hósdagur 23. apríl 2020síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. APRÍL 2020
SOSIALURIN 38
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
12
EIRIKUR LINDENSKOV
F
laggið, sum sæst her á
myndini, er júst tað flaggið,
sum teir fýra, Frede rick
Mason, ið varð send ur
til Føroya sum nýggjur bretsk ur
konsul, Carl Aage Hilbert, amt mað-
ur, Crowther, bretskur her ovasti
í Føroyum, og Valdemar Lüt zen,
konsul, góðkendu á fundi á skriv-
stovu ni hjá Valdemar Lützen í
Rættará hendan seinnapartin 25.
apríl í 1940.
Í morgin eru liðin 75 ár síðani
hendan fund, sum fekk so stóran
týdn ing fyri samleika okkara og
tjóða r eyðkennið, Merkið.
Tað var Jens Hendrik Oliver Lis berg,
sum teknaði flaggið longu í juni í 1919.
Í 1920’unum fóru fólk at flagga við tí,
men góðkent sum føroysk flagg var tað
ikki fyrr enn bretska her set ing ar valdið
góðkendi tað 25. apríl í 1940.
Tá Danmark varð hersett av Týsk-
landi 9. apríl, og Føroyar av Bretlandi
13. apríl í 1940 vórðu trupulleikar við
flagginum, tí føroysk skip kundu
ikki sigla við donskum flaggi, tí vi
her setingini var Danmark í parti við
Týs k landi.
Tí vóru góð ráð dýr hjá føroyingum,
sum vórðu noyddir at finna sær
annað tjóðarmerki, enn Dannebrog.
Tjóð skaparstríð kom sum vera man
uppí, og tað varð kanska ein praktisk
loysn hjá hersetingarvaldinum júst
at velja Merkið heldur enn okkurt
annað flagg, sum kundi verið gjørt
til endamálið.
Fundur hjá Valdemar
Lützen
Fundur er hjá enska konslinum í
Føroyum, Valdemar Lützen, á skriv-
stovu hansara í handilsvirkinum úti
í Rættará – tað sum nú verður nevnt
Østrøm. Umframt Valdemar Lützen
eru eisini nýggi konsulin, Frederick
Mason, Crowther, bretski herovsastin
í Føroyum og sjálvur amtmaðurin
Hilbert.
Tá teir hava sitið og fundast eina
løtu, gloppar Valdemar Lützen hurð-
ina til skrivstovuna, og spyr, um
onkur hevur eitt føroyskt flagg at
lána sær.
Alfred Rasmusen, sum tá var skriv-
stovumaður har, játtar, men leggur
afturat, at tað er eitt splittflagg, sum
er eitt borðflagg. Valdemar Lützen
takk ar og biður hann fara eftir tí.
Alfred Rasmussen kemur tá í
tank ar um, at flaggið liggur í Losjuni,
har samkoma var kvøldið fyri, har tey
høvdu heiðrað Thomas Askham, sum
tá hevði verið losjulimur í 40 ár.
Alfred lænir eina súkklu og sporar
so heim í Losjuna á Tinghúsvegnum
og fær hendur á flagginum, sum so-
leiðis fær heiðurin at verða júst tað
flagg ið, sum var modell fyri avgerðini
um flagg føroyinga.
Føroyar hertiknar
Bretska hersetingin í Føroyum
byrjaði seinnapartin 13. apríl í 1940, tá
tveir vápnaðir trolarar og krússarin
Suffolk komu á Havnarvág, og eitt
herlið frá Royal Marines varð sett á
land.
Nú vóru Føroyar hertiknar.
Føroyingar tóku væl ímóti bretsku
her deildunum, og viðurskiftini við
her setingarvaldið vóru yvirhøvur
góð tey fimm krígsárini. Løgtingið
mót mælti tó bretsku hersetingini
av Før oy um, men mótmælið var bara
proforma, tí føroyingar vildu heldur
hersetasat av bretum enn týskum.
