Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-04-16, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. apríl 2020síða 40

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. APRÍL 2020 SOSIALURIN 37 40 HARRY Á LAKJUNI U m vit ímynda okkum, at allir danir frá Skagen til Gedser og frá Keypmannahavn til Esbjerg vórðu riknir frá húsi og heimi og fluttir suður um markið inn í Týskland, har tey blivu gassað til deyðis og brend. Ikki eitt menniskja eftir í Dan­ mark, hvørt einasta hús stóð tómt, 5,8 mió. fólk avrættað - bert tí tey vóru danir.   Kunnu vit yvirhøvur ímynda okkum slíkt? - Men hetta var tað, ið hendi jødunum undir seinna veraldarbardaga. 6 mió. jødar, riknir frá húsi og heimi fyri at verða  týndir í Nazi- týningarlegunum: Auschwitz, Birkenau, Treblinka, Belzec, Sobi­bor, Chelmno, Majdanek - fyri at nevna nakrar av dráps­ verk­smiðjunum hjá Nazist­un­ um. Einasta orsøk til, at øll hesi menniskju, 6 mió., á ein so ræðu­ ligan hátt vórðu tikin av døgum, var, at tey vóru jødar. Antisemitisman - jødahatrið, doyði tíverri ikki út við Hitler, Goebbels, Gøring, Eichmann, Hess, Himmler og hinum jøda­ hatarunum í Nazitýsklandi.  Antisemitisman hevur helst ongantíð verið størri enn í dag, nú vit dag og dagliga hoyra um terroratsóknir móti jødum ymsa­staðni í Europa. Sjálvt teir jødisku kirkjugarðarnir fáa ikki frið. Og hendan óhugnaliga sóttin, sum antisemitisman er, ger eisini um seg í USA. Feskast í minninum eru teir ræðuleikar, sum hendu í USA í New Jersey og lítla býnum Monsey, norðan fyri New York. Jødarnir hava eina langa søgu. Tað er hent nógv, síðani Ábram fyri umleið 4000 árum síðani fór úr Ur í Kaldea til Kánaansland, landið, sum Harrin skuldi vísa hon­um og geva honum, 1. Mós. 12.  Lyftið, Harrin gav Ábram, varð endurtikið ferð eftir ferð: 1. Mós. 13,15; 15,7; 15,18 og 17,8. Lyft­ ið varð endurtikið fyri Ísaki: 1. Mós. 26,3, og fyri Jákupi: 1. Mós. 28,13 og 35,12. Og Harrin mintist sáttmála sín við Ábraham, Ísak og Jákup: 2. Mós. 2,24 og 6,3-8.   Tað er neyvan politiskt korrekt at vísa ov nógv til Bíbliu­ na, men hon verður ring at koma uttanum, tá tað um jødarnar ræður. Og tá vit hugsa um, hvat pro­fet­arnir hava talað: Fólkið skuldi spjaðast um alla jørðina og síðani venda heimaftur til sítt egna land. Millum so nógv annað eru Jeremias 31 og Ezekiel 36 sera viðkomandi lesnaður hesum viðvíkjandi. Vit, sum liva í dag, síggja við okkara egnu eygum, at tað, sum talað varð við profetunum fyri umleið 2.700 árum síðani, gongur út. Jødarnir flyta heim­ aftur í stórum tali til sítt egna land, Ísrael. Tá ið Ísrael varð endurstovnað í 1948, lá nær at hugsa, at nú fekk hetta fólkið loksins frið aftan á ta forfylging og teir ræðuleikar, ið teimum var fyri í Europa, krígsárini. Men so var ikki. – Hin 14. Mai 1948 varð Ísrael lýst sum statur at vera. Dagin eftir var longu kríggj. Ísrael varð álopið av Jordan, Egyptalandi, Sýria, Libanon og Irak. Í 1948 var Ísrael eingin super­ makt (tað er tað í dag), men teir vunnu kríggið. Og teir ikki bara  vunnu, men løgdu eisini meir av lyftislandinum undir seg. Tað sama hendi í 1967, tá Ísrael varð álopið av Egyptalandi, Sýria og Jordan, væl stuðlað av øðrum arabaralondum. Endamálið var at leggja Ísrael í oyði og reka jødarnar í havið. 