Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-04-16, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. apríl 2020síða 27

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. APRÍL 2020 SOSIALURIN 37 27 TEMA: Keyp Føroyskt VILMUND JACOBSEN F iskavirkið Norðfra í Leir­vík selur umleið 80 pro­sent av sínari fram­leiðslu í Føroyum, meðan hini umleið 20 prosentini verða seld í Danmark, har tveir fiska­bilar koyra runt landið við leskiligum føroyskum fiska­vør­ um. Jógvan Martin Hansen á Norðfra sigur, at sølan í Dan­ mark, har felagið hevur selt før­oyskar fiskavørum nú í hálvt triðja ár, gongur beint upp eftir, sum hann tekur til. - Ikki minst, nú danska sam­ felag­ið eins og meginparturin av heimi­num hevur verið raktur av korona-farsóttini, er sølan nógv økt. Fólk fáa jú vørurnar koyrdar til dyrnar, og hetta vísir seg at vera ein háttur, sum riggar sera væl. Umframt, at Norðfra Danmark hevur tveir fiskabilar, sum eftir ávísari skipan koyra um meginpartin av danska fastlandinum, verða fiskavørur hjá Norðfra eisini seldar í ávísum Quickly og Spar- handlum í Danmark. Privatkundar Tað, at matstovuvinnan hevur ligið í andaleypi hesar seinastu vikurnar, hevur soleiðis ikki minkað um søluna hjá Norðfra í Danmark, tí meginparturin eru privat viðskiftafólk, ið bíleggja sær vørur, sum síðan verða koyrd­ar til dyrnar. - Vit røkka alt Danmark, har tað er landafast, og fiska­ bilur hjá Norðfra er eitt nú í Keypmannahavn hvønn miku­ dag og á Jútlandi hvønn týsdag. Síðan verður koyrt kring um landið, umframt at koyrt verður eisini eftir tørvi. Jógvan Martin Hansen vísir á, at nógvir stovnar í Danmark bjóða út veitingar av eitt nú mat­ vørum yvir nøkur ár, og tískil kann tað í løtuni vera trupult at sleppa inn á tann marknaðin. - Men, vit hava fleiri føroyskar kokkar í Danmark, og tað eru soleiðis fleiri smærri støð, sum keypa føroyskar fiskavørur frá Norð­fra. Hann sigur, at tað serliga eru privatkundar, sum keypa fiska­ vørur. - Vit vita, at tað eru nógvir før­oy­ingar í Danmark, sum keypa vørur frá okkum, og vit vita eisini, at tey eru mong, sum kenna føroyingar, sum keypa vørur frá okkum, sum eisini eru farin at keypa føroyskt. Jógvan Martin Hansen sigur, at bilarnir í Danmark mangan koyra langar dagar, og tað er ikki so sjáldan, at dagurin byrjar klokkan 04 um morgunin og endar klokkan 20. - Norðfra Danmark hevur eisini roykjarí í Danmark, har føroyski laksurin verður royktur og seldu viðskiftafólki kring landið. Tað primera Norðfra í Leirvík hevur ein hóp av góðum fiskavørum í sínum út­boði. - Tær primeru vørurnar hjá okkum vera virkaðar úr toski og hýsu, og okkara brand er, at hetta er alt úr daggomlum útróðr­arfiski. Jógvan Martin Hansen ásann­ar, at føroyskur laksur er eitt ógvuliga sterkt brand í eitt nú Danmark, og tað ger allan mun­in fyri keyparar í Danmark, at talan er um føroyskan laks. - Fólk, sum keypa fiskavørur frá okkum, kunnu brúka net­ handilin, men tað eru eisini nógv, sum velja at ringja, og tað eru tey hjartaliga vælkomin til, leggur hann aftrat. Selja 80 prosent í Føroyum - Sølan á danska marknaðinum er nógv vaksin undir korona- kreppuni, sigur Jógvan Martin Hansen hjá Norðfra