hósdagur 16. apríl 2020síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. APRÍL 2020
SOSIALURIN 37
26
VILMUND JACOBSEN
A
t fá ella eingi út
lendsk
ferðafólk
kunnu væntast til
Føroya í summar,
fer sjálvsagt at merkjast hjá
handils-og matstovuvinnuni í
høvuðsstaðnum, umframt hjá
øðrum vinnum, sum hava veit
ingar til ferðafólk.
Hjólini skulu mala
Í Tórshavnar býráð liggja
handils-og ferðavinna undir
vinnumálum, og formaður í
vinnunevnd býráðsins er Bogi
Andreasen.
- Eg fegnist um, at vit í
býráðnum kunnu draga somu
línu um ymiskar smærri verk
ætlanir, sum kunnu fremjast
kring um í kommununi, soleiðis
at eisini teimum smærru hand
verksfyritøkunum kann vera lív
lagað.
Bogi Andreasen vísir á, at
Tórshavnar kommuna eigur
fleiri enn 170 bygningar, størri og
smærri, kring um í kommununi,
og kommunan er væl fyri.
- Eg fegnist um, at vit í ymisku
nevndunum kunnu semjast um
at seta gongd á ymiskt virksemi,
sum kann hava stóran týdning
fyri okkara handverkarar, sam
stundis sum fleiri av hesum
arbeiðum ikki nýtast at kosta so
ógvuliga nógv. Fleiri av okkara
bygningum krevja viðlíkahald
og ábøtur, og tað tænir sjálvsagt
eisini kommununi, at hond
verður tikin um hesar ognir.
Bogi Andreasen vísir á, at
kommunan hevur samtykt
nakrar verkætlanir, og í býráð
num hava tey eisini arbeitt við at
avgreiða nøkur byggiloyvi, sum
vinnan hevur bíðað eftir, tó at
eisini býráðið hevur verið rakt
av sjúku og sóttarhaldi, nú far
sóttin hevur herjað.
- Eg eri fegin um tað samstarv,
vit hava fingið við minnilutan í
býráðnum, har vit hava tosað
okkum til sættis um ymisk mál,
ið ikki eru so komplisera, og
sum kunnu fremjast í verki, nú
støðan er vorðin so serstøk.
Formaðurin í vinnunevndini
sigur, at býráðið er bevíst um
at gera sítt til, at hjólini fram
haldandi kunnu mala í høvuðs
staðnum.
Bæði stórt og smátt
Tórshavnar kommuna hevur
eisini bjóðað út bátahylin, sum
ætlanin er at byggja í Álakeri,
og her eru fimm enreprenørar,
sum ikki eru so stórir í vavi, bjóð
aðir at geva síni boð upp á hesa
verkætlan.
Bogi Andreasen ásannar, at
verkætlanin í Álakeri kortini er
ein av teimum størru, tí hetta
er eitt arbeiði, sum helst fer at
kosta stívliga 25 miljónir krónur.
- Her eru ikki teir størstu veit
ararnir í landinum bodnir við,
leggur hann aftrat.
Formaðurin í vinnunevndini
sigur, at Tórshavnar kommuna,
sum kunnugt eisini hevur aðrar
stórar verkætlanir í gongd, har
nógv tann størsta er Skúlin á
Fløtum.
- Vit arbeiða eisini við øðrum
stórum verkætlanum, og millum
hesar er so nýggja svimjihøllin,
sigur Bogi Andreasen.
VILMUND JACOBSEN
T
að er eingin ivi um,
at ferðavinnan hevur
stóran týdning fyri
handils-og matstovu
vinnuna í høvuðsstaðnum.
Bogi Andreasen, sum er for
maður í vinnunevndini í Tórs
havnar kommunu, sigur, at hann
vil gera sítt til, at kommunan í
summar kann gerast enn meira
attraktiv hjá øllum føroyingum
at vitja.
- Vit mugu bara ásanna, at
summarið 2020 verður at ferðast
í egnum landi - og ikki í sama
mun sum áður ímillum lond.
Vit vilja tískil gera umstøðurnar
í høvuðsstaðnum enn betri, enn
tær eru í dag, og hetta eru arbeiði
og verkætlanir, sum mugu setast
í gongd sum skjótast.
Bogi Andreasen vísir á, at
kommunan hevur brúk fyri
øllum góðum hugskotum um,
hvat kann gerast fyri at lyfta enn
meira undir okkara heimligu
ferðavinnu.
- Málið hjá okkum verður at
gera tað enn hugnaligari hjá øll
um føroyingum at vitja høvuðs
staðin, soleiðis at hetta eisini kann
gera mun hjá bæði handils-og
matstovuvinnuni í býnum.
Spyrja borgararnar
Vinnunevndarformaðurin
væntar, at tey fara at skipa so
leiðis, at borgarar í kommununi
fáa høvi at geva sín boð upp á,
hvat tey halda kann gerast, og
haraftrat setir Bogi Andreasen
sítt álit á, at Visit Tórshavn
eisini kemur við fleiri góðum
hugskotum, sum tey altíð eru
so ófør til.
- Vit eiga ógvuliga nógvar
gøtur kring um, og eg kundi
hugsað mær, at støð vórðu gjørd
ymsastaðni, har fólk kundu sitið,
og kanska kundi onkustaðni
eisini verið grillstaðir.
Bogi Andreasen fegnast eisini
um tað arbeiði, sum skótarnir
gera í Havnardali, har arbeitt
verður við tjaldingarøki og bál
staði, sum ætlandi verður klárt
í summar.
- Endamálið er, at umstøður
nar til frið og hugna og njótan
av okkara vøkru náttúru verða
gjørdar enn betri og hugna
ligari, sigur formaðurin í vinnu
nevndini hjá Tórshavnar kom
munu.
Fleiri fríøki í kommununi
Í Tórshavnar kommunu ætla tey ikki at seta seg afturá, nú líkt er
til, at fá ella eingi útlendsk ferðafólk koma á vitjan í summar
Tórshavnar kommuna hevur
sett sær fyri at seta ymisk
arbeiði í verk fyri at styrkja
handverksvinnuna og heimligu
ferðavinnuna, nú líkt er til,
at árið 2020 verður uttan
stórvegis útlendsk ferðafólk
- Vit vilja gera okkara til
at virksemi heldur fram
TEMA: Keyp Føroyskt