Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-04-23, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. apríl 2020síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. APRÍL 2020 SOSIALURIN 38 7 Nýhugsandi lýsingarátak hevur rokkið milliardum – Ferð eftir ferð hevur føroyska ferðaráðið, Visit Faroe Islands, framt stór PR brøgd, sum hava fingið umtalu kring heimin. Hetta hóast Visit Faroe Islands er eitt av heimsins minstu ferðaráðum. Nú hava tey gjørt tað aftur við nýskapandi og kreativa hugskotinum »Remote Tourism« ANNIKA KUNOY IM ANNIKA@SOSIALURIN.FO M ikudagin 15. apríl legði Visit Faroe Is­ lands eitt nýtt lýs­ ingarátak fram. Eitt lýsingarátak, sum enn einaferð fekk stóra og ikki minni góða um­ røðu í fleiri stórum altjóða miðl­ um. Lýsingarátakið verður rópt »Remote Tourism« ella fjarstødd ferðavinna. Men remote tourism í sjálvum sær er ikki nakað nýtt fyribrigdi. Men hjá Visit Faroe Is­ lands er talan um remote tourism við einum tvisti. Tað serstaka við hes­um er, at ferðaleiðarar frá Vis­it Faroe Islands fara á ymiskar ferð­ir kring landið við einum ljós­ myndatóli á hjálminum, og tey, ið ynskja at luttaka á ferðini fylgja við á á skíggjanum á teldu, teldli ella telefonini heima – hetta eru fólk kring allan knøttin. Tey ið luttaka á ferðini hava høvi til at stýra ferðaleiðaranum á skíggjanum við at trýsta á ein knøtt við boðum um, at við­kom­ andi skal venda sær til vinstru, høgru ella enntá hoppa. Næstan sum eitt Sims spæl. Eisini kunnu tey luttakandi samskifta og seta spurningar til ferðaleiðaran á Facebook live ella Instagram. So­ leiðis fáa áhugað ferðafólk høvi til at uppliva Føroyar, hóast tey vegna koronakreppuna ikki kunnu vitja landið. Nýtt hugskot Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, sigur, at tá Føroyar vegna koronavirusið setti ferðina niður, varð øll ferðavinnan eisini niðurløgd í sama viðfangi. Á Visit Faroe Islands vistu tey tá, at tey máttu gera okkurt serstakt fyri at varðveita tilvitanina og áhug­ anum hjá útheiminum í Føroyum. – Vit hava saman við lýsinga­ fyritøkunum Sansir og Mensch arbeitt í døgndrift í ein mánað fyri at fáa hesa kampagnuna upp at standa. Hetta fevnir um alt frá hugskotsmenning, framleiðslu, filming, heimasíðu, pressuskriv og at framleiða tað tekninska, sigur hon. Remote tourism virkar á tann hátt, at tá eitt ferðafólk fer túr, verður upptøkan stroymd gjøgnum eina telefon og síðani stroymd live á Youtube. Hon Visit Faroe Islands: Vit eru eitt pinkalítið ferðaráð, og tí mugu vit hugsa eyka kreativt fyri at náa út Framhald á síðu 32 Hyggjarar kunnu stýra ferðini á eini fjarstýring júst sum á einum telduspæli Mynd: Kirstin Vang / Visit Faroe Islands