Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-04-16, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. apríl 2020síða 42

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. APRÍL 2020 SOSIALURIN 37 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 42 Nær munnu ó­van­ ligar tíðir hava sett djúp spor eftir seg í Før­oyum? 4. og sein­ asti partur Heri Mohr Framhald úr blaðnum 27. mars: Veitsluhøllin tømdist so líðandi. Í sjúkrahúsparkini var kvirt. Pylsu­papp­ír og tómar ølfløskur og øl­dunk­ar sløddust allastaðni. Tann ólidna parkin var meira eitt run­u­díki, sum vatn ikki rann frá. Harr­in viti, um tjóð­ar­ki­tek­t­ ur­in man hava gloymt at fremja neyð­uga drening? Á pallinum lógu tvey mót­ mæl­is­skelti. Á aðru hædd toygdu tey Glunt­ar­na úr hvørjari lykkju saman við sjúk­lingunum: Här är gudagott att vara …. Dricka oss små blommor til. Um fimm-tíðina fóru tey sein­astu niður við elevatorinum kvøð­andi Huldumanna-táttin: Ikki svav hann hesa nátt; traman á tí lá, um hann dagsins ljós meira á foldum sá. So var kvirt á un­i­ver­s­i­tets­ hosp­i­tal­i­num. Eisini á aðru hædd – og triðj­u! Ein loyndarferð Ein mánað eftir vígsluna og veitsl­una fóru løgmaður, lands­ stýr­is­mað­urin við fígggj­ar­mál­ um, rekt­arin á Setrinum á Deb­ es­artrøð og ein blaðmaður, ser­køn­ur í olju, í loyndum at vitja ein oljusjeik í Qat­ar í Pers­ ar­a­flógv­anum. Blaðmaðurin kendi olju­sjeik­ in frá túr­inum, tá ið hann og tá­ vera­ndi løg­maður í sínari tíð royndu at selja føroyskar plas­t­ bát­ar eyst­uri í India og økinum har um leið­ir. Blað­mað­urin hevði fing­ið fyrispurning frá vin­ mann­inum, nú staddur í Qatar, um før­oy­ingar vóru áhugaðir at ger­ast limir í tí væl kenda fót­ bólts­fel­ag­num Qatar United: All paid and Bed and Breakfast free of charge. Hetta var orsøkin til, at ein loynd­ar­fundur við oljusjeikin í Qatar varð fingin í lag. Flog­ið varð úr London Hea­ throw Air­port beinleiðis til Qat­ ar. Tann á Setrinum annars so tryggi rektarin, sat hugtungur á setr­i­num í flogfarinum, tí nógv mól í høvdinum á honum. Hin­ir tríggir sovnaðu næstan bein­an­ veg­in. Hann hugsaði: Mær tørv­ ar pening, nógvan pening, nú Setr­ið hevur universitetshospital og fak­ul­tet í heilsufrøði við fleiri ný­sett­um professarum. Og vit krevja Lebensraum. Spurn­ing­ar­ nir um Saltsiloina á Rundingi og tað stóra prosjektið við uni­vers­i­ tet­ho­s­pi­tal­i­num er ikki endaliga liðugt. Borg­meistarin plagar annars at vera so kvikur. Og um stutta tíð skulu vit blaka hasar 700 milliónirnar, sum sam­ríkismenn hava biddað úr rík­is­kass­a­num, á bláman. Og so er tað hand­an fyrrverandi kon­tór­músin á gjalds­tovuni, sum billar folki inn, at hundra­ð­ tals milliónir úr blokkinum verða brúktar til hospitalini og gransk­ing­arráðið – sum er ein týðandi partur av mínum Setri – ja, tað er ófatiligt, at hann ikki verð­ur steðgaður við sínum ó­rógv­andi gamlamannamøsni. Nú vit í rama álvara hava stovnað Lands­banka Føroya fyri aðru ferð, sigur has­in ósmædni oldingurin, at hann einsamallur á gjaldstovuni um­sat tað arbeiðið, sum varð flutt frá gjald­ stovuni til tann fyrra Lands­ banka Føroya. Hann skuldi held­ ur greitt Føroya fólki frá, hvussu nógv­an pening hann hevur kost­ að