hósdagur 23. apríl 2020síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. APRÍL 2020
SOSIALURIN 38
9
aftur at økja um lýsingarátøkini
við nógva ferðir størri peninga
upphæddum enn Visit Faroe Is
lands hevur atgongd til. Hendan
framferðarháttin valdi Visit Faroe
Islands tó ikki at brúka.
– Tað valdu vit ikki at gera, tí
tað gevur einki PR. Vit hava valt
ein annan taktikk enn hini. Vit eru
eitt pinkalítið ferðaráð, og tí mugu
vit hugsa eyka kreativt fyri at náa
út, sigur Guðrið Højgaard.
Gurðrið Højgaard greiðir víð
ari frá, at tað er ómetaliga um
ráðandi fyri Føroyar og føroysku
ferðavinnuna at fáa góða umtalu
úti í heimi á hendan hátt, tí á Visit
Faroe Islands vita tey, at onnur
ferðaráð kring heimin fáa nógv
størri fígging enn tey umframt
fíggjarlig ískoyti, nú korona
kreppan hevur hálað teppið und
an ferðavinnuni.
– Um stutta tíð koma hini ferða
ráðini á banan aftur við nógvum
pengum. Tá fara vit at síggja tey
alla staðni, men tá drukna vit her
heima, sigur hon og leggur síðani
aftrat, at tað tí er serstakliga
umráðandi við slíkari umrøðu.
– Vit hava vunnið fleiri heiðurs
lønir, hóast vit hava smá projektir
og eru eitt av minstu ferðaráðnum
í heiminum. Tað er tí, at vit hava
lítil stuttlig og fangandi hugskot,
og vit gera nakað, sum er øðrvísi
við lítið av pengum og fáum
starvsfólkum, sigur stjórin á Visit
Faroe Islands.
Hon heldur, at fólk eftir fimm
vikur við koronatíðindum og
undantakstøðu nú skríggja eftir
øðrvísi og positivum søgum.
– Hetta hevur verið væl mót
tikið, tí fólk sita og droyma um
at fara at ferðast og hugsa um
næsta túrin, sum tey ætla sær
á, tá tey kunnu. Hetta fær tey at
ynskja at koma til Føroyar. Og
tað er eitt av endamálunum við
hesum átakinum. Tí umframt
at undirhalda hyggjarnar her og
nú, so ynskja vit eisini at fáa tey
at hugsa um Føroyar, og hvar tey
ætla sær at fara. Eisini vilja vit
røkka teimum, sum áttu at havt
verið her og vitjað júst nú, men
ikki kunnu vegna koronakrepp
una, sigur hon.
Hugskotið er orginalt, og tað
eiga tey í Visit Faroe Islands.
Hóast fleiri ferðaráð nýta virtural
tours, sum eru filmaðar ferðir,
so veit Guðrið Højgaard ikki um
nakran annan, sum hevur gjørt
tað á slíkan interaktivan hátt sum
remote tourism ger.
– Tað er eisini orsøkin til, at vit
hava fingið so nógv uppmerksemi
frá stórum altjóða miðlum, so sum
NY Times og Washington Post,
sigur hon.
Stórt uppmerksemi
Guðrið Højgaard greiðir frá, at
tey síggja, at miðladekningurin í
ymisku londunum gevur úrslit. Á
fyrsta túrinum fylgdu fleiri enn
25.000 fólk við. Flest teirra vóru úr
Onglandi. Orsøkin var, at miðlar,
so sum The Guardian og The
Telegraph skrivaðu um átakið.
Undanfarna vikuskifti høvdu
amerikansku miðlarnir The New
York Times og Washington Post
greinar um átakið, og tá vóru
fleiri amerikanarar við á túrunum.
Mánadagin var lýsingarátakaið
umrøtt í italienskum miðlum, og
tá vóru fleiri hyggjarar úr Italia
við.
– Verizon media metir, at 10,5
milliónir fólk hava lisið greinar um
átakið, og 7,5 milliónir hava sæð tað
verið lutað á sosialu miðlunum.
Hetta hevur einki kostað, sigur
Rune Hørslev, kontaktdirektør
og partaeigari í lýsingarfyritøkuni
Mensch, sum saman við Sansir
eru lýsingarfyritøkurnar handan
átakið, í samrøðu við Dansk
Markedsføring.
Í somu grein sigur hann eisini,
at átakið 21. april hevði fingið
umtalu í 412 tíðindagreinum, og
miðlarnir, ið hava veitt umtaluna
hava ein lesaraskara á 2,84 milli
ardir fólk kring allan heimin.
Eisini hevur Visit Faroe Is
lands, eftir at remote tourism
varð latið úr hondum, fingið fleiri
fyrispurningar um at halda fyri
lestrar fyri øðrum ferðaráðum,
sum søkja íblástur.
Heldur væntandi á
Upprunaliga var ætlanin, at lýs
ingarátakið skuldi halda á í 10
dagar við ymiskum útferðum á
sjógvi, landi og í tyrlu. Men áhugin
er so mikið stórur, at avgjørt varð
at leingja tað.
– Átakið heldur áfram hvønn
dag hesa vikuna, og so er ætlanin
at vit hava remote tourism
útferðir eina til tvær ferðir um
vikuna, inntil koronakreppan er
av, sigur hon.
Tveyskots-rakett
Seinastu árini hevur Visit Faroe
Islands megnað at latið úr
hondum nøkur heimsins mest
væleydnaðu lýsingarátøkum:
Closed for Maintenance, Faroe Is
lands Translate og Google Sheep
View. Øll átøk, sum hava tikið
heiðursmerki við til Føroya. Tá
Guðrið Højgaard verður spurd,
hvat tað næsta verður, sigur hon,
at tey hava lagt ætlan um eina
tveyskots-rakett hesa korona
tíðina. Remote tourism var fyrsta
skotið, og síðani vóna tey, at tey
hava nokk av peningi til at gera
eitt størri átak, tá koronakreppan
hevur lagt seg. Tað krevur tó eina
størri fígging, sigur Guðrið Høj
gaard.
Verizon media metir, at 10,5 milliónir
fólk hava lisið greinar um átakið, og
7,5 milliónir hava sæð tað verið lutað á
sosialu miðlunum
Tað truplasta er, haldi eg, at vit vita
ikki, nær hetta fær ein enda, nær
mørkini lata upp og nær marknaðurin
er klárur aftur
Lýsingarátakið »Remote Tourism«
hevur longu rokkið milliardum
Mynd: Kirstin Vang / Visit Faroe Islands
Áhugin í ferðunum er so stórur, at avgjørt
er at halda áfram til koronakreppan er av
Mynd: Kirstin Vang / Visit Faroe Islands