týsdagur 21. desember 2004síða 18
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SAMRØÐA
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík:
– Tyrluvanlukkan
fyllir nógv í mínum lívi enn tann
dag í dag. Eg hevði ikki trúð tí,
men eg hugsi rættiliga ofta um
vanlukkuna og hatta kvøldið, vit
vóru til arbeiðis. Serliga tá eg
eri til arbeiðis á skurðdeildini,
sigur Jónbjørg Josephsen.
Tað eru altíð tvær narkosu-
sjúkrasystrar til arbeiðis á
skurðdeildini, og hetta desemb-
erkvøldið í 1992 vóru Jónbjørg
og Torgerð til arbeiðis. Hetta var
seinastu ferð tær arbeiddu
saman, tí Torgerð var ein av
teimum, sum var við tyrluni, tá
hon datt niður.
Jónbjørg fekk øgiliga ringa
samvitsku eftir vanlukkuna,
men sigur, at í dag hevur hon
megnað at leggja tað so mikið
aftur um seg, at tað ikki er
nakað, sum hon hugsar um til
dagligt.
Jónbjørg sigur tó, at tað er
ongin ivi um, at vanlukkan á
Borðoyavík er tað svárasta, hon
hevur verið úti fyri, síðani hon
varð útlærd sum sjúkrasystir í
1965.
Vanlukkan er ikki í hennara
tonkum hvønn dag longur, men
tá hon fylgir líki út í kirkjugarð-
in úti í Grøv ella er har á leið, og
tyrlan kemur, tá leita tankarnir
altíð aftur til tey, ið lótu lív í
vanlukkuni, sum neit so fast hjá
so mongum menniskjum.
---
Nógv var at gera á skurðdeildini
á Klaksvíkar sjúkrahúsi hendan
desember dagin í 1992. Bert ein
góð vika til jóla, og nógvar
skurðviðgerðir vóru at fáa frá
hondini. Jónbjørg og Torgerð
høvdu verið til arbeiðis allan
dagin. Nakað út á seinnapartin
fingu tey ein vánaligan sjúkling
inn á deildina. Tey arbeiddu upp
á hann longi, men tað stóð ikki
væl til.
Svenski yvirlæknin, sum tá
arbeiddi í Klaksvík, gjørdi av at
flyta sjúklingin til Landssjúkra-
húsið, tí har var útgerðin betri til
at arbeiða til tílíkum sjúkling-
um. Veðrið var gott, og gjørt
varð av at flyta sjúklingin við
tyrlu, tí ikki varð mett, at hann
fór at klára túrin suður til Havn-
ar við sjúkrabilinum.
Jónbjørg greiðir frá, at tað er
vanligt, at tann sjúkrasysturin,
sum hevur forvakt, fer við, tá
sjúklingur skal flytast. Men tað
er eisini vanligt, at sjúkrasystr-
arnar avtala sínámillum hvør
skal fara við.
– Torgerð segði beinanvegin,
at hon skuldi fara, um hon kundi
hon sleppa frá at fara við sjúkra-
bilinum eina aðru ferð, tí hon
gjørdist so øgiliga koyrisjúk,
greiðir Jónbjørg stillisliga frá,
meðan hon hyggur út.
Alt varð síðani riggað til, og
tey fóru avstað við sjúklingin-
um. Torgerð, ein danskur lækni,
sum bert var komin til Føroya at
loysa av í 14 dagar og tríggir
flogskiparar vóru við tyrluni.
---
Jónbjørg og hini, sum eftir vóru,
ruddaðu so upp á skurðstovuni
og tóku alt upp. Síðani fór
Jónbjørg heim. Hon hevði ætlað
sær at bíða eftir teimum, tí hon
visti, at flogskipararnir á tyrluni
plagdu at vera so elegantir at
bjóða seg til at flúgva starvsfólk
frá sjúkrahúsinum aftur til
Klaksvíkar eftir ein sjúklinga-
flutning.
– Eg undraðist eitt sindur yvir,
at tað tók so langa tíð, men gav
mær kortini ikki meiri far um
tað. So eg fór heim tá einaferð
aftan á midnátt, greiðir Jónbjørg
frá.
Um hálvgum tvey tíðina
vaknaði hon av telefonini. Tað
var tann kirurgiski yvirlæknin,
sum boðaði frá, at tyrlan var
dottin niður.
Alt fór at mala í høvdinum á
Jónbjørg. Hon visti als ikki, hvat
hon skuldi hugsa. Læknin, sum
bar boðini, kendi ikki til sjúk-
lingaflutningin, so hann var
púra skelkaður. Og eina løtu
valdaði kaos, tí ongin visti
nakað at siga.
– Fyrst var tað ikki greitt um
tað vóru tey ella um tey vóru
komin til Havnar við sjúkling-
inum ella ikki, so alt var øgiliga
óvist, og tað var ræðuligt, sigur
hon.
Jónbjørg fór beint av songini
og út á sjúkrahúsið. Tá hon kom
hagar, var tað greitt, at sjúkling-
urin var komin á Landssjúkra-
húsið í øllum góðum, og tyrlan
var dottin niður á veg aftur til
Klaksvíkar
við
læknanum,
sjúkrasystrini og trimum flog-
skiparum.
---
Jónbjørg fekk samvitskubit av
álvara. Hon bleiv við at hugsa
um, hví tað skuldi verða hin
sjúkrasysturin og ikki hon sjálv.
– Eg hevði nakað so forferdi-
liga ringa samvitsku, uttan tó at
eg fekk gjørt nakað. Men tað tók
rættiliga langa tíð at fáa tað upp
á avstand, og eg hugsi um tað til
tíðir enn, sigur hon syrgin á
málinum og leggur afturat, at
Torgerð var so nógv yngri, átti
lítið barn og tí helt Jónbjørg, at
tað hevði verið rættvísari, um
tað var hon sjálv, sum var farin
og ikki Torgerð. Eisini heldur
hon, at tað at sjúklingurin seinni
doyði gjørdi bara alt enn meira
meiningsleyst.
– Serliga umstøðurnar hjá
teimum avvarðandi hjá Torgerð,
og tað at tað var eg, sum hevði
forvaktina ta náttina, gjørdu sítt
til, at eg hevði so ringa sam-
vitsku, greiðir hon frá.
Við ringu samvitskuni fylgdu
eisini ymiskar tankar. Til dømis
plagdi Jónbjørg altíð at ynskja
góðan túr, tá sjúklingar skulu
flytast.
Tað stendur so sólarklárt fyri
henni, at hon ikki gjørdi tað
hasa einu ferðina, og tað hevur
eisini fylt nógv í hennara
tonkum, hóast tað neyvan hevði
gjørt tann stóra munin. Jónbjørg
heldur, at slíkir tankar hava eina
megi av sær sjálvum undir
tílíkum umstøðum.
– Tað tók mær langa tíð at koma yvir
samvitskubiti. Hví skuldi tað vera hon, sum
var so nógv yngri enn eg, sum fór. Slíkir
tankar kunnu renna fram fyri meg enn, men
tað er til at liva við í dag, sigur Jónbjørg
Josephsen, sum sjálvonnur var til arbeiðis á
Klaksvíkar sjúkrahúsi desembernáttina í
1992, tá tyrlan datt niður á Borðoyavík, og
tveir av hennara starvsfeløgum lótu lív
18
Hví tók tyrlan Torgerð og ikk