2,6 mió. jødar ímóti 100 mió. muslimum - men fíggindar Ísraels vóru fyri einum so knúsandi ósigri, sum neyvan er sæddur áður. Dávid vann á Goliat, hóast Nasser, forseti Egyptalands, brúkti stór og háðandi orð um Ísrael, eins og Goliat háðaði Dávid á sinni. Ísraelsmenn ikki bara vunnu kríggið, men løgdu enn eina ferð meir av lyftislandinum undir seg: Judea Samaria (tann sokallaða Vestara Áarbakka), Gaza, Golanheyggjarnar, Sinai og ikki at gloyma Jerusalem, Eystur-Jerusalem, sum tá í 19 ár hevði verið undir jordanskum valdi eins og Judea Samaria.  Í 1973 var verri vorðið hjá Ísrael, tá fíggindar tess á sjálvum Yom-Kippur degnum, 6. okt., gjørdu sniðálop á Ísrael. Ísrael hevði frí henda dagin og var tí sera sárbart. Tað tók sína tíð at mobilisera og gera seg kláran at taka ímóti fíggindanum. Helst hevur Ísrael lært av hesum, at teir ongantíð kunnu taka sær av løttum, men vera á vakt 24- 7, 365 dagar um árið. - Kríggið í 1973 kann líknast við, at 30 mans bróta inn og leggjast á ein sovandi mann (ca. lutfallið millum arabarar og jødar). Hóast hesin eini í byrjanini hevði trupulleikar, reistist hann, og á undurverdan hátt rak hann fíggindan á dyr.  Tann 26. okt. stóð Ísrael sum sigurharrin.  Eisini kann nevnast: Suez­ krígg­ið í 1956, Libanon 1982 og 1996, Gaza í 2009 og 2014 og allar tær túsundtals rakettir, sum eru skotnar inn í Ísrael úr Gaza, serliga síðani Ariel Sharon undir altjóða trýsti og fyri frið skyld í 2005 tvangsflutti teir síðstu 8.000 jødarnar heim til Ísrael.  Var tað ófriðarligt frammanundan, so bleiv tað nógv ófriðarligari, og nógv fleiri terroratsóknir eru framdar úr Gaza, eftir at jødarnir fluttu. Heldur ikki eiga vit at gloyma teir ræðu­leikar, sum terroristar og sjálv­morðs­bumb­ ar­ar hava framt inni í Ísrael. Serliga undir fyrru og sein­ nu intifadaini (intifada merk­ir mótstøða ella uppreistur á ara­ bi­skum). Tann fyrra var frá 1987 til 1993 og tann seinna frá 2000 til 2005. Italienski journalisturin, Giuliu Meotti, viðger í bók síni frá 2009 “A new Shoah” (Eitt nýtt Holo­caust) terroratsóknirnar - serl­iga frá sjálvmorðsbumbarum - tilburð fyri tilburð hetta tíðar­ skeiðið. Meotti hevur samrøðu við mong av teimum, sum yvir­ livdu, og eisini familjur, sum vórðu raktar av terrorálopum mitt í gerandisdegnum, í buss­ um, sýnagogum, kibbutz­ um,  matstovum, dansistøðum o.s.fr. Hetta er í roynd og veru ikki lesnaður fyri veikar sálir. Giuliu Meotti  sigur:  “Hetta er  Ísraels Ground Zero! Onki annað land  í søguni hevur nakran­ tíð verið álopið av so nógv­um sjálvmorðsbumbarum. Meir enn 150 álop eru framd, og meir enn 500 eru fyribyrgd. Vit tosa um eitt stórt hol, sum hevur svølgt 1557 menniskjum og hevur sært 17.000 yvir 15 ár. Ísrael er eitt lítið land. Tað tekur 2 min. við jetflogfari at koma úr eystri í vestur. Um hetta var í USA, lut­ falsliga eftir fólkatalinum, vóru 53.756 amerikanarar deyðir og 664.133 særdir." Ísrael er umgyrt av nógv­ um fíggindum: Hamas í Gaza, Hezbollah í Libanon, Fatah mitt í Ísrael (Judea Samaria), Sýria og Iran. Iran hóttir dag og  dagliga við at leggja Ísrael í oyði, og í samstarvi við Hez­ bollah roynir  Iran at planta sína krígsmaskinu í Sýria til sama endamál: at leggja Ísrael í oyði. Tí má Ísrael við jøvnum millum­bilum inn í Sýria at bumba tað í sor, sum Iran við van­lukkuætlanum í huga hevur stáplað upp á beinini beint uttan fyri dyr ísraelsmanna. Síðan 1948 hevur Ísrael ongantíð byrjað nakað kríggj, men hevur verið noytt at vera í verjustøðu fyri at verja land og fólk. Og tað er undrun­ar­ vert, hvat teir hava megnað undir slíkum truplum um­ støðum. Undir støðugari hóttan frá fíggindanum hava teir við byrsu í aðrari og spaka í hinari hondini dýrkað landið og fingið oyði­mørkina at blóma. Ísrael er í dag á so mongum økjum fremst í millum tjóðirnar. Fantastiskt!  