hósdagur 23. apríl 2020síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. APRÍL 2020
SOSIALURIN 38
11
ANNIKA KUNOY IM
T
ilmælt verður, at vit
bæði vaska og spritta
hendurnar javnan
allan dagin sum fyri
birging av koronasmittuni. Nú
tey minstu eru farin aftur á
dagstovnarnar og í skúla, skulu
tey eisini vaska og spritta við
jøvnum millumbili. Alsamt fleiri
fáa turrar og reyðar hendur,
og tað er tí eisini umráðandi,
at vit ansa eftir hondunum,
tí húðin verður irriterað og
vandi er fyri at fáa húðeksem
og húðovurviðkvæmi. Tí mælir
Astma-allergi Danmark til, at
vit eisini verja hendurnar, tá
vit verja okkum móti virusinum.
Hondvask og spritt tekur
burtur feittið, sum er í húðini.
Verður húðverjan skødd, so
økist vandin fyri eksem eisini.
Viðmælt verður tí at brúka sápu
og spritt, sum hava ovurvið
kvæmismerkini »Den Blå Krans«
ella »Asthma Allergy Nordic« tá
hendurnar nú verða vaskaðar so
mikið ofta. So kanst tú vera vís
ur í, at tú ikki vaskar hendur við
perfumu og øðrum tilfari, sum er
viðkvæmiselvandi. Honsprittini
skulu eisini innhalda tilfar, sum
tryggja, at húðin ikki verður
turr.
Tove Agner, professari á
Dermatologisku deild á Bispe
bjerg Hospital, sigur við DR, at
fleiri foreldur og starvsfólk á
stovnum og skúlum hava vent
sær til teirra við fyrispurningum
um júst turrar og skaddar hend
ur, sum eru vaskaðar ov nógv.
– Hondeksem er herviligt,
tí tá ein hevur fingið tað, so er
tað ofta ein trupulleiki, sum er
verður verandi, sigur hon.
Hon sigur eisini, at tað er
umráðandi at fyribirgja hond
eksem í hesum døgum, nú vit
mugu halda gott hondreinføri.
Her hevur hon fýra konkret ráð
til, hvussu hondrøkt kann fylgja
við hondreinførinum.
1. Brúka nógv
fuktigheitskrem
Vel fuktigheitskrem í tubu, sum
ikki hevur perfumu og sum
eisini hevur meir enn 20 prosent
feitt. Liggur feittprosentið
um 20, drekkur húðin lættliga
kremið í seg, og hondin kennist
ikki feittutt. Brúka serliga nógv
krem heima um kvøldið.
2. Tak ringarnar av
Tove Agner greiðir frá, at eksem
byrjar ofta undir einum ringi, tí
restir av sápu liggja eftir undir
ringinum, tá hendurnar eru
vaskaðar, og tá sápurestirnar
torna, verður húðin irriterað.
Hóast børnini vanliga ikki nýta
ringar, er hetta umráðandi at
hava í huga, heldur hon.
3. Vaska hendur í
flógvum vatni
Hendurnar skulu vaskast í
flógvum og ikki ov heitum vatni.
Hendurnar skulu vera vátar,
áðrenn sápan verður smurd
á, og so skulu tær skolast væl,
so ongar sápurestir eru eftir á
hondunum, áðrenn tær verða
turkaðar. Tove Agner sigur, at
sápan irriterar húðina lokalt,
og tí kunnu hendurnar gerast
reyðar og viðkvæmar. Tað kann
elva til eksem.
Tá hendurnar eru vaskaðar,
skulu tær turkast væl. Eru tær
vátar, verður húðin lættari út
turkað. Tá kunnu tær rivna og
skrædna. Fleiri stovnar hava til
dømis pappír at turka hendurnar
í. Best er, um pappírið er bleytt
og sýgur vatnið í seg.
4. Nýt handskar
í kuldanum
Tá tað er kalt úti er best at vera
í handskum. Nógv børn eru
úti í fleiri tímar hvønn dag, og
handskar kunnu tá verja hend
urnar, um tað er kalt í veðrinum.
Tove Agner sigur eisini, at tað
týdningarmesta er at nýta nógv
hondkrem við feitti sum fyri
byrging móti hondeksem. Men
fær barnið kortini hondeksem,
so má ein seta seg í samband
við læknan, sum kann útflýggja
heilivág.
Gott er at hava í huga, at børn,
sum hava barnaeksem eru í ser
liga stórum vanda fyri at fáa
irriteraða húð, tá hendurnar
nú skulu vaskast so mikið ofta.
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
ANSA EFTIR
HONDUNUM
Tilmælt verður, at vit bæði vaska og spritta
hendurnar javnan allan dagin sum fyribirging av
koronasmittuni. Men tað er tó eisini umráðandi,
at ansað eftir hondunum bæði hjá vaksnum og
børnum, tí húðin verður irriterað og vandi er
fyri at fáa húðeksem og húðovurviðkvæmi