Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-04-16, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. apríl 2020síða 45

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. APRÍL 2020 SOSIALURIN 37 45 Alt á einum stað Vit útinna allar uppgávur í sambandi við eina jarðarferð frá byrjan til enda • Kistur • Sangir, blómur og kransar • Sangarar (í Tórshavn) • Ervi • Líkflutningur til og úr Føroyum • Líkbrenning (Kremering) Tel. 51 17 23 www.gravarhjalp.fo PROKLAMA Øll, sum hava krøv í búnum eftir Jón Karstin Poulsen, Eirargarður 16B, 100 Tórshavn, føddur tann 4. februar 1955, deyður tann 31. januar 2020, verða við hesum biðin um innan 3 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast til advokat Birita Sandberg Samuelsen, Sókn Advokatar, J. H. Schrøtersgøta 7, 100 Tórshavn, vísandi til sks.nr. 45/2020, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grundað á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 26. marts 2020. PROKLAMA Øll, sum hava krøv í búnum eftir Jenhild Esther Onghamar, Mýrisnípuvegur 24, 100 Tórshavn, fødd tann 26. desember 1927, deyð tann 11. februar 2020, og fyrr deyða hjúnarfelaga Henning Georg Onghamar, verða við hesum biðin um innan 3 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast til advokat Birita Sandberg Samuelsen, Sókn Advokatar, J. H. Schrøtersgøta 7, 100 Tórshavn, vísandi til sks.nr. 65/2020, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grundað á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 15. april 2020. TØKK Hjartaliga takka vit øllum tykkum, ið á ymsan hátt vístu samkenslu, nú við mistu foreldur okkara Marjuna og Walther Marjun Thomassen f. 25.07.52 d. 02.06.19 & Walther E. Thomassen f. 18.01.46 d. 07.01.20 Tøkk til prestarnar Jákup E. Petersen og Bergtóra Bjarkhamar fyri troyst og góð orð, tøkk fyri blómur og peningagávur til Mørkina og Kirkjuna, tøkk til øll tykkum, ið hjálptu til við jarðarferðini og ervinum. Tøkk til Landsverk og starvsfelagar og tykkum, ið tóku lut í bjargingararbeiðinum og tøkk til tykkum mongu, ið fylgdu teimum til teirra seinasta hvíldastað. Familjunar vegna Gisleyg, Lena, Bogi Kajsten, Óla Jákup og Zacharias TØKK Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi tá maður, pápi, verpápi og abbi okkara andaðist Sigurd Magnussen f. 17-08-1948 d. 15-02-2020 Ein hjartans tøkk til tykkum øll, ið hjálptu til við jarðarferðini og ervinum, og tøkk til tykkum, ið góvu gávur til Bethel og fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað Vegna familjuna Yun, Karina, Hjalmar og Bjarni TØKK Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá okkara elskaði maður, pápi, verpápi abbi og langabbi Thomas Pauli Joensen f. 24.03.1927, d. 30.01.2020 andaðist og varð jarðaður. Tøkk til starvsfólk á Suðuroyar Sjúkrahúsi fyri góða røkt og umsorgan. Tøkk til Patrick De Neergaard fyri troystarrík orð. Tøkk til kirkjutænarar og sangarar. Tøkk til tykkum, ið ringdu og sendu blómur og kransar. Tøkk til tykkum mongu, ið bakaðu og annars hjálptu til við ervinum. Ein hjartans tøkk til tykkum, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunar vegna, Alice TØKK Hjartaliga takka vit øllum,íð sýndu samkenslu tá elskaða mamma,vermamma, omma,langomma og Olda okkara Thomasia Matras f. 1. mars 1924 - d. 23. mars 2020 andaðist og var jarðað. Tøkk til øll í sambýlinum Oman Hoydalar, tøkk til starvsfólkini á B6 at tit vóru so tolin og hjálpsom. Tøkk til Alfred fyri góð orð í kapellinum og tykkum øll sum vóru úti í kirkjugarðinum. Tøkk fyri blómur, kransar, heilsanir og minnisgávur. Marni, Margeir, Gertrud, Tór-Egil, Oddmar og Elisabeth við familju. DREYMASTARVIÐ FINNUR TÚ Á