hósdagur 16. apríl 2020síða 38
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. APRÍL 2020
SOSIALURIN 37
38
Óli Jacobsen
Óli Jacobsen
2. partur
Í
dag hoyra vit um heilsu
starvsfólk, sum verða
heiðrað fyri at taka sær
av teimum, sum eru rakt
av Corona, hóast tey seta seg
sjálvi í vanda. Úti í heimi hoyra
vit eisini um slík starvsfólk, sum
verða sjúk, og har tað eisini kostar
teimum lívið.
Hetta hendi eisini í Føroyum
undir sponsku sjúku fyri um 100
árum síðani. Vit eru komin fram
um fleiri dømi um hetta, og verða
tey lýst í hesum partinum.
Um lesarar vita um onnur
dømi vilja vit fegin frætta.
Petrina bleiv læknin
í Fuglafirði
Føroyatíðindi skrivar 23. des
ember 1918
Beskytteren er komin til
Føroyar. Umborð er ein lækni,
sum kann hjálpa, har spanska
sjúkan gongur verst. Ein føroysk
genta, frk. Petersen, dóttir S.
P. Petersen úr Fuglafirði, kom
eisini við Beskytteren fyri at
hjálpa fólki móti sjúkuni.
Tann 15.mars1919 er henda lýsing
í Dimmalætting:
Tak
Jeg bringer hermed paa min og
mine Bygdefolks vegne sygeplej
erske frk. Petersen en hjertelig
Tak for hendes Dygtighed,
Elskværdighed og Velvilje, hun
udviste os under den spanske
Syge
Fuglefjord den 9. Mars 1919
Karl Kristiansen
Lærer
Søgan um Petrinu
Bróðursonurin Petur M. Petersen
greiðir frá um fastrina:
Petrina varð í 1908 send til
Keypmannahavnar av pápa sín
um, sum vildi hava hana at læra
til okkurt. Petrina valdi at læra
til sjúkrasystur. Í 1914 fór hon so
í læru á Ríkissjúkrahúsinum og
varð liðugt útbúgvin sjúkrasystur
í 1918. Eftir útbúgvingina fór hon
til Onglands, har hon arbeiddi
á einum hospitali sunnan fyri
London. Her lærdi hon bæði at
gera smáar skurðviðgerðir og at
seyma sár aftur. Eftir at hava
verið her í eitt hálvt ár á hesum
hospitalinum fór hon til Skot
lands (Edinburgh), har hon aftur
arbeiddi í eitt hálvt ár á einum
hospitali, sum serliga tók sær av
fátækrafólki. Her arbeiddi hon,
til hon varð kallað heim at taka
sær av bróðrinum, Theodor, sum
hevði fingið sponsku sjúku.
Hon fór ongantíð burtur aftur
av landinum at arbeiða, og fór
heldur ikki at arbeiða á nøkrum
sjúkrahúsi heima í Føroyum. Í
staðin gjørdist hon, saman við
Mariu Høgnesen (Jøkladal), annar
av “læknunum” í Fuglafirði, sum
óløntar tóku sær av øllum sløgum
av sjúkum og likamsskaðum í
nærumhvørvinum. Nógvan av
heilivágnum, hon brúkti, útveg
aði pápin henni gjøgnum sam
bond síni við ensku og skotsku
trolararnar, sum komu inn á
Fuglafjørð.
Bæði Petrina og Maria vóru alla
tíð teirra óløntar sjúkrasystrar.
Jacob Højgaard royndi, tá ið hann
var komin í starv sítt sum lækni í
Fuglafirði í 1946, at útvega teimum
eina symbolska samsýning, men
kommunan sá seg ikki føra fyri at
ganga teimum á møti við hesum.
Hin vegin vístu tey, sum fingu
hjálp frá teimum, mangan teirra
takksemi við at geva teimum
burtur av tí, tey høvdu í kova og
hjalli.
At soleiðis var, minnist heimild
armaðurin, ið – sum smádrongur
– varð sendur at keypa egg frá
eini konu í Fuglafirði. Tá ið hann
rætti konuni pengar, hann hevði
fingið at gjalda við fyri eggini,
vildi konan onki hava afturfyri, tí
so nógv hevði Petrina hjálpt teim
um, tá ið á hevði staðið við sjúku.
So tað er ikki so løgið, at Karl
Kristiansen takkar henni fyri
hjálpina í Dimmalætting, tá ið
sjúkan endiliga hasaði av.
Tá ið Petrina kom til Føroya,
hitti hon Eliesar Reynberg, sum
var lærari, og tey giftust.
Teirra børn fluttu av landinum,
og eftir at Eliesar fór frá við eftir
løn fóru tey til Danmarkar, har
tey endaðu sínar dagar. Petrina
bleiv 97 ára gomul.
Sjúkrasystranæmingurin
Karin lat lívið
Ein av teimum bygdunum, sum
varð rakt av sponsku sjúku var
Leirvík.
Dimmalætting skrivar 4.
desember 1918, at nógv eru sjúk
í Nes sókn við ”lungekomplika
tioner”. Eisini hevur ”Sygdommen
nu bredt sig til Lervig og Gøte, og
der har været 30-40 Angrebne
i hver af disse Bygder”. Okkurt
bendir á, sjúkan hevur verið
hervilig í Leirvík.
Fyrsta ábending er soljóðandi
lýsing í Dimmalætting 25. januar
1919
En Tak
til Læge (Jógvan) Zachariassen,
Klaksvig, og Sygeplejerske frk.
Mohr, Thorshavn, som under
den spanske Syge viste saa stor
Dygtighed og venlig og god
Hjælp.
Lervig, den 22. Januar 1919.
Ole Edvard og Katrine Hansen
Joen Heine og Olevina
Johannesen
Skibsfører Ole og Maria Hansen
Hesar tríggjar familjurnar munnu
hava verið raktar av sponsku
sjúku. Frk Mohr var Herborg
(1896-1974). Pápi hennara var Hans
Mohr og ein beiggi var Erik Mohr,
kendur skipari á Tjaldrinum. Hon
arbeiddi annars meginpartin av
lívinum á Ríkissjúkrahúsinum.
Men tað hevur helst verið aftaná
hetta. Hon flutti til Føroya eftir at
hon fór frá og er jarðað her. Men
hon var so ein av teimum, sum
hjálptu til undir sponsku sjúku.
Eins og við Corona so vóru
tað eisini tey, sum veruligu
settu lívið í vága fyri at hjálpa
teimum við sponsku sjúku.
Í sambandi við hesa røð
eru fleiri søgur komnar
undan kavi um hetta.
SIÐSØGA
SPANSKA SJÚKAN:
TEY SETTU SEG Í VANDA
FYRI AT HJÁLPA
Petrina, hon gjørdist
“lækni” í Fuglafirði.
Karin var sjúkrasystranæmingur undir sponsku
sjúku, varð smittað og doyði, 27 ára gomul.