hósdagur 16. apríl 2020síða 39
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. APRÍL 2020
SOSIALURIN 37
39
Komandi partur
Í komandi parti verður hildið
áfram við søguni um sponsku
sjúku í Føroyum.
Tann 15. februar 1919 er henda
lýsing í Dimmalætting:
Tøkk
Eina hjartaliga tøkk veita vit
Karen Joensen fyri hennara
stóra hjálpsemi og tann beina
hon vísti sjúklingum, meðan
spanska sjúkan gekk her í
bygdini.
Leirvíkingar
Søgufróðir leirvíkingar kenna
ikki hesa Karen. Hetta bendir
á, at talan er um avbygdafólk.
Spurningurin er, um Karen hevur
verið samstundis sum tey, sum er
nevnd í fyrru lýsingini, ella hon
hevur tikið við eftir teimum.
Dimmalætting hevur 2. apríl 1919
hesa lýsing
Der meddeles herved Slægt og
Venner, at Sygeplejeelev Karen
Joensen er død paa Hospitalet i
Thorshavn af Tyfus Søndag den
30.Marts.
En hjertelig Tak bringes
Hospitalets Personale, der
udviste Hjælp og Deltagelse
mod hende under hendes
Sygdom. En særlig Tak til
Søstrene paa Hospitalet, Dr.
Forsberg og Sygeplejeelev Frk.
Sanna Joensen.
Thorshavn, den 31. Marts 1919
Karen Danielsen
Tað er neyvan ivi um, at tyfus í
lýsingini er spanska sjúka. Spurn
ingurin er um henda Karen Joen
sen er tann sama, sum hevur
verið í Leirvík. Skyldskapur var/
er millum Kunoy og Leirvík/
Toftanes. Kanska er hon blivin
sjúk Leirvík, og leirvíkingar hava
vilja takka henni á sjúkraleguni.
Um onkur lesari veit meira um
hetta vil eg fegin frætta. Og hvør
mundi frk. Sanna Joensen vera?
Í Dimmalætting 6.apríl 1919 er
henda lýsing:
Tak
En hjertelig Tak til alle dem,
der viste Deltagelse ved
Sygeplejeelev Karen Joensens
Begravelse, baade dem, der
sendte Kranse og dem, der
fulgte hende til hendes sidste
Hvilested.
Særligt takkes Fysikus Heerup,
for den Omsorg. han har vist
ved hendes Uddannelse og Dr.
Bierring for hjælp og Bistand.
Paa hele Familiens vegne
Karen Danielsen
Tað er sannlíkt, at Karen Joensen
er smittað í sambandi við hennara
arbeiði sum sjúkrasystranæm
ingur, og at hetta hevur kostað
henni lívið. Umrøddi lækni kom
til Føroya saman við umrøddu
Petrinu Petersen
Tung lagna
Tað er eydnast at fáa meira at vita
um Karina og hennara ætt, sum
hevði eina tunga lagnu.
Karen var ættað úr Kunoy,
fødd 27. mars 1892, og hon bleiv
tískil bara 27 ára gomul. Foreldrini
vóru Súsanna Poulsdóttir og
Christian Johan Joensen. Tey
vóru seks systkin. Av teimum
doyðu tey fýra í besta aldri
Súsanna, mamman, doyði longu
í 1897, tá ið Karen var fimm ára
gomul.
Beiggin, Joen Simon, doyði í
1905, 20 ára gamal, hann slerdi út
av báti.
Systirin, Elsebeth Dorthea f.
1888, varð forlovað við manni úr
Hull í Onglandi. Hon fór niður til
hansara, men áðrenn tey fingu tíð
at giftast doyði hon.
Beiggin, Dánial Poul Jacob, f.
1880 gekk í 1941 burtur við enskum
trolara. Hann var giftur og hevur
stóran ætt.
Karen varð grivin í kirkjugarð
inum undir Svínaryggi í Havn
tann 2. apríl, hóast eingin av
hennara nærmastu búðu í Havn.
Kanska hevur tað verið fyri at
sleppa undan smittu.
Karen átti tvey onnur systkin
Poul Marius Krosstein og Maren
Susanna Kristina, sum vóru gift
og áttu børn. Men tey búðu øll
í Norðoyggjum, sum var langt
burtur tá á døgum.
Umrødda Karen Danielsen,
sum skipaði fyri jarðarferðini,
var av ættini hjá teimum í Kunoy.
Hon var fødd har í 1873. Í 1919 búði
hon í Tróndargøtu í Havn, og hon
doyði í 1936. Tað er eingin ætt eftir
henni.
Karen misti eisini drongin
Karen var annars hart roynd
frammanundan. Hon var trúlovað
við Hans Jacob Krebs Sofus Olsen
úr Skúvoy. Hann var føddur í
1891. Foreldrini hjá honum vóru
Tummas Petur Olsen og Anna
Sofía Danielsen, sum var úr
Kunoy. Hetta man vera upprunin
til teirra kennskap.
Á jólum 1913 fór Hans Jacob
saman við systir sína til Kunoyar
at halda jól og hann at vitja gent
una.
Hann skuldi føra sluppina
Oskar tað komandi várið, og
ørindini vóru eisini at biðja fólk.
