hósdagur 23. apríl 2020síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. APRÍL 2020
SOSIALURIN 38
10
Góða mamma og babba.
Ein heilsan til tykkara á 65 ára
brúdleypsdegnum 30. apríl 2020.
Vit
høvdu
glett
okkum
at
hátíðarhalda hendan dagin, men corona
hevur tíverri steðgað hesum.
Babba er svínoyingur, sonur Mallu
og Edvard Jacobsen. 14 ára gamal fór
hann til skips, men gjørdi skjótt av við
skipslívið. Fór at læra jarnsmíð í Ídni í
Klaksvík, og aftaná til maskinmeistara.
Meðan hann var í læru, búði babba
á Bumshamri hjá mammubeiggjanum
Símun hjá Póli, og tá var tað, at tað
rann saman millum mammu og babba.
Mamma búði eisini á Bumshamri
hjá foreldrunum Sannu og Sivar
Frederiksen, sum bæði vóru úr Kunoy.
Mamma arbeiddi sum ung í handli hjá
Kemma og hjá Gudda.
Tá ið babba var liðugur við út
búgvingina, fór hann út at sigla við
ØK. Mamma flutti niður til Keyp
mannahavnar at búgva. Hon arbeiddi
hjá KFUM & K, og 30. apríl 1955 giftust tey
bæði á ráðhúsinum í Keypmannahavn.
Tey hava búð í fleiri støðum, Keyp
mannahavn, Grønlandi, har babba var
maskinmeistari á einum elverki í Cap
Tobin, fluttu síðani heim aftur til Klaks
víkar í 1958. Í januar 1962 fluttu tey til
Havnar. Fyrst íbúð í Mýrigøtu, keyptu
síðani raðhús í Sornhústún, og til síðst
bygdu tey hús á Miðrás 3 í 1970, og hava
búð har síðani.
Malla varð fødd í Keypmannahavn,
Sjúrður í Grønlandi, Edvard og Súsanna
í Klaksvík, og Bogi og Rósa vórðu fødd
í Havn.
Rósa býr í Sveits, Malla, Súsanna og
Bogi búgva í Havn, og Edvard og Sjúrður
búgva í Svínoy, har Sjúrður hevur
endurstovnað alistøðina.
Babba
hevur
siglt
sum
maskinmeistari við fleiri skipum, meðan
mamma hevur verið heimagangandi –
altíð stuðlandi og tann tryggi kletturin,
tá man kom úr skúlanum sum barn, og
seinni tá man kom á gátt. Altíð klár við
kaffi/the og onkrum góðum afturvið.
Babba hevur sera góðar hendur.
Hevur lært bátasmíð hjá Pól Johannes
Poulsen (Pollarin). Hevur bygd ca. 50
bátar.
Í 1981 lat hann, saman við bróðrinum
Inga og og 2 synum sínum, trolaran
Dragaberg byggja í Fraklandi. Teir
høvdu trolaran í 5 ár, tá teir seldu hann
aftur.
Í 1986 bygdi babba smoltstøð í Svínoy,
og fluttu tey til Svínoyar, har tey búðu
hjá ommu, sum tá var blivin gomul, og
var takksom fyri at tey fluttu inn har.
Tey høvdu annars keypt og endurbygt
húsini hjá abbanum á faðirsíðuni,
Símun Júst Jacobsen.
Mamma hevur altíð verið heima.
Hettar var ein stórur tryggleiki hjá
okkum børnum. Vit fingu ein kærleiks
fullan uppvøkstur, og Guds trúgvin
hevur verið sett í hásætið í heiminum.
Tey eru sera gestablíð. Familjan er
stór, og eru tey altíð glað at fáa vitjan
av familju og vinum. Hóast tey nú
eru ávikavist 87 og 89 ár, eru tey sera
væl fyri, og røkja stóru sethúsini á
Frælsinum væl, eisini tann prýðiliga
urtagarðin.
Orðtøkini 17:6 siga: Krúna hinna
gomlu er barnabørn, og prýði barnanna
er fedrar teirra. Mamma og babba eru
ómetaliga glað fyri barnabørnini og nú
eisini langommu- og langabbabørn. Tey
fylgja væl við teimum, og elska at fáa
vitjan.
Vit ynskja tykkum hjartaliga til lukku
við krúndiamantbrúdleypinum, og
vóna at vit hava tykkum leingi afturat.
Malla, Sjúrður, Edvard, Súsanna, Bogi
og Rósa við familjum.
Ein heilsan til
krúndiamantbrúðarparið
Munda og Bjarni Jacobsen