hósdagur 16. apríl 2020síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. APRÍL 2020
SOSIALURIN 37
31
VILMUND JACOBSEN
Í
løtuni er einki, sum tað
var í heiminum, nú koro
na-virusið herjar. Fyri
stuttum var korona bert
heitið á einari øl - og ikki ein
alheimsfarsótt, ið hevur lagt
tann annars blómandi heims
búskapin lamnan. Fyritøkur,
ið fyri stuttum vóru sera væl
fyri, hava í dag bráðfeingis
tørv á hjálp til at fíggja virk
semi sítt fyri at hóra undan í
koronakreppuni - eisini væl
riknar fyritøkur, ið bæði skapa
vøkstur og arbeiðspláss í nær
umhvørvinum, og sum eru trygd
fyri trivnaðinum í hesum økjum.
Her er Flex Funding ein
háttur at hjálpa til at fáa
samfelagshjólini at mala aftur.
Flex Funding er hóplán, og
hóplán er ein hópfíggingar
háttur, sum gevur øllum - bæði
fólki og fyritøkum - møguleikan
at stuðla lokalum fyritøkum
við lánsgjøldum, heilt úr 200
krónum. Hópfígging er ein
nýggjur pallur - ella eitt talgilt
torg, har fólk og fyritøkur
hittast fyri at lána og lána út
pengar. Talgildi pallurin hjá
Flex Funding virkar á tann
hátt, at fyritøkur kunnu lána
úr 200.000 krónum til eina fasta
og kappingarføra rentu í upp til
fimm ár.
Peningurin
kemur
frá
privatum og vinnuligum lán
veitarum, sum við at lána fyri
tøkum pening, kunna fáa eina
betri rentu í mun til negativu
innlánsrentuna, ið peninga
stovnar nú áseta kundum.
Hóast orðið hópfígging
kanska er nýtt, er hugsanin
handan hugtakið gomul, tí van
ligt hevur altíð verið í Føroyum,
at fólk hava í felag sett pening
í fyritøkur og virkir fyri at
skapa vøkstur og arbeiðspláss
í samfelagnum. Orsakað av
koronakreppuni hava fyritøkur
tørv á gjaldføri fyri at hóra
undan, og hetta kunnu tær eitt
nú fáa umvegis ein pall sum
Flex Funding, har øll kunnu
stuðla við lítlum upphæddum.
Kundarnir knýta seg beinleið
is á talgilda pallin hjá Flex Fund
ing umvegis flexfunding.fo.
Tað
tekur
bert
fimm
minuttir at stovna brúkara
á heimasíðuni, og tað tekur í
mesta lagi tvær vikur at fáa svar
upp á umsóknina.
- Vit í Suðuroyar Sparikassa
bjóðaðu hóplán á fyrsta sinni í
2016 sum fyrsti peningastovnur
í Norðurlondum, og í 2019 vóru
vit fyrsti peningastovnur í
heiminum, ið bjóðaði hóplán til
almennar myndugleikar, sigur
stjórin í Suðuroyar Sparikassa,
Søren L. Bruhn og vísir á, at
hópfíggingarpallurin hjá stovni
num er eitt samstarv við danska
felagið Flex Funding.
Meira fæst at vita um hesar
møguleikar á flexfunding.fo
Suðuroyar Sparikassi
slóðaði fyri við hópfígging
Hóast orðið hópfígging kann
tykjast nýtt, er hugsanin handan
hugtakið gomul, tí vanligt hevur
altíð verið í Føroyum, at fólk í
felag hava sett pening í fyritøkur
og virkir fyri at skapa vøkstur
og arbeiðspláss í samfelagnum
- Í 2019 vóru vit fyrsti peningastovnur í heiminum,
sum bjóðaði hóplán til almennar myndugleikar, sigur
stjórin í Suðuroyar Sparikassa, Søren L. Bruhn
TEMA: Keyp Føroyskt
Boks 76, FO-110 Tórshavn
Ja takk!
Eg ynski at tekna meg sum haldara av Sosialinum.
(Set kross við tað hald tygum ynskja)
Verður sent
ópostað.
Sosialurin
rindar
postgjaldið
64
Navn:
Bústaður:
Telefon:
Teldupostur:
Vanligt hald
Vikuskiftis hald
Virkis hald
Send lepan til Sosialin
* Viðmerk eisini ábyrgdarpersón
HALDARALEPI
kr 450,-
fyri ársfjórðingin
hald
Vanligt
kr 687,-
fyri ársfjórðingin
hald
Virkis
kr 378,-
fyri ársfjórðingin
hald
Vikuskiftis
Keyp føroyskt