Máttu hava annað flagg
Stríðið um flaggið kom, tí bretar
kundu ikki góðtaka, at føroysk skip,
sum vóru í parti við Bretlandi, kundu
sigla við danska merkinum, Danne-
brog, tá ið hersetta Danmark var
í parti við Týsklandi. Stríðið vardi
dag ar nar fram til 25. apríl.
Okkurt hoyrdist um annað flagg,
sum skuldi verða gjørt til føroyingar,
fyri at tjóðeyðkennið, Merkið, ikki
skuldi brúkast. Okkurt var nevnt
um eitt grønt flagg. Tað varð hildið
av summum hildið at skapa ov
nógv rumbul at brúka eyðkennið
hjá loysingarrørsluni sum føroyskt
tjóðar merki.
Amtmaðurin boðaði frá, at hann
hevði ikki sett nakað uppskot fram
um annað flagg. Hann mótmælti
eisini av gerðini um at strika
Dannebrog, men góðtók tó at
ganga undir tær treyt ir, sum
hersetingarvaldið setti – eisini at
lata kunngera, at føroyska flagg-
ið, Merkið, skuldi góðkennast og
nýtast av føroyskum skipum.
Soleiðis kann sigast, at
hansara mót mæli kanska
eisini var proforma – eins og
mótmæli Løgtingsins móti
bretsku hersetingini.
Føroyar bumbumál
Á føroyskum leiðum sigldu nógvir
týskir kavbátar, og frá støðum
í Noregi sveim aðu nógv týsk
bumbuflogfør, ið gjørdu álop á
skipafylgi hjá teimum sam eindu
vesturi í havi. Hugsast kundi, at
rættiligt kríggj kom at standa í
Norðuratlantshavi. Tí høvdu Før oy-
ar stóran hermálsligan týdning.
Bretar bygdu flogvøll við hangari
og flogstøð til vatnflogfør, settu loft-
verju kanónir og aðrar kanónir upp
víða hvar og minuløgdu firðirnar.
Havið um Føroyar gjørdist sera
vanda mikið, men føroyingar, ið eru
bundnir at havinum, høvdu einki
annað í at velja enn at halda fram við
at sigla. Trot var á fiski í Bretlandi,
og før oysk fiskiskip tóku upp eina
løn andi sigling við ísfiski úr Íslandi
á bretska marknaðin.
Av tí at Bretska hersetingarvaldið,
at øll føroysk skip skuldu flagga við
før oyskum flaggi, og at føroyskt flagg
og orðini Faroes og Føroyar skuldu
verða málað á skipsíðurnar, varð flagg
okkara góðkent. Fyrst av bretska
her setingarvaldinum í Føroyum, og
seinni – við heimastýrislógini eisini
viður kend av donskum myndug leik-
um.
HETTA ER
FLAGGIÐ SUM
VARÐ GÓÐKENT
25. APRÍL Í 1940
Skrivstovumaðurin hjá Valdemar Lützen, Alfred Rasmsussen, súkklaði heim
í Losjuna eftir einum føroyskum borðflaggi – sum fekk heiðurin at verða júst
tað flaggið, sum varð góðkent sum Merkið føroyinga tann 25. apríl í 1940
nnað flagg,
øroyingar,
erkið, ikki
var nevnt
varð hildið
skapa ov
yðkennið
føroyskt
á, at hann
kot fram
ótmælti
strika
k tó at
r, sum
isini at
flagg-
ast og
um.
t, at
nska
s og
móti
nir at havinum, høvdu einki
í at velja enn at halda fram við
a. Trot var á fiski í Bretlandi,
oysk fiskiskip tóku upp eina
di sigling við ísfiski úr Íslandi
ka marknaðin.
tí at Bretska hersetingarvaldið,
øroysk skip skuldu flagga við
kum flaggi, og at føroyskt flagg
ini Faroes og Føroyar skuldu
málað á skipsíðurnar, varð flagg
a góðkent. Fyrst av bretska
ingarvaldinum í Føroyum, og
– við heimastýrislógini eisini
end av donskum myndug leik-
T
40
eim
júst
Júst í dag eru liðin 80
24.
tí við