Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-04-16, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. apríl 2020síða 44

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. APRÍL 2020 SOSIALURIN 37 44 SANDOYAR SKÚLASAMBAND Søkt verður eftir vaskifólki til ítróttarhøllina við Meginskúlan Arbeiðið er eftir tørvi, tó vanliga min. 10 t um vikuna, tá skúli er. Starvið skal setast frá 1. juni 2020 Umsóknir skulu sendast okkum í seinasta lagi 20.05.20 til: Sandoyar Skúlasamband Mørkin Mikla 7 210 Sandur ella teldupost kristina.petersen@hotmail.com PROKLAMA - RÆTTING Øll, sum hava krøv í búnum eftir Anni Eilen Kati Hanny Thomsen, Sjógøta 254, 800 Tvøroyri, fødd tann 16. juni 1948, deyð tann 25. oktober 2019, og eftirsitandi hjúnarfelaga Pade Christian Juul Thomsen, f. 31. mai 1947, verða við hesum biðin um innan tann 21. august 2020 at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast til advokat Petur Even Djurhuus, Advokatfelagið, Lucas Debesar gøta 8, 100 Tórshavn, vísandi til sks.nr. 390/2019, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grundað á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 25. mars 2020. PROKLAMA Øll, sum hava krøv í búnum eftir Helgi Steingrim Johansen, Víkavegur 1, 440 Haldarsvík, føddur tann 20. juli 1941, deyður tann 22. februar 2020, verða við hesum biðin um innan 3 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast til advokat Fríða Patursson, Frúutrøð 4, 100 Tórshavn, vísandi til sks.nr.61/2020, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grundað á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 2. april 2020. TØKK Vit takk hjartaliga fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá ið okkara elskaði maður, pápi, abbi og verfaðir: Gunnar Petersen, føddur 23. aug. 1934 - deyður 24. apr. 2019, andaðist og var jarðaður. Takk til tykkum øll, sum veittu eina hjálpandi hond og ugga í samband við jarðarferðina og ervið. Takk fyri góð og troystarrík orð frá Mariu Jørdal Niclassen, presti - eisini eina takk til tykkum kirkjutænarar, sangarar og gravarar. Takk til tann stóra skara, ið fylgdi honum til seinasta hvílistaðin. Takk fyri heilsanir, blómur og kransar. Eisini takk til Palliativatoymið og tykkum, ið vóru um Gunnar, á sjúkrahúsinum og heimasjúkrarøktarfrøðingarnar, sum hjálptu og góðu linna seinastu dagarnar heima. Vegna tey avvarandi Kára TØKK Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá okkara elskaði sonur, beiggi og ommusonur brádliga andaðist og varð jarðaður. Petur Lennard Hansen ✶ 11. apríl 1991 † 12. juli 2019 Takk til Ova Brim og Meinhard Bjartalíð fyri góð og troystarrík orð. Takk til kikjutænarar, berarar, sangarar, gravarar og bilførara. Takk til Honnu Jensen og Eiler Hansen fyri góðan og vakran sang í kirkjuni. Takk til tykkum øll, sum bakaðu og hjálptu til. Takk fyri blómur og kransar. Takk til øll, ið hava vitjað, ringt og skrivað. Takk fyri alt, tá neyðin var størst. Takk til øll, ið fylgdu Petur til hansara seinasta hvíldarstað. Jónleyg, Óli Andreas, Markus, Poula, Jógvan Fríði og Lindy. Tøkk Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá elskaða mamma, dóttir, systir, mostir, vermamma og omma okkara Solveig Ripley f. 13.01.1955 – d. 18.4.2019 andaðist og varð jarðað. Takk til Jónsvein Bech, prest, fyri góð og troystarrík orð undir sjúkraleguni og í kirkjuni. Takk til kirkjutænarar, sangarar og gravarar. Takk øll tit, sum bakaðu og hjálptu til við ervinum. Takk fyri blómur, kransar og minningargávur til Krabbameinsfelagið. Takk til tykkum mongu, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Ein serlig tøkk til tykkum á sjúkrahúsunum fyri tykkara røkt og umsorgan Vegna tey avvarðandi Thurid, Sára, Sam, Alexandra og Guðrið