Hann hevur verið ungur skipari,
og tað sigur, at hann hevur verið
álitismaður. Tollaksmessudag,
tann kenda skaðadagin, fór hann
til útróðrar við mammubeiggja
sínum fyri ein mann, Karl
Michaelsen, sum skuldi við, og
sum var vorðin sjúkur. Óveður
brast á, og báturin gekk burtur við
øllum seks monnum. Tilsamans
umkomust 19 menn hendan dagin
í Norðoyggjum.
Tað kann skoytast uppí hesa
søgu, at abbi Hans Jacob, Hans
Jacob Olesen, var ættaður úr
Tjørnustovu í Norðragøtu. Tey
vóru fimm systkin og eitt dupult
systkinabarn úr Leirvík, sum
fluttu til Skúvoyar fyrra partin
í 19. øld. Hans Jacob, abbin, var
systkinabarn langabba mín í
Tjørnustovu, Absalon. Hans
Jacob giftist við Maren Susanne
Gregoriusdóttir, sum var úr Kun
oy. Hann var ein teirra, sum um
komst, tá ið tveir bátar gingu
burtur undir Lítlu Dímun í 1870.
Julia hjálpti í Vági
Í Vági vóru eisini nógv fólk, sum
fingu spansku sjúku. Har var
heldur ikki nakar lækni. Men
sum ofta er í eini slikari støðu,
so hjálpa fólk hvørjum øðrum í
neyðini. Ein av teimum, sum vit
hava frætt um, er Julia Danielsen.
Honn gekk hús úr húsi at hjálpa
teimum. Men hon dugdi eisini at
verja seg sjálva við at hava klæði
fyri andlitið við desinfektor, sum
skuldi forða fyri smittu.
Julia var ættað av Viðareiði.
Umleið 1907 fór hon saman við
tveimum øðrum gentum av Viðar
eiði til Havnar at verða doypt
í Ebenezer. Hon var ein góður
stuðul í samkomuni á Viðareiði,
ikki minst tí hon hevði so góða
sangrødd.
Julia kom ung til Vágs. Her
hittu hon Jørgen Danielsen, sum
var ættaður úr Havn, og tí varð
kallaður Havnar Jørgen.
Jørgen kom til Vágs í sambandi
við bygging av elverkinum í Vági.
Her hittust tey og giftust. Tey
áttu eingi børn sjálvi, men tey
tóku til sín bróðurdóttir Juliu,
Herborg, sum seinni giftist við
Gunnar Gunnarson, kendur frá
Fiskivinnustovununi.
Tað varð sagt um Juliu og
Jørgen, at tey vór tvey sjáldsom
fólk, vinsæl, gestablíð og hjápsom
og vóru væl nøgd við tað, sum
Harrin gav teimum.
Sagt var um Jørgen, at hann
var ein sjáldsamur maður í allar
mátar, prúður sterkur og dugdi
alt arbeiði, líka frá grótbroti til
innramming av myndum og fínt
málaraarbeiði.
Eitt dømi um hansara virksemi
á andaliga økinum er henda
lýsing í Dagblaðnum 1. Juni 1940
Kristiligur fólkafundur
verður um Gud vil á Gøtueiði
sunnudagin tann 2. Juni. Talarar
úr ymiskum bygdum í Føroyum.
A.W. Sloan, J.F. Kjølbro, Klaksvík,
J. C. Isaksen, Klaksvík, Victor
Danielsen, Fuglafirði, Jørgen
Danielsen úr Vági, Jens av Reyni,
Tórshavn og J.J. Jacobsen,
Klaksvík.
Tá ið salurin hjá Brøðrasamkom
uni, Bethel, í Vági, var liðugur í
1920, fór Jørgen at halda sunnu
dagsskúla har. Hann var tann
einasti í samkomuni, sum hevði
royndir á hesum økinum, nevni
liga frá gamla Sloan í Havn.
Frida Absalonsen skrivar, at
fleiri ferðir bjóðaðu tey bæði til
“fest” heima hjá sær sjálvum, har
børnini fingu køkur og kakao.
Hesum hevur Julia staðið fyri.
Hetta vísir, at hon hevur verið
serlig og hevur tikið sær av øðr
um.
Tað var eisini tiltikið, at eingin
fór frá henni uttan, at hon vildi
hjálpa.
Jørgen og Julia fluttu til Havn
ar í 1940. Tey búðu áfast í húsini
hjá Herborg og Gunnar, so tað var
sum eitt hús. Tey bæði vóru eisini
góð omma og abbi fyri børnini hjá
teimum báðum.
Jórun, dóttir Herborg, greiðir
frá í bókini Í Kjalarvørrinum, at
“Julia omma var røsk og fýrislig
og tók væl ímóti øllum sum komu
á gátt, eisini tá ikki var meira
pláss eftir til gestir. Hon fann
altíð eina loysn”.
Hettu er bert nøkur dømi um
tey, sum hjálptu, tá ið ringast stóð
til, og tí eiga tey at fáa tann heið
ur, tey hava uppiborið.
Karin var trúlovað við Hans
Jacob, sum sá út til at hava eina
bjarta framtíð. Men hann fekk
22 ára gamal eina váta grøv.
Læknin í Klaksvík, Jógvan Zachariassen, var eisini
í Leirvík at hjálpa fólki við sponsku sjúku.
Julia Danielsen gekk í húsini
í Vági og hjálpti teimum
við sponsku sjúku.