hósdagur 23. apríl 2020síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. APRÍL 2020
SOSIALURIN 38
8
fer síðani inn á eina heimasíðu
við sokallaðum layers, sum ger
tað gjørligt hjá hyggjarum at
nýta fjarstýring. Fjarstýringin á
skíggjanum loyvir hyggjarunum
at velja funktiónirnar upp, niður,
vinstra, høgra, renn og hoppa. Tey,
sum sita á sofunum heima kunnu
trýsta á fjarstýringina, og tey sum
ganga túrin síggja tað síðani á
skíggjanum hjá sær.
Túrarnir eru valdir í samstarv
við kunningarstovurnar kring
landið, og tað er ymisk atlit, ið
skulu takast tá. Neyðugt er, at
internet sambandið er gott, og
eingi øki eru uttan samband á
túrinum, tí tað má ikki henda, tá
tað verður sent live. Toymið má
tí eisini ganga túrarnar, áðrenn
útferðin verður gjørd. Guðrið Høj
gaard heldur, at tað er tað sjáld
sama og tað undarliga á túrinum,
ið bergtegur hyggjarnar, og tí
royna tey eisini at finna støð, har
útsýnið varierar frá ymiskum
sjónarmiðum. Eisini hava tey lagt
seg eftir at tosa við fólk á staðnum
og at vísa Føroyar úr erva, á landi
og á sjógvi.
Hvør túrur er ein tíma, og tá
ein hyggjari luttekur, kemur við
komani í kø til at sleppa at stýra
við fjarstýringini. Hvør persónur
sleppur at stýra í ein minutt í part,
so tað eru bert 60 fólk, ið kunnu
stýra hvørja ferð. Men tað er einki
mark á, hvussu nógv kunnu fylgja
við á ferðini. Og tað hava verið
mong. Talan er um langt fleiri enn
100.000 úr fleiri enn 156 londum,
sigur Guðrið Højgaard.
Tað eru toymi, ið eru knýtt
at útferðunum. Trý fólk fara á
túrarnar samstundis. Ein teirra
er ferðaleiðari og gongur við far
telefonini, og so eru tvey, ið eru
til hjálpar, hava samband við
fyrisitingina og ansa eftir at ljóð
og teknikkur annars rigga. Síðani
eru trý fólk, ið svara spurningum
frá hyggjarum, tí umframt at
stýra ferðini hjá ferðaleiðaranum
kunnu hyggjarar eisini seta spurn
ingar á Facebook live og Insta
gram, sum verða svaraðir beina
vegin. Spurningarnir, ið koma
inn eru nógvir og ofta rættiliga
konkretir. Teir snúgva seg um alt
frá, hvørjir fuglar eru á økinum til
føroyska málið.
– Tað eru eisini mong, sum
skriva og viðmerkja hvar tey eru
stødd, og siga at tey hava hug at
vitja Føroyar. Fólk lata sera væl at,
sigur Guðrið Højgaard.
Ferðavinnan bløðir
Lýsingarátakið remote tourism
er ein væleydnað roynd upp á
at halda uppmerksemi hjá áhug
aðum á Føroyum. Ferðavinnan
í Føroyum er hart rakt av kor
onakreppuni, og hóast Guðrið
Højgaard hugsar bartskygt um
framtíðina hjá føroysku ferða
vinnuni, er eyðsýnt at illa stendur
til.
– Tað truplasta er, haldi eg, at
vit vita ikki, nær hetta fær ein
enda, nær mørkini lata upp og
nær marknaðurin er klárur aftur,
staðfestir hon.
– Júst nú er alt kaos. Peningur
streymar úr ferðavinnuni, sum
ongar inntøkur hevur í hesum
døgum. Alt er lukkað, og eingin
hevur kundar og harvið inntøku.
Tað kostar kortini, og føstu
útreiðslurnar fara ongan veg. Tað
eru mong, sum bert fáast við av
bókingar júst nú. Fleiri eru farin í
ALS skipanina, sigur hon.
Ferðavinnan í Føroyum er
vaksin nógv seinastu fáu árini, og
í fjør var umsetningurin um 800
milliónir. Umframt tað, so eru fleiri
nýggir spírar, sum seinastu tíðina
hava gjørt íløgur í ferðavinnuna
og tí eisini hava útreiðslur. Eisini
eru nýggj hotellir í gerð, og har
hava íløgur verið á hálva milliard
seinastu tvey árini.
– Í ringasta føri er alt hetta
burtur, sigur Guðrið Højgaard
stúrin.
– Vit mugu koma úr hesi und
antaksstøðuni, sum vit eru í nú,
tí um eingir gestir vitja, hava vit
onga vinnu. Orsøkin til, at vit nú
gera hesi lýsingarátøkini er, at vit
varðveita áhugan í Føroyum, so
vit ikki verða gloymd, sigur hon.
– Vanliga eri eg ein bjartskygdur
persónur, men koronakreppan
hevur bumbað okkum fleiri ár
aftur í tíðina. Eg trúgvi tó, at 2021
aftur verður eitt gott ár fyri før
oysku ferðavinnuna, tí tað eru enn
ferðafólk, sum ætla at vita, fáa tey
høvi. Vit hava bygt ein sterkan
skrokk, og áhugin er stórur hjá
málbólkinum, sum hevur áhuga í
Føroyum. Vit eru enn høgt í met
um, og tí vóni og vænti eg, at vit
koma sterkt aftur. Vit gera í øllum
førum okkara til, at so verður,
sigur hon áhaldandi.
– Í útflutningsvinnunum í Før
oyum liggur ferðavinnan nummar
trý, og hon fjøltáttar føroyska
arbeiðsmarknaðin, sigur Guðrið
Højgaard.
– Vit eru í eini ekstremari støðu
júst nú, men ímynda vit okkum
Føroyar uttan eina ferðavinnu, so
hevði tað verið ein light-útgáva av
hesi støðuni, sigur hon eisini.
Noydd at vera kreativ
Kring heimin hava onnur ferðaráð
latið freistandi videofilmar úr
hondum við vøkrum myndum
av landi teirra sum ferðastað og
boðskapinum um, at tey ikki taka
ferðafólk inn í landið júst nú. Tá
koronakreppan er av, fara tey
Vanliga eri eg ein bjartskygdur
persónur, men koronakreppan hevur
bumbað okkum fleiri ár aftur í tíðina.
Eg trúgvi tó, at 2021 aftur verður eitt
gott ár fyri føroysku ferðavinnuna, tí tað eru enn
ferðafólk, sum ætla at vita, fáa tey høvi
Hyggjarar kunnu uppliva
Føroyar live úr luftini,
á sjógvi og á landi
Mynd: Kirstin Vang /
Visit Faroe Islands