týsdagur 21. desember 2004síða 18
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 244 - 21. desember 2004
JÓLAHUGNI
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Týsdagin 21. desember – í
dag – fáa børn í Runavíkar
kommunu vitjan av jóla-
skipi.
Skipið leggur at klokkan
18 í bátahylinum í Heiðun-
um við gamla handilin hjá
Olivari, har tiltakið "Gomul
Jól í Heiðunum" er.
Jólamaðurin og fleiri av
hansara hjálparfólkum eru
við umborð á jólaskipinum.
Tey eru í jólahýri og hava
óivað okkurt gott við til
børnini. Møguliga verður
eitthvørt
spennandi
at
síggja eisini.
Gomul jól…
Tiltakið, "Gomul Jól í
Heiðunum", verður eisini í
kvøld, og øll eru hjartaliga
vælkomin at vitja inn á
gólvið í Gamla Handlinum
hjá Olivari, har Orkis hevur
jólasølu og á Gamla neysta-
loftinum, har skótarnir hava
hugnaliga kafé.
Fólk kunnu eisini keypa
sær eitt jólatræ heim við frá
skótunum. Jólatrøini verða
seld uttanfyri neystið.
Jólavikan…
Handlarnir, sum eru í
Handilsmiðdeplinum
í
Runavíkar kommunu, hava
opið til kl. 20.00 hvørt
kvøld til jóla og til kl. 22.00
lítla jólaaftan.
- Øll eru hjartaliga væl-
komin at vitja okkum í
Runavíkar kommunu, siga
tey á Kunningarstovuni í
Saltangará.
Jólaskip vitjar í Runavíkar kommunu
Í kvøld klokkan 18 kemur jólaskip á Runavík – við jólamanni og fleiri hjálparfólkum
Tað er ongantíð ov
seint at uppliva nak-
að. Hetta er túrurin
hjá Richardi Jacobsen
til Danmarkar eitt
prógv um. Sum 93 ára
gamal er hann fyrstu
ferð farin út um
landoddarnar, og fyri
fyrstu ferð í lívinum
hevur hann sitið í
einum toki
ÚTFERÐARHUGUR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
- Mær dámdi ógvuliga væl
at flúgva. Hetta var ein
frálíkur túrur, og eg bleiv
væl uppvartaður av frynt-
ligu starvsfólkunum í flog-
farinum, sigur 93 ára gamli,
Richard Jacobsen.
Sosialurin hevði sent fólk
at taka ímóti bóndanum í
Kongsstovu í Nólsoy, tá ið
hann kom til Keypmanna-
havnar.
- Eg sat so væl í flogfar-
inum, og eg føldi meg so
væl. Tað var ógvuliga be-
hagiligt, og tað var ein ser-
støk kensla at sita í einum
flogfari yvir skýggjunum
og so høgt uppi yvir land-
jørðini.
Fyrstu ferð
Hóast Richard er 93 ára
gamalur, er hetta fyrstu
ferð, at hann er farin út um
landoddarnar. Herfyri var
hann í Havn og fekk sær
pass, sum er fyrsta passið,
hann nakrantíð hevur átt.
Richard valdi sær eitt ES-
pass.
Sosialurin tosaði við
Richard stutt fyri middag í
gjár, tá ið hann gott og væl
var komin uppá pláss í
Slagelse, har hann fer at
halda jól saman við bygdar-
manninum, Rúna, sum var
við á ferðini niður.
Tað var Rúni, sum saman
við bróðrinum, Bárði, hev-
ur hjálpt Richardi í Kongs-
stovu á garðinum í mong ár,
sum bjóðaði tí 93 ára gamla
niður at halda jól saman við
honum, konuni og børnun-
um.
Heidi, sum er konan,
lesur í Danmark, meðan
Rúni og bróðurin hava bát
og rógva út í Nólsoy.
Alt gekk væl
Richard sigur, at alt hevur
gingið væl á ferðini úr
Føroyum til Slagelse – og
fyri fyrstu ferð í lívinum
slapp hann eisini at koyra í
toki.
- Vit koyrdi í toki úr
Keypmannahavn til Slagel-
se. Hetta tók umleið ein
tíma, og mær dámdi væl at
koyra í tokinum.
Richard sigur, at tað er
friðarligt í Slagelse, har tey
verða um jólini.
- Her hoyrist einki, og her
er gott at vera, sigur hann.
Spurdur, hvat tey annars
fara at gera, nú hann fyri
fyrstu ferð er uttanlands,
sigur hann, at ætlanin er at
fara ein túr til Keypmanna-
havnar at síggja seg um.
- Hetta verður eitt uppliv-
ilsi, og eg eri fegin um, at
eg tók av og fór hesa ferð-
ina, sigur bóndin í Kongs-
stovu í Nólsoy, sum kemur
heimaftur úr Danmark við
flogfari, 3. januar.
93 ára gamli, Richard Jacobsen:
– Tað var so deiligt at flúgva
Her er Richard Jacobsen
komin til Keypmanna-
havnar. – Alt hevur
gingið væl, sigur 93 ára
gamli nólsoyingurin.
Mynd: Símun A.
Hansen
- Eg sat so væl í flogfarinum, og eg føldi meg so væl. Hetta var ógvuliga behagiligt, og tað var
ein serstøk kensla at sita í einum flogfari yvir skýggjunum, sigur Richard Jacobsen
Mynd: Símun A. Hansen