hósdagur 16. apríl 2020síða 37
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. APRÍL 2020
SOSIALURIN 37
37
ANDREW DJURHUUS
- 100 ÁRA MINNI
Tað eru 100 ár síðan pápi mín, Andrew Djurhuus, var føddur. Hann
varð borin í heim Innan Glyvur, Strendur, tann 3. apríl 1920. Andaðist á
Landssjúkrahúsinum fyri 21 árum síðani tann 19. juni 1999 79 ára gamal. Tað
náttina svav eg inni á stovuni hjá pápa. Eg, Elsa og mamma minnist væl
hvussu friðfull løtan var, tá sálin flutti úr likaminum og heim í Himmalin.
ÆTTARFEDRARNIR
Pápi var sonur Jósup Djurhuus, sum var
sonur Díðrik Djurhuus, ið var annar av
niðurseturmonnunum Innan Glyvur.
Díðrik var abbasonur Jens Christian Djur
huus, sum gifti seg til Sjóvargarðin við
Sjógv í Kollafirði, vanliga róptur Sjóv
arbóndin ella skaldið við Sjógv. Sjóvar
bóndin, Jens Christian Djurhuus, kom
av prestagarðinum á Nesi, Toftir, og var
sonur tað kendu Mariu Rønning og Jóhan
Djurhuus, sum var sonur Próst Djurhuus
- Andrew Djurhuus, pápi mín, var sostatt
oldurabbasonur Sjóvarbóndan við Sjógv í
Kollafirði!
Mamma til pápa var ættað innan úr
Húsi við Sjógv á Strondum og kallaðist
Petronella. Hon var bóndadóttur. Hon var
systir Andrias bónda við Sjógv, sum kundi
feira sín 100 ára dag í 1980. Hann var fyrsta
mannfólk í Føroyum, sum í nýggjari tíð
náddi 100 ára aldur. Tann kendi Ríki Rasmus
við Sjógv á Strondum var pápabeiggi ommu
og sostatt abbabeiggi pápa.
ABBI GIFTIR SEG AFTUR
Mamma pápa doyði, tá pápi bert var 2 ára
gamal. Abbi sæt eftir við trimum synum.
Marin Poulsen, vanliga rópt Marin á Forum,
sum var gift við mammubeiggja til pápa og
búði við Sjógv á Strondum, tók pápa til sín
og hevði í huga at fostra hann upp sum sín
egna son. Men tá abbi trý ár seinni giftist
við Poulinu Danielsen av Hvítanesi fer
pápi aftur inn í barnaheimið Innan Glyvur.
Tað valdaði, alt tað eg kann minnast, eitt
inniligt forhold millum fosturmammu
pápa, Poulinu og Marin á Forum. Í mínum
barnaárum kendi eg báðar hesar kvinnur
sum ommur hjá mær.
KEMUR TIL TRÚGV
Pápi og brøður hansara vuksu ikki upp í
einum ríkmansheimi, men tann andaligi
evangeliski førningurin var ríkiligur. Omma
var komin til persónliga trúgv á Jesus sum
ung genta, og hetta gav hon víðari til sínar
synir.
Tá pápi var 18 ára gamal fer hann til
Havnar at arbeiða, og hann gjørdist Havna
maður burturav, tí hann kom ongantíð
aftur inn á Glyvur at búgva. Hann kom at
ganga á møti í Ebenezer (gamla Ebenezer),
har hann kom til persónliga trúgv sum ein
ungur maður.
25 ára gamal fór hann til Íslands, har
hann arbeiddi á einum bóndagarði á Reykja
víkarleiðini. Hann kom trúfast á møti í
Brøðrasamkomuni, Bræðraborgarstígur, í
Reykjavík og í Frelsunarherinum, har hann
onkuntíð hevði vitnisburð, tá høvið var til
tess.
HÝRUVOGNSFØRARI
Í 1948 kom pápi heimaftur, og tá fór hann
at koyra hýruvogn í Havnini. Í 1953 tók
hann stig til, saman við Eigil Gunnarson og
Jóhannes Berg, at stovna hýruvognsstøðina
P/F AUTO, sum enn, 67 ár seinni, er eitt
virksamt og gevandi arbeiðspláss í Havnini.
