta inni. – Vit hava havt stóran eft­ir­ spurn­ing, og vit hava merkt, at tað hevur verið ein ágóði at havt eina framkomna skipan í hesum døg­um, sigur hann. Óvist er enn, nær matstovurnar heima í Havn lata upp aftur, tí virksemi eisini er tengt at ferða­ fólki. – Vit taka tað, sum tað kemur, men tað gongur heilt víst ein tíð enn, sigur hann. Í tænastuvinnuni av tilvild – Eg byrjaði sum náttarvørur á Hotel Føroyum í juli í 2001. Ætl­ anin var, at tað skuldi vera eitt fyribils starv, inntil eg fann útav, hvat eg skuldi lesa víðari. Men eftir at ein tíð var liðin, fór eg at arbeiða í móttøkuni í dagtímunum, og í 2006 varð eg yvirtænari, sigur John Mikkelsen um starvsleiðina, sum hann av tilvild endaði á fyri knøppum 20 árum síðani. Hann hevur arbeitt hjá Gist og Vist øll hesi árini – men heitini hava verið ymisk. Hann hevur verið á Hotel Føroyum, leiðari á Hvonn og Etika, og síðani 2012 hevur hann tikið sær av matstovunum heima í Havn. Áarstova lat upp í 2011, Barbara í 2014, Ræst í 2016 og síðani Fútastova í 2017. – Eg havi verið har frá gólvinum av, sigur John Mikkelsen, sum eftir nøkur ár varð sannførdur um, at hetta var tað, hann ynskti at brúka arbeiðslív sítt til. – Eg havi fingið ein serligan lærdóm, tí eg havi arbeitt bæði sum náttarvørur og í móttøku. Eg havi sæð, hvussu virksemi er frá gestsins sjónarmiði og síðani tosað við kokkar og tænarar um, hvat kann gerast betri. Eg hugsaði um at fara í læru sum tænari, men eg hevði alt ov nógv at gera, so eg havi lært á gólvinum ístaðin, greiðir hann frá. – Tað var serliga eftir at KOKS lat upp, at útviklingin av útboðum av matstovum í Føroyum eksplod­ eraði. Tað eru fáir býir í heiminum, sum hava so fjølbroytt úrval av matstovum á so høgum støði í mun til íbúgvatalið. Tað hevur verið ein spennandi tilgongd, og eg eri vorðin bitin av tí, sigur hann frá. Serligan vínáhuga í arbeiði sínum sum vertur hevur John Mikkelsen útviklað ein serligan áhuga í víni og er við tíðini vorð­in ein sannur vínkennari. Hann greiðir frá, at tað er vorðið alsamt meir vanligt hjá føroy­ing­ um at njóta vín afturvið mati, og at eftirspurningurin og væntanirnar eru vaksandi. Fyri eini tíggju árum síðani var ein stórur vøkstur í føroyska mat­ stovupallinum og føroysku ferða­ vinnuni, og um sama mundi var ein lítil kreppa innan vínsølu í Dan­mark. – Tá fingu vit samband við góð­ar útvegarar av víni, tí sølan av víni vaks eisini í tráð við, at ferða­fólkatalið vaks og prísirnir fullu, sigur hann. Eini tvær ferðir um árið er John Mikkelsen saman við øðrum frá Gist og Vist á ferð og vitjar vín­ garðar í ymiskum londum. – Tá uppliva og royna vit vín frá morgni til myrkurs, og soleiðis vaksur tilvitanin um vínið eisini. Tað er umráðandi, tí gestirnir á matstovunum hjá okkum vilja hava góðsku og gott úrval, sigur hann. Men eitt er at vitja Frakland og onnur lond, ið framleiða vín, men matstovurnar heima í Havn eru føroyskar, og vínið skal eisini passa til matin og klimaði her. – Tí er tað eisini umráðandi hjá okkum, at vínframleiðarir vitja okkm. Tað kalla vit “Winemaker dinner” og tað er ein máltíð, har vitjandi frá vínhúsunum koma at seta saman vínlistan til mat­ skránna í samstarvi við kokk­ arnar, sigur hann. –Tað er ein spennandi partur at seta vín til matin. Ymiskt verð­ ur roynt, tí tað skal passa til før­ oyska matin. Kokkarnir spæla ein stóran leiklut eisini, og alt fer í eina hægri eind, tá tú sleppur at greiða gestunum frá bæði víni og mati. Tá verður tað ordiliga skeg, sigur hann. Men sum støðan er nú handar John Mikkelsen framhaldandi mat yvir dyskin í eina tíð, og einki vín verður selt – sera langt frá tí, sum hann vanliga ger. – Eg sakni at gera tað, sum eg vanliga sleppi at gera, sigur hann vónríkur. v tilvild Alt fer í eina hægri eind, tá tú sleppur at greiða gestunum frá bæði víni og mati. Tá verður tað ordiliga skeg Eg sakni at gera tað, sum eg vanliga sleppi at gera