hósdagur 16. apríl 2020síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. APRÍL 2020
SOSIALURIN 37
32
VILMUND JACOBSEN
K
irvi er góða og miniral
ríka vatnið úr Sumb
iartunlinum. Vatnið
hevur navn eftir
fjallinum Kirvi, vestan fyri
bygdina, Lopra, har ovasti partur
av fjallinum kallast Kirviskollur.
Sagt verður um fjallið, at tað
líkist einari pýramidu.
Serlig vatnkelda
Tað var, tá teir í sínari tíð boraðu
Sumbiartunnilin, at teir heilt
óvæntað rendu seg í ein vegg,
har ein vatnkelda spýkti úr
tunnilsvegginum. Seinni varð
funnið út av serligu góðskuni av
vatninum í hesu keldu, og hetta
gjørdist eisini byrjanin til Kirvi.
Basaltið er nógvar miljónir
ára gamalt - ja, onkur sigur 55
miljónir ár. Tey kønu siga, at
vatnið rennur niður ígjøgnum
Kirvi-fjallið, har tað í basalt
flágunum verður filtrerað
og miniraliserað, og síðan
kemur út aftur í tunlinum sum
hágóðskuvatn á altjóða stigi.
Kirvi-vatnið hevur eitt høgt
pH-virði við nógvum ymiskum
og konsentreraðum miniralum,
og høga pH-virðið ger, at vatnið
kennist ”mjúkari”, tá tú leskar
tær við tí.
Føroyska Kirvi-vatnið er ein
unik vøra, sum teir, ið standa
aftan fyri fyritøkuna, eru stolt
ir av at kunna bjóða sínum við
skiftafólkum.
Tóku Kirvi til sín
Kirvi hevur selt fløskur við vatni
í fimm ár í Føroyum nú.
Tað byrjaði við vanligum
vatni, síðan brúsivatni við sitrón,
og til seinast er søtt brúsivatn
eisini á marknaðinum - jarðber
og hindber í einum og sitrón og
ananas í hinum.
Øll sløgini selja sera væl á
føroyska marknaðinum. Tey
í Kirvi hava verið serliga ov
farin av góðu móttøkuni hjá
føroyingum av søta Kirvi-
vatninum.
Gondin á marknaðinum
hevur verið veksandi øll árini,
síðan Kirvi kom á føroyska
marknaðin, og sum heild eru teir
í Kirvi sera fegnir um ta góðu
undirtøku, sum vatnið hevur
fingið í Føroyum.
Føroysk framleiðsla
Síðan Kirvi byrjaði at fylla vatn
á fløsku í 2015, hevur hetta
verið gjørt í samstarvi við
virki í Danmark. Hetta gav tó
ringan smakk í munninum hjá
fólkunum handan fyritøkuna,
bæði orsaka av fíggjarligu og
umhvørvisligu árinunum. Hetta
leiddi til stórar íløgur í 2018,
soleiðis at Kirvi í august í 2019
kundi føra seg fram sum ser
føroyskt, bæði við føroyskum
vatni og føroyskari framleiðslu.
Tað eru nógvar fyritøkur, sum
hava roynt at komið á mark
naðin við føroyska vatninum,
men sum kanska ikki heilt hava
megnað at kjølfest seg.
Kirvi hevur tikið við læru frá
teimum, sum gingu undan og
hevur nú, sum fyrsta fyritøkan,
fingið føroyska vatnframleiðslu
í Suðuroy.
Tey handan fyritøkuna eru
sannførd um, at við nýggjum
virki latast upp nógvar hurðar
fyri Kirvi.
Umhvørvisvinarliga
framleiðsla
Ein stórur liður í avgerðartil
gongdini at flyta framleiðsluna
av føroyska vatninum heim til
Føroya, var at gera framleiðsluna
grønari. Við tað, at vatnið rennur
beinleiðis oman í Kirvi-virkið
úr fjøllunum kring Lopra,
skal eingin orka brúkast til at
pumpa vatnið upp. Hetta sam
an við nýggju staðbundnu fram
leiðsluni á Lopra, ger, at fram
leiðslan hevur minst møguligu
árin á umhvørvið.
Í næstum fer Kirvi eisini at
skifta plastið í fløskunum út til
framkomið endurnýtsluplast.
Tey handan Kirvi hugsa
soleiðis, at Kirvi hevði ikki
verið nøkur serstøk vøra uttan
reinleikan og vøkru føroysku
náttúruna, og soleiðis kenna
tey eisini ábyrgd at viðlíkahalda
umhvørvið.
Kirvi sum útflutningvøra
Við nýggju staðbundu fram
leiðsluni í Lopra letur hetta upp
fyri møguleikanum hjá fyri
tøkuni at flyta vatn av landi
num. Heilt nýliga fóru fyrstu
33 plattarnir av Kirvi-vatni til
Kekkia, har føroyska vatnið
verður selt sum ein háprís- og
hágóðsku vøra.
Í løtuni verður eisini arbeitt
við veitarum í Skandinavia
um at byrja at selja Kirvi kring
Skandinavia.
Tey handan fyritøkuna meta,
at serstaka vatnið saman við
serstøku søluvøruni, sum tey
meta Føroyar at vera, saktants
kann gerast ein nýggj útflutn
ingsvøra í Føroyum.
Kirvi - nú við føroyskari framleiðslu
Við spildurnýggjari føroyskari
framleiðslu í Lopra, leitar Kirvi
nú út um landoddarnar
VER VIÐ TIL AT MENNA
FØROYSKAR FYRITØKUR
flexfunding.fo
ANNIJANNI
Øðrvísi
lánimøguleiki
í Føroyum
TEMA: Keyp Føroyskt