Mamma og pápi giftust í 1950, og á heysti
sama ár flyta tey inn í nýbygdu húsini í
Jákup Nolsøesgøtu úti í Grønlandi í Havn,
har mamma enn býr. Mamma verður 88 10
juni í ár.
Pápi og mamma gingu regluliga á
møti í Ebenezer (gamla Ebenezer, seinni
nýggja Ebenezer). Pápi var onkuntíð við
møtibátinum hjá Ebenezer, sum kallaðist
Boðberin, og tá var tað mangan, at hann tók
meg við, tá eg var smádrongur. Hetta eru
kær minnir í huga mínum.
Lívsleiðin hjá pápa varð hýruvogns
koyring, og mær fyrikom, at hann treivst
betur og betur í hesum arbeiði sum hann
eldist. Men brádliga vóru boð eftir honum,
bert 59 ára gamal, tá hann fekk heilabløðing.
Hetta gjørdi, at hann ikki fór at koyra
hýruvogn aftur, nakað, sum nívdi hann
meint tey nógvu fylgjandi árini. Men pápi
bar lagnu sína stillførur inni við seg sjálvan.
Hann fekk 20 góð ár eftir hetta og gjørdist
ein habilur “privatsjaførur” hjá mammu,
sum aldri sjálv fekk koyrikort.
MINNINI EFTIR PÁPA
Eg minnist so væl biltúrarnar, sum mamma
og pápi gjørdi, tá eg var smádrongur. Pápi
dámdi væl at fara biltúrar við okkum, og
tað var eisini hugnaligt og stuttligt hjá mær
sum smádrongi.
Tá kundi man ikki koyra teir longu
túrarnar, men tað var ein túrur, sum pápi
mangan gjørdi og tað var niðan á Hvítanes.
Tá vit vóru komin har til, at vit sóu inn á
Strendur, tá steðgaði pápi altið eina góða
løtu. Eg hugsi tað var tí, at hann sá gøtuljósini
niðan ígjøgnum Selvegsbrekkuna og
omaneftir Sjóvarbrekku. Hann gleddist
um hesa sjónina, tí Strendur var millum
fyrstu bygdir á Skálafjørðinum, sum fekk
gøtuljós. Eg minnast so væl, einaferð hann
segði við meg, meðan vit sótu í bilinum og
hugdu inn á Strendur: “Tá tú verður vaksin,
tá fer man at kunna koyra inn til ommu!”
Eg hugsi mangan í dag hví pápi segði hetta
og hvat hann bygdi tað á. Tað má sigast í
dag at hava verið eitt rættuligt profeti, tí
um fáar mánar kann man koyra júst av
Hvítanesi og beint í túni, har eg mangan
spældi sum smádrongur.
Børnini hjá mær og Elsu minnast pápa
sum ein góðan og gávublíðan abba. Tey
minnast, at tá hann sendi tey í handilin at
keypa Dimmalætting, so gav hann teimum
altið tað sum leyp av, og tað kundi vera
nógv. Tey siga, nú tey eru vaksin, at tað
kundi stundum gerast ein kapping teirra
millum at fara til handils fyri pápa.
Pápi dámdi ómetaliga væl at vitja
okkum, tey árini vit arbeiddu í Kristnastovu
í Keypmannahavn. Mamma og pápi komu
á hvørjum ári at vitja okkum, og pápi
stórtreivst við rívuni í túninum í Kristna
stovu.
Pápi og mamma lærdi meg veg Guds og
at elska Guds fólk og samkomu Guds. Tey
vóru mær ein góð fyrimynd.
Vit minnast pápa, verfaðir, abba og
langabba við nógvum góðum minnum, og
lýsa Guds signing yvir minni eftir – Andrew
Djurhuus.
NB: Vit høvdu lagt ætlanir, at øll familjan
við abba- og langabbabørnum skuldu
møtast í dag úti á grøvini, og síðani til eina
máltíð heima hjá mammu, men hetta varð
alt avlýst vegna coronaumstøður. Um so
var, so høvdu vit verið ein stórur flokkur
savnaði í dag.
SKRIVAÐ:
Poul Jóhan Djurhuus,
Glyvrar 03.04.2020
gjaranes@gmail.com
NØVN
Mamma og pápi uttanfyri Kristanstovu við lítla Andrew summarið 1980