hósdagur 23. apríl 2020síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. APRÍL 2020
SOSIALURIN 38
4
FRANTS JENSEN
– Tað er eitt sindur sum við
skiparasynunum. Teir fella
aftur til tað, sum pápin hevur
gjørt. Soleiðis var eisini við okk
um brøðrunum, sigur Bjarni á
Steig, depilsleiðari og yvirlækni í
hæmatologi á Landssjúkra
húsinum.
Pápi Bjarna og Torkil á
Steig, Jón á Steig var í meir
enn ein mansaldur yvirlækni
á Landssjúkrahúsinum. Tá ið
synirnir vuksu til, og teir skuldu
velja sær yrkisleið, var tað tó ikki
læknavegurin, ið lá fremst hjá
Bjarna á Steig.
– Eg hevði ætlanir um at
gerast verkfrøðingur, men tað
broyttist, og eg fór læknavegin,
sigur Bjarni á Steig.
Bróðurin gjørdi tað sama, og
systurin fór eisini heilsuvegin og
nam sær útbúgving sum sjúkra
røktarfrøðingur.
Eina stutta tíð, áðrenn Jón
á Steig fór frá fyri aldur, vóru
tríggir yvirlæknar við eftir
navninum á Steig á Lands
sjúkrahúsinum. Tað vóru teir
tríggir feðgarnir.
Torkil á Steig er yvirlækni
í nefrologi, og Jón á Steig var
leiðandi yvirlækni á medisinsku
deild.
Hildu jól á sjúkrahúsi
– Tað hevur altíð verið nógv
læknaligt og heilsufakligt prát í
familjuni. Tað hevur helst verið
við til at gjørt, at vit eru farin
tann vegin, sigur Bjarni á Steig.
Og fyri tey í familjuni var
sjúkrahús, sjúkur og alt tað, ið
har til hoyrir, ikki nakað undar
ligt og ókent.
– Tey flestu halda tað vera
fremmant at vera á sjúkrahúsi,
men ikki vit. Vit hava enntá hildið
jól har, greiðir Bjarni á Steig frá.
Hóast tað sum hevur við sjúk
ur og heilsuna at gera, hevur fylt
nógv, so hevur tað tó ikki fylt alt.
– Tá ið onnur eru komin inn í
familjuna, so hevur eisini verið
annað prát, sigur Bjarni á Steig.
Málmaður hjá B36
Sum ungur fylti ítrótturin nógv
í lívinum hjá Bjarna. Og serliga
var tað fótbóltur.
– Eg nýtti nógva tíð í fótbólti.
Eg var málmaður hjá B36 í nøkur
ár. Tað dámdi mær stak væl, sig
ur Bjarni á Steig.
Nú hann er komin meira til
árs, ger hann ikki nakað við
ítróttin meira. Næsta ættarlið
ger meira við svimjing.
Tá ið tað ræður yrkisleið,
hava tey eisini valt annað.
– Nei, eingin av teimum í
næsta ættarliði er farin lækna
vegin. Tey hava valt annan
lesnað, sigur Bjarni á Steig.
Hann hevur eisini annað frí
tíðarítriv, og tað er seyður.
– Vit hava nakað av seyði í
familjuni í Fámjin. Tað er huga
ligt at fáast við, sigur hann.
Ættarnavnið úr Sandavági
Ættarnavnið á Steig er úr Sanda
vági. Steigagarður var em
bætisgarður hjá føroysku løg
monnunum, sum vórðu útnevndir
av konginum frá 1555-1816.
Tað var abbi Bjarna, ið fekk
sær hetta navnið. Navnið av
dúkar eisini, at hann er í familju
við sera kendan føroying, nevni
liga Bárð á Steig Nielsen, løg
mann.
– Ja, vit eru systkinabørn,
sigur Bjarni á Steig.
FRANTS@SOSIALURIN.FO
PERSÓNSØGA: Bjarni á Steig
FÓR LÆKNAVEGIN
FÓR LÆKNAVEGIN
EINS OG PÁPIN
EINS OG PÁPIN
Teir tríggir feðgarnir á Steig, sum allir hava verið yvirlæknar. Frá vinstru: Bjarni á Steig, Jón á Steig og Torkil á Steig. (Myndin er frá 2007)
Bjarni á Steig ætlaði at lesa verkfrøði, men viðurskifti broyttust, og hann fór
læknavegin. Pápin, Jón á Steig, var lækni, og í uppvøkstrinum varð nógv prát
um sjúkur, heilsuverk og tílíkt. Bróðir Bjarna, Torkil, gjørdist eisini lækni,
og eina tíð vóru teir allir tríggir yvirlæknar á Landssjúkrahúsinum