Men tann størsta hóttanin móti Ísrael í dag er tann ofta á okkara leiðum nógv há­lovaði felagsskapurin, ST. Hes­in felagsskapur, sum í 1945 helst varð stovnaður við góðari meining, er í dag ein felags­ skapur, sum brúkar ein stand­ ard fyri Ísrael og ein annan fyri restina av heiminum. Anti­semi­ tisman ger seg eisini galdandi á ST-høvuðsborgini í New York. ST brúkar meir enn helvtina av tíðini til at viðgera Ísrael, einasta demokratiska landið í Miðeystri. Hóast tað eru nógv dømi um stríð um mark millum lond (nærum 200 vil onkur vera við), so er tað næstan bara Ísrael, sum stendur fyri skotum í ST. Síðan tað sonevnda Mannarættindaráðið hjá ST varð stovnað í 2006 og fram til 2015,  hevur ráðið for­ dømt Ísrael (Ísrael eigur 0,1 % av heimsins íbúgvum)  við 61 resolutiónum, og restina av heiminum (99,9 % av heimsins íbúgvum) við einans 55 resolu­ tiónum. Í 2016 fordømdi aðalfundurin hjá ST Ísrael við 20 resolutiónum og øll onnur heimsins lond einans við 4. – Í 2017: Ísrael 21 og restin av heiminum 6. – Í 2018: Ísrael 21 og restin av heiminum 6. – Í 2019: Ísrael 18 og restin av heimi­num 7. Frá 1967 til 2016 umtalaði ST- aðal­fundurin í sínum samtyktum landa­økið undir ísraelskum valdi sum hertikin 2.342 ferðir, meðan t.d. Indonesia í Eystur- Timor,  Turkaland á Norður- Kypern, Rusland í Georgia og Krim, Marokko í Vestur- Sahara, Vietnam í Cambodja og  Armenia í Azerbadjan  í sama tíðarskeiði einans vórðu nevnd hersetingarvald 16 ferðir tilsamans.  Hetta er jú fullkomiliga sjúkt. Kann nakar við sínum fullu fimm taka ST í álvara? Men soleiðis hevur verið í mong ár. Slagsíðan er øgilig.  Tá ið ST tann 29. nov. 1947 við 33 atkvøðum fyri, 13 ímóti og 10 blonkum samtykti at býta landið millum arabarar og jødar, góðtóku jødarnir ætlanina, tó at teir bert fingu ein lítlan part av lyftis­landinum. Men arabararnir vrakaðu hana! – Burtur sæð frá friðaravtalunum, Ísrael gjørdi við Egyptaland 1979 og Jordan 1994, hava arabarar í 100 ár sagt nei takk til øll friðartilboð:  1920: San Remo Conference decisions  1922: Leauge of Nations Mandate for Palestine 1937: Peel Commission proposal  1946: Jewish Agency partition plan  1947: UN General Assembly proposal  1948: Israel's stretched out hand for peace  1949: Israel's fixed official border proposal  1967: Israel's stretched out hand for peace  1978: Begin/Sadat peace proposal  1995: Rabin's Contours for peace  2000: Barak/Clinton peace offer  2005: Sharon's peace gestus  2008: Olmert/Bush peace offer  2009: Netanjahu's peace talks offer  2014: Obama/Kerry contours for peace  2020: Trump's peace plan  Bæði undir Ehud Barak í 2000 og Ehud Olmert í 2008 stóð tað Palestina-arabarunum í boði at  fáa ávikavist 92% og 96% av Vestara Áarbakka og enntá gamla bý í Jerusalem  (Tað er ikki gott at vita, hvat Barak og Olmert hava hugsað fyri sær at geva kjarnuland Ísraels, Judea Samaria, upp í hendurnar á arabarunum), men líkamikið, arabararnir søgdu nei takk, Yassir Arafat í 2000 og Mahmoud Abbas í 2008. Og nú Donald Trump legði sína ætlan fram, segði Mahmoud Abbas ikki bara nei, hann segði: “Vit siga 1000 ferðir nei, nei, nei....” Í veruleikanum segði hann nei,  áðrenn hann  hevði sæð ætlanina.  Í 1973 segði uttanríkisráðharri Ísraels, Abba Eban, so beinrakið tey vælkendu orðini: “The arabs never miss an opportunity  to miss an opportunity  – for peace.”  Mann kann av røttum spyrja, hví ST, EU, vestur­heim­ Jerusalem ella Tel-Aviv – heilhjartað ella hálvhjartað KJAK