skattaborgarunum øll hesi mongu ár, hann ikki hevur gjørt pen­ings­verk. Hóast mítt arbeiði ikki kann ger­ast upp í krónum og oyrum, eitt nú hetta rendið til Katar, so betali eg pín­a­doy mín skatt. Ófatiligt, at fólk við ongum serkunnleika sleppa í høg, almenn størv. Rektarin á Setrinum sveimaði eitt sind­ur í hugaheiminum, so gleyð hann líðandi á setrinum og sovn­aði. ”Forbannað leingi at flúgva,” segði blað­maðurin, í tí hann setti fót­in á tann reyða leyparan og skeikl­aði annan fótin í sand­i­ num. Beint tá kom oljusjeikurin úr sín­um stóra limousini, og tá ið hann sá, hvussu skilið var, koyrdi hann vin­man­nin á skað­a­ stovuna á sjúkra­hús­inum, sum hann sjálvur átti. Tann átrokandi fund­ur­in varð tess­vegna darv­að­ ur einar tveir tím­ar, áðrenn hann byrjaði í tí stóra bilinum. Blað­maðurin hevði fing­ið bind um fótin og haltaði. Rúms­átt var í bilinum: pláss fyri ein­um fund­ ar­borði við 10 sessum. Blað­mað­ urin var noyddur at brúka tveir av teimum, annan til tann løst­ aða fótin. Eitt lítið intermezzo tók seg upp, tá ið flogfarið hevði lent í Qat­ar. Sam­bært pappírunum skuldi blað­mað­urin til Qatar, meðan tann poli­t­iska nevndin skuldi til Katar. Hetta gjørdist so fløkjasligt, at boð vórðu send eftir tí danska am­bass­a­dør­i­num í Qatar, og so varð leyst og lið­ugt. ”Hetta hevði ongantíð hent, um send­i­harrin hevði verið okkara,” segði rektarin. Í tí løgmaður segði, at hann skjót­ast gjørligt vildi leggja spurn­ing­in um føroyskar fót­ bólts­leikarar í Qatar fyri Faroese Ass­o­ci­ation of Foot­ball, gav hann oljusjeikinum eitt eintak av Faroese Soccer, áðr­enn fund­ urin varð slitin, og olju­sjeik­urin beyð sínum gestum sight­see­ing og ábit. Dagin eftir, tá sendinevndin skuldi aftur til Føroya, skuldi morg­un­matur vera í heiminum hjá olju­sjeik­i­num. Morgunmaturin varð etin sam­an við oljusjeikinum og fólki, sum stóðu honum nær. Høvuðsrætturin var Baked beans, bacon, fried egg og roykt­ ur laksur – smoked kili – úr suð­ ura­mer­ik­onsku republikkini Chile, sum at kalla átti allan marknaðin í Asia viðvíkjand smoked kili. Olju­sjeik­urin forerdi sínum føroysku vi­n­ monn­um hvør sín smoked kili, í chili sós, framleitt í Chile, vacuum­pakk­að sum gávur til Føroya. Hetta var so aðru ferð, at ein pol­itisk nevnd við landssýrislimi á odda vitjaði Asia á høgum stigi. Í 1988 fór ein vælmannað sendi­ nevnd við landsstýrislimi á odda at út­vega landskassanum neyð­ uga fígg­ing. Væl varð leitað í Hong Kong og Singapore, tí har var murr­and fult av hørðum gjald­oyra, sum fekk ta føroysku krón­una at blikna. Og gestablíð vóru tey har eysturi. Hálv­drigið orð, so vóru 3 milliardir (3.000.000.000) yen fluttar til teirra bankasamband í Dan­ mark. Lands­stýr­is­lim­urin var ikki sørt errin, tí nú visti hann (lim­urin) hvar tey skuldu fara, tá ið blokkurin hjá rík­is­kass­a­num var farin í søguna. Hvussu leingi var Eva í para­ dís­iønum? Fimm ár gingu, so vórðu has­ar 3.000.000.000 yen­ir­ nar aftur­goldnar av Rík­is­bank­a­ num í Keyp­manna­havn. Lands­ kassi Føroya var far­in á húsa­gang. (Um onkur er, sum ikki hevur lis­ ið fyrru partarnar av hugleiðingi hjá Hera Mohr, so verður hon løgd in.fo í fullari longd sunnumorgunin 19. apríl), Um at missa fótafestið