hósdagur 23. apríl 2020síða 5
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. APRÍL 2020
SOSIALURIN 38
5
FRANTS JENSEN
– Vit ráðgeva, men politikararnir
avgera og stinga út í kortið, sigur
Bjarni á Steig, depilsleiðari
á medisinska deplinum og
yvirlækni í hæmatologi.
Hann er eisini ráðgevi hjá
Heilsumálaráðnum.
– Eg eri ikki limur í
farsóttanevndini, men eg
eri við sum heilsufakligur
ráðgevi. Vit ráðgeva út frá
heilsufakligum sjónarhorni og
lata Heilsumálaráðið í fakliga,
sigur hann.
Næstan koronafrí
Bjarni á Steig er ein av lækn
unum, sum dugir væl at greiða
frá tí læknafakliga í sambandi
við koronasmittuna á ein ein
faldan hátt, so at vanligi føroy
ingurin – eisini tann, sum ikki
hevur drúgva útbúgving – skilir,
hvat talan er um.
– Vit kunnu gleðast um, at tað
sær út til, at tað hevur eydnast at
avmarkað og avbyrgja smittuna.
Strategiin hjá okkum hevur
eydnast, sigur Bjarni á Steig.
Hann undirstrikar tó, at tað
má ganga nakað av tíð, áðrenn
vit kunnu siga, at vit eru korona
frí í Føroyum.
– At eingin – ella næstan
eingin – er funnin smittaður í
Føroyum í drúgva tíð er gott
tekin. Men vit mugu bíða eina
tíð enn, tí vit vita ikki, um tað
eru myrkatøl ella um sjúkan er
onkustaðni í samfelagnum. Tað
hevur víst seg, at nøkur hava
sera mild sjúkueyðkenni, og tí
kann onkur hava havt smittuna
uttan at vita av tí og uttan at
hava latið seg kanna, sigur hann.
14 dagar afturút
Bjarni á Steig vísir á, at vit hava
eina góða støðu í Føroyum.
– Tað sokallaða R-talið nærk
ast null, og tað er sera gott. Tað
vísir, at smittan er við at doyggja
út. Men vit mugu bíða eitt
sindur enn, áðrenn vit kunnu
siga tað við vissu. Tað ganga
nevniliga tvær vikur, áðrenn
vit síggja úrslitið av tí, sum vit
gera í dag. Tí síggja vit ikki fyrr
enn nú úrslitini av tí, sum hendi
á páskum, sigur hann.
Hann vísir tí á, at úrslitini av,
at dagstovnar hava latið upp
aftur, og at yngstu skúlanæm
ingarnir eru farnir í skúla aftur,
ikki síggjast enn.
– Um eina góða viku vita vit
nógv meir, enn vit vita í dag. Vit
skulu tí vera varin og lata spaku
liga upp aftur, sigur hann.
Portrið til Føroyar
Hann vísir á, at nú eru tað
portrini til Føroya, sum eru tað
týdningarmesta. Serliga flog
vøllurin.
– Øll, sum koma til landið,
skulu í sóttarhald í 14 dagar.
Tað er sera týðandi. Nú bjóða
vit okkum at fylgja teimum,
so at hesi kunnu hava regluligt
samband við læknar ella onnur
heilsustarvsfólk í tíðini, tey eru
í sóttarhaldi. Tað er eitt sindur
ymiskt, hvat tørvurin er, hevur
tað víst seg, tá ið talan er um tey,
sum hava havt smittuna. Nøkur
hava vit havt dagligt telefon
samband við, meðan onnur bara
einstakar ferðir, sigur hann.
Læknin vísir á, at nú hava tey
longu gjørt sær fleiri royndir,
hvørji sjúkueyðkennini kunnu
vera, og tí kann vera gott at hava
regluligt sambandi við tey, sum
eru í sóttarhaldi, so at tey kunnu
vera skjótt kannað, um tey hava
sjúkueyðkenni.
Mugu ikki fáa bylgju
nummar tvey
Men sjálvt um vit eru næstan
koronafrí í Føroyum og fara
at halda eitt vakið eftirlit við
øllum, sum koma til landið,
heldur yvirlæknin ikki, at vit
kunnu lata alt landið upp aftur
og liva avbyrgd koronafrí frá út
heiminum.
– Vit mugu fyrst síggja, hvus
su tølini vera um eina viku.
Løgmaður hevur boðað frá, at
hann fer at siga meira 4. mai,
hvussu landið verður latið upp
aftur. Men tað er heilt greitt, at
vit kunnu ikki lata alt landið
upp í einum. Vit mugu gera tað
varisliga. Tí um vit fáa smittuna
aftur, kann alt latast aftur upp á
stutta tíð, sigur hann.
Hann vísir á, at tað kann
koma okkum aftur um brekku,
um vit lata alt upp í einum.
– Hong Kong og Singapor
høvdu fingið nøkulunda bilbugt
við smittuni, og tey lótu upp
aftur. Men tá kom smittan aftur,
og tað er nógv verri. Vit mugu
læra av teimum, og mugu tí ansa
sera væl eftir ikki at fáa bylgju
nummar tvey, sigur Bjarni á
Steig.
Yvirlæknin vísir á, at hann
sum heilsufakligur persónur
bara tilmælir út frá tí heilsufak
liga, men at politikararnir taka
avgerð.
– Vit tilmæla eina varisliga
upplating, har vit framvegis
halda fast við okkara strategi
og nýta tey modell, sum eru
fyri at lata upp. Men vit vita, at
politikararnir eisini hava onnur
atlit at taka. Teir avgera hvat og
hvussu, sigur Bjarni á Steig.
Vil ikki siga ov nógv
Í mun til aðrar læknar er Bjarni
á Steig sera varin at úttala seg,
um landið til dømis skal loyva,
at stevnur og stór tiltøk skulu
vera í summar.
– Um tølini halda sær, so
kann løgmaður møguliga siga
meira. Vit hava eisini fingið eina
koronaráðgeving, sum ráðgevur
í tílíkum viðurskiftum, er alt
Bjarni á Steig vil svara til henda
spurningin.
Í seinastuni hevur tað verið
Bjarni á Steig, sum hevur úttalað
seg á fleiri tíðindafundum, með
an onkur lækni, sum áður hevur
verið meira frammi, ikki er so
nógv at síggja.
– Eg veit ikki, hvussu tað
verður í framtíðini, men nú havi
eg verið nakrar ferðir og um
boðað sjúkrahúsverkið, sigur
Bjarni á Steig.
FRANTS@SOSIALURIN.FO
Tann fryntligi ráðgevandi læknin
Í fleiri umførum hevur tann fryntligi Bjarni á Steig, yvirlækni, greitt frá
á tíðindafundum um koronasmittuna. Hóast hann eisini kann koma við
peikifingrinum, so er hann varin, og letur politikararnar um at stinga út í kortið
Bjarni á Steig, depilsleiðari og yvirlækni í hæmatologi á Landssjúkrahúsinum hevur fleiri ferðir
verið á tíðindafundi í seinastuni og greitt frá støðuni viðvíkjandi koronasmittuni