hósdagur 23. apríl 2020síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. APRÍL 2020
SOSIALURIN 38
6
ÁRNI GREGERSEN
F
leiri føroyskar fyritøkur
hava
longu
brúkt
tilboðið um fíggjarliga
trygd, sum danski
Vækstfonden bjóðar føroyskum
vinnulívi.
Báðir teir størru føroysku
bankarnir siga, at fleiri fyritøkur
– um enn ikki nógvar – hava
fingið trygd fyri lánum úr
danska hjálparpakkanum.
Tilboðið til føroysku fyritøk
urnar er, at danskii Vækstfonden
veitir trygd fyri 70 prosentum av
nýggjum lánum, sum fyritøkur
taka í samband við, at tær hava
havt afturgongd í søluni nú
koronakreppan herjar.
Grunnurin veitir trygd fyri
møguligum nýggjum lánum, men
eisini fyri rakstrarkredittum,
sum peningastovnar veita
fyritøkum.
Ómakasleyst
Hjá føroysku fyritøkunum er
tað rættuliga ómakasleyst at fáa
eina slíka trygd.
Fyritøkurnar skulu søkja um
lán frá teirra peningastovni.
Treytin er, at peningastovnurin
játtar lánið ella rakstrarkredittin,
men tá ið tað er gjørt, so eru tað
peningastovnarnir sum senda
umsóknina til Vækstfonden.
Fyritøkurnar sjálvar kunnu
ikki søkja um trygdina – tað er
nakað, sum peningastovnarnir
skulu gera og Vækstfonden
sigur, at svar verður givið uppá
umsóknirnar innan 48 tímar eru
farnir.
Trygd
Hjálpin úr danska hjálparpakka
num kemur væl við. Hon ger, at
trygdin sum peningastovnin
fær, er frá statinum, men tað ger
eisini, at einstøku kundarnir hjá
peningastovnunum heldur ikki
viga so tungt.
-Tað eru greiðar reglur fyri
hvussu nógv vit kunnu læna út
til einstakar kundar. Í samband
við lán av hesum slag, er tað
soleiðis, at hesi lán ikki telja við
í samlaðu útlánunum til hendan
kundan, sigur Olav Guttesen,
stjóri í Betri banka.
Peningastovnarnir mugu tó
vera við um fyritøkur skulu hava
lut í danska hjálparpakkanum.
-Ja, vit gera eina vanliga
kreditmeting – tað vil siga, at
vit meta um fyritøkan koyrdi
hampiliga væl undan kreppuni
og um útlitini eru hampulig
áðrenn vit siga ja.
-Men
er
tað
játtað
í
peningstovninum, so tekur tað
so at siga onga tíð at fáa svar
frá Vækstfonden, sigur Olav
Guttesen.
Kostnaðurin
Fyri at fáa trygdina, so skal
gjaldast 2500 krónir í stovn
ingargjaldi til Vækstfonden og
harafturat skal gjaldast eitt pro
sent í provisión av upphæddini.
Vækstfonden veitir trygd
fyri 70 prosentum av láninum
ella rakstrarkredittinum, meðan
bankin so skal standa inni fyri
teimum 30 prosentunum.
Peningstovnarnir siga, at teir
ikki kunnu brúka aðrar trygdir,
sum kundin annars hevur
sett, til tey 30 prosentini, sum
Vækstfonden ikki veitir trygd
fyri.
Ein av treytunum, sum skulu
uppfyllast er, at fyritøkan,
sum vil hava hesa trygdina,
hevur mist minst 30 prosent
av umsetninginum orsaka av
Covid-19.
Trygdin frá Vækstfonden
er galdandi í sjey ár og verður
niðurlagað yvir hesi sjey árini.
Vækstfonden
sigur,
at
danskar, føroyskar og grøn
lendskar fyritøkur allar kunnu
fáa lut í hesi trygd uttan mun
til hvørjari vinnugrein arbeitt
verður í.
Hesin hjálparpakkin er
ætlaður smáum og millum
stórum fyritøkum. Ein annar
pakki er gjørdur, sum er ætlaður
stórum donskum fyritøkum.
Danskur hjálparpakki er eisini
ætlaður føroyskum fyritøkum
Vækstfonden veitir trygd til
peningastovnarnar, so teir
kunna læna meira til fyritøkur,
sum hava mist umsetning í
sambandi við korona-kreppuna
Olav Guttesen, stjóri í Betri
Betri Banki
Bank Nordik
Føroyskar fyritøkur kunnu fáa trygd frá Vækstfonden
TILVILDARLIG MYND