Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-04-16, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. apríl 2020síða 25

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. APRÍL 2020 SOSIALURIN 37 25 VILMUND JACOBSEN Í stóru sølubúðini hjá Kemi­ lux á Hjalla 14 í Havn hava tey havt úr at gera í hes­um korona-tíðum, nú nógv fólk hava verið heima og í størri mun hava tikið sær onnur ting fyri. Seinasta tíðin hevur verið merkt av, at privatfólk, fyritøkur og stovnar hava keypt nógv meira spritt enn nakrantíð áður, og soleiðis hava handverkarar, fyri­tøkur og stovnar eisini keypt nógv meira av hondvaski, pappír­automatum og pappíri til auto­mat­irnar. Pappírautomatirnar, sum Kemilux selur, eru av merkju­ num Katrin og Tork. Sølan av wc-pappíri hevur neyvan nakrantíð verið størri enn seinastu vikurnar. Í samband við korona- smittuna, hava eisini tey hjá Kemi­lux verið noydd til at skipa seg øðrvísi enn annars, bæði í framleiðsluni og í sølubúðini á Hjalla, og hetta hevur sjálvsagt eisini havt sínar avbjóðingar. Bæði upp og niður Nú fólk hava verið meira við hús enn vanligt, hevur hetta eisini merkt søluna hjá Kemilux av eitt nú vaskievnum, vaskiamboðum og gróðurreinsi. Sosialurin hevur hugt fram við á søludeildini á Hjalla, og her hittu vit Biritu Hansen, sølu­ fólk og Julietthe Hansen, sum starvast í handlinum. - Her hevur verið nógv at gera í handlinum seinastu vikurnar, og vit hava eisini sæð á søluni, at fólk hava brúkt ein part av tíðini heima við hús til reingerð, bæði innan-og uttandura. Við­skifta­ fólk hava dúgliga keypt okkara universalsápu, sum sum vit rópa upp & niður-vask, grønsápu, og fólk hava eisini keypt gróður­ reins til uttandurabrúk, bæði við klori og uttan klor. Hava alt til reingerð Tær báðar vísa á, at Kemilux, um­ framt vaskievni til húsar­hald, skrivstovur, skúlar og stovnar, sjálvsagt eisini hevur vaski­evni til reingerð av virkjum og skipum, og til skipini hevur fyri­tøkan eisini sonevndu skips­moppuna. - Vit hava snøgt sagt alt til alla reingerð, bæði sápu, moppur og vaskivognar. Tvey merki eru av vaskimoppum, Vikan og Gipeco. Birita Hansen og Julietthe Hansen vísa á, at upp & niður- vask fæst bæði við ymiskum anga og uttan anga. - Flestu keypa vaskievni og hond­sápu við anga, men tað vísir seg, at tey yngru fara meira og meira eftir tí við ongum anga, tí tey vilja vera meira um­ hvørvisvinarlig. Kemilux hevur eisini í mong ár framleitt grønsápu, sum tær báðar halda riggar serliga væl til træ, men eisini til onnur gólv, vegg­ir og annað. Stórt og smátt Tað, sum serliga hevur mert sølubúðina hjá Kemilux á Hjalla hesa seinastu tíðina, er, at nógvir privat­kundar hava verið inni á gólvi­num. - Privatkundaskarin er ein stór­ur marknaður hjá okkum, bæði í samband við reingerð, men eisini, tá ræður um aðrar vør­ur, sum eitt nú arbeiðsklæði, ið vit selja. Hinvegin hava vit eisini stórar avtalur við eitt nú virkir, stovnar og kommunur um veitingar av okkara vørum og framleiðslum, siga Birita Han­ sen og Julietthe Hansen. Seinastu tíðina hevur Kemi­ lux ikki havt síni sølufólk úti vegna smittuvanda, og tískil hava sølu­fólkini samskift og selt um tele­fonina. Kemilux tekur umhvørvi og burðardyggleika í størsta álvara, og hetta er ein náttúrligur partur av virkseminum. Sum framleiðsluvirki setir Kemilux strong krøv til sín sjálvs og lýkur strangastu altjóða krøv og góðkenningar. FAKTA Kemilux á Hjalla hevur alt til reingerð - Her hevur verið nógv at gera í handlinum seinastu vikurnar, og vit hava eisini sæð á søluni, at fólk hava brúkt ein part av tíðini heima við hús til reingerð, bæði innan-og uttandura, siga Birita Hansen og Julietthe Hansen í sølubúðini á Hjalla Birita Hansen, sølufólk og Julietthe Hansen, sum starvast í stóru sølubúðini hjá Kemilux á Hjalla TEMA: Keyp Føroyskt