hósdagur 16. apríl 2020síða 43
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. APRÍL 2020
SOSIALURIN 37
43
Heiðavegur 26, 600 Saltangará
Tel 41 70 00, runavik@runavik.fo
www.runavik.fo
K R E A
........................................................................................................................................................................................
........................................................................................................................................................................................
Talan er um fast starv,
har innihaldið er ein
fjøltáttaður dagligdagur
saman við fittum og
dugnaligum starvs-
feløgum. Arbeiðið er
skipað í toymi á Teknisku
deild, sum í stóran mun
myndar kommununa
úteftir.
Høvuðsverkevni
• Verkætlanarbeiði
og eftirlit
• Býar- og byggi-
ráðlegging
• Kloakk- og
vatnleiðingar
• Vegakervi og
skráseting/GIS
• Luttøka í dagligum
umsitingarligum
uppgávum
• Stýring av kommunal-
um viðlíkahaldsarbeiði
• Málsviðgerð og
ráðleggingararbeiði
Førleikakrøv
• Verkfrøðingur, byggi-
frøðingur ella onnur
viðkomandi útbúgving
• Tekniskan førleika í
projekteringsarbeiði
og stýring av
byggiverkætlanum
• Munnligan og skriv-
ligan málførleika í før-
oyskum, norðurlend-
skum og enskum máli
Vit sóknast eftir
tekniskum starvsfólki,
sum
• er opið og fyrikomandi
• hevur góð samstarvs-
evni
• er framsøkin og dugir
at taka ábyrgd
• eigur evnini bæði at
virka í toymi og arbeiða
sjálvstøðugt
Løn sambært sáttmála
millum avvarðandi
yrkisfelag og KAF.
Nærri upplýsingar um
starvið fáast við at venda
sær til býarverkfrøðingin
Maritu Hentze á telefon
23 70 70.
Umsókn, saman við
CV, mynd, avriti av
prógvi og møguligum
viðmæli/um, skal
vera send í seinasta
lagi 22. apríl 2020.
Søk starvið umvegis
leinkið:
www.runavik.fo/Leys
størv. Um ikki nóg
nógvir skikkaðir
umsøkjarar eru,
skilar kommunan
sær rætt til at søkja
av nýggjum.
Runavíkar kommuna er ein kommuna í menning og broyting, har tú hevur møguleika at gera tína ávirkan galdandi. Runavíkar kommuna er triðstørsta kommuna í landinum
og búgva uml. 4.100 fólk í teimum 15 bygdunum, sum hoyra til kommununa. Á Teknisku deild, sum er eitt spennandi og fjølbroytt arbeiðspláss, starvast í løtuni 2
verkfrøðingar, 2 byggifrøðingur og 1 rakstrarleiðari, umframt býarverkfrøðingin. Harumframt hava uml. 15 starvsfólk, umvegis rakstrarleiðaran, tilknýti til Teknisku deildina.
VERKFRØÐINGUR/
TØKNINGUR til Runavíkar kommunu
KUNNGERÐ
um broyting av Býarplaninum
fyri Runavíkar Kommunu
Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954
seinast broytt við løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars
2013, verður við hesum boðað frá, at Runavíkar
býráð á fundi 27/6-19, 28/11-19 og 26/3-20
hevur samtykt broytingarnar í býarplaninum
fyri Runavíkar kommunu.
•
Umleið 950 m2 av E1-økinum við vegin
Geilin í Lamba, verður broytt til
B10- bústaðarøki.
•
Umleið 2.900 m2 av C24-øki á
Hórheiðum á Skála, verður broytt til
B21- bústaðarøki.
•
Umleið 2.800 m2 av E1-økinum á
matr. nr. 44a, millum Glyvraveg og
undir Gørðum, verður broytt til B6-
bústaðarøki.
Broytingarnar í býarplaninum eru til skjals á
býráðsskrivstovuni í avgreiðslutíðini
frá 6. apríl til 25. mai 2020
Av tí at alt virksemi á kommunuskrivstovuni í
løtuni er umvegis telefon og teldupost, ber til
at venda sær til skrivstovuna við at skriva ella
ringja og fáa útflýggja tilfar.
Telefonin svarar mánadag – hósdag kl. 9.00-
16.00 og fríggjadag kl. 9.00-15.00
Tlf. nr. 417000. Teldupost: runavik@runavik.fo
Broytingarnar síggjast eisini á heimasíðuni
www.runavik.fo
Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot
skulu verða býráðnum í hendi í seinasta lagi 25.
mai 2020.
Runavíkar býráð
Minnist til haldargjaldið
Sosialurin · Tórsgøta 1 · FO-110 Tórshavn