hósdagur 16. apríl 2020síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. APRÍL 2020
SOSIALURIN 37
28
TEMA: Keyp Føroyskt
VILMUND JACOBSEN
R
oyndin hjá Sjógæti á
Eiði at keypa ókruvd
an útróðrarfisk riggar
væl, og tað eru út
róðrarmenn, sum soleiðis selja
fiskin til felagið, ið siga, at teir
høvdu ikki tímað aftur til gomlu
skipanina við kruvdum fiski.
- Hetta eru serliga menn, sum
eru einsamallir á báti. Tað tekur
tíð at kryvja fiskin, og tað er ikki
ókent, at fiskurin kann liggja ov
leingi ókruvdur. Serliga er hetta
ein trupulleiki, tá lýggja er í
veðrinum.
Tað sigur Hans Marius í Byrgi,
stjóri í Sjógæti.
Hann vísir á, at størsti fyri
munurin við at keypa ókruvdan
fisk, er, at fiskurin er nógv betri
til dygdar, og haraftrat kann alt
úr fiskinum fáast til høldar.
- Teir, sum selja ókruvdan
fisk til Sjógæti, hava sínar reglur
at ganga eftir, har fiskurin
beinanvegin verður blóðgaður
niður í ísvatn.
Stjórin í Sjógæti sigur, at tað
kann vera ein munur á, tá tveir
ella tríggir mans eru á báti, tí
tá eru náttúrliga fleiri, sum
kunnu taka sær av fiskinum
við at blóðga, kryvja og ísa, sigur
stjórin.
Bestu fiskavørur
Sum øllum kunnungt, er Sjó
gæti veitari av nógvum ymisk
um fiskavørum til føroyska
marknaðin, og tað er dag
gamli útróðrarfiskurin, sum er
grundarlagið undir hvítfiska
framleiðsluni hjá virkinum.
- Vit koyra eftir fiskinum, har
bátarnir, sum eru við í avtaluni,
koma at landi, leggur Hans
Marius í Byrgi aftrat.
Hann vísir á, at nú korona-
kreppan herjar, hava tey
á virkjunum hjá Sjógæti -
ávikavist við Norðskála og á
Eiði - havt somu avbjóðingar
sum onnur.
- Men, vit royna sum best, og
vit royna at bera høvdið høgt,
sigur hann.
Á virkinum við Norðskála
fáast tey á Sjógæti við feskan
og royktan laks, meðan øll hini
tingini við hvítfiskaframleiðslu
og nú eisini royking av pelg
iskum fiski - makreli og sild -
fara fram á Eiði.
- Umframt laksin, hava vit
eisini okkara sølubúð við Norð
skála, sigur stjórin.
Kalvasalat sum brand
Umframt at vera veitari av
alskyns fiskavørum til føroyska
marknaðin, hevur Sjógæti eisini
tveir fisk & kips bilar, sum koyra
og selja kring landið, og hetta er
eitt annað bein hjá fyritøkuni at
standa á.
- Vit selja væl av nógvum
ymiskum vørusløgum á før
oyska marknaðinum, men skal
eg taka nakað burtur úr, sum
gongur fantastiska væl, er tað
kalvasalatin, ið er vorðin eitt
veruligt brand hjá Sjógæti.
Hans Marius í Byrgi sigur, at
av nýggjum virksemi hjá fyri
tøkuni eru lidnir døgurðarættir
á køl, har Sjógæti hevur tríggjar
variantar, sum hann tekur til.
- Hetta eru lutfalsliga bíligir -
men eisini góðir - døgurðarættir,
leggur stjórin aftrat.
Kalvasalat gongur
sum heitt breyð
- Skal eg taka nakað burtur
úr okkara konsepti, sum
gongur fantastiska væl, er tað
kalvasalatin, ið er vorðin eitt
veruligt brand hjá Sjógæti, sigur
Hans Marius í Byrgi, stjóri