týsdagur 1. august 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
-Samstundis, sum samráð-
ingar eru við donsku stjórn-
ina um fullveldi, arbeiðir
landsstýrið miðvíst fyri at
laga føroyska samfelagið til
eina trygga skiftistíð.
Tað segði Anfinn Kalls-
berg, løgmaður, í ólavsøku-
røðu síni, tá ið tingsetan
2000 varð sett ólavsøkudag.
- Nú, vit hava havt tríggj-
ar fundir, er tað greitt, at um
partarnir nýta neyðuga orku
og tíð upp á veruliga sam-
ráðingar, kann sáttmálin
gerast liðugur, so hann kann
leggjast fyri Løgtingið og
Føroya fólk til støðutakan.
Anfinn Kallsberg segði,at
higartil hava samráðingar-
fundirnir í stóran mun líkst
einum valstríði mótvegis
danska og føroyska veljar-
anum gjøgnum fjølmiðl-
arnar, heldur enn veruligar
og virðiligar samráðingar.
Danska heildarveitingin til
Føroya hevur verið høvuðs-
amboðið í hesum valstríði,
sum tíverri hevur vent kik-
aranum móti óneyðugum
trupulleikum og fordómum,
og hevur lýst føroyingar
sum krevjandi móttakarar
frá danska skattgjaldaran-
um, heldur enn at lýsa teir
stóru møguleikar og av-
bjóðingar, sum standa fyri
framman í einum sjálvstøð-
ugum Føroyum, segði An-
finn Kallsberg.
- Hetta staðfestir, at før-
oyingar hava ikki nakra
politiska javnstøðu í altjóða
fólkarætti. Tí lýsir samráð-
ingargongdin júst tørvin á,
at føroyska tjóðin nú fær
evsta valdið og fulla ábyrgd
fyri egnum viðurskiftum,
segði løgmaður.
Hann legði afturat, at
landsstýrið er sannført um,
at tað fer at eydnast at koma
burturúr teirri óvirðiligu
støðuni í samráðingunum.
Tí miðjar landsstýrið eftir
at fáa samráðingarnar lidn-
ar, so úrslitið kann leggjast
fyri Løgtingið og til fólka-
atkvøðu, eftir at sáttmálin
er undirskrivaður.
Betala okkara egnu
skiftistíð
Anfinn Kallsberg legði dent
á, at samstundis, sum sam-
ráðingarnar verða gjørdar
lidnar, arbeiðir landsstýrið
miðvíst fram ímóti at fyri-
reika føroyska samfelagið
til eina skiftistíð og til fult
sjálvbjargni.
Hann segði, at longu fyrst
í tingsetuni verða stig tikin
til hetta.
- Vit fara at leggja upp-
skot um ein búskaparligan
skiftisgrunn fyri Løgtingið.
Grunnurin skal hýsa teim-
um upphæddum, sum skulu
nýtast í skiftistíðini. Grunn-
urin kann samskipast við
tann búskapargrunnin, sum
uppskot er um í Hvítubók,
og sum ætlanin er at stovna
í sambandi við møguligar
inntøkur av ráevnisvinnu.
- Í fyrsta umfari er tó talan
um ein beinleiðis skiftis-
grunn, ið fer at geva lands-
stýri og løgtingi møguleika
at legga eina egna, trygga
skiftistíð til rættis yvir eitt
ávíst áramál, segði løgmað-
ur
Hann segði, at uppskot
verður eisini lagt fyri tingið
um at víðka føroysku út-
búgvingarstuðulsskipanina
til allar lesandi føroyingar
uttanlands.
Landsstýrið
skjýtur upp, at útbúgvingar-
stuðulin verður á sama stigi
sum danski SU-stuðulin.
Anfinn Kallsberg segði,
at á samráðingarfundinum
17. mars kom ein sera týdn-
ingarmikil sannroynd er
komin á borðið.
- Á fundinum varð greitt
sagt, at um danska stjórnin
metir, at føroyska livistøðið
mált í bruttotjóðarúrtøku pr.
íbúgva verður hægri enn í
amtum í Danmark, so verð-
ur heildarveitingin til Før-
oya minkað. Á fundinum
vísti stjórnin somuleiðis á,
at eftir hesum máti er livi-
støðuð í Føroyum longu
ájavnt ella á hægri enn eitt
nú Bornholms Amt.
- Hesin upplýsingurin,
sum framsøgumaðurin hjá
danska javnaðarflokkinum
síðani hevur endurtikið í
donsku fjølmiðlunum, er
sera týdningarmikil. Hann
sigur okkum, at valið stend-
ur ikki millum fullveldi við
hørðum
búskaparligum
krøvum, mótvegis einum
heimastýri við donskum
peningaveitingum.
Løgmaður gjørdi tí greitt,
at valið hjá føroyingum
stendur hinvegin ímillum:
1. Fulla ábyrgd og fult
sjálvræði við einum sátt-
mála um búskaparliga skift-
istíð fyri danskar peninga-
veitingar til Føroya.
2.
Ella
framhaldandi
heimastýri uttan fult sjálv-
ræði og uttan fulla ábyrgd,
har skiftistíðin verður framd
av donskum myndugleik-
um, uttan at vit hava ræðið
Fullveldi: Vit skulu sjálvi
betala eina rímiliga skiftistíð
– Landsstýrið fer longu í heyst at
leggja uppskot fyri tingið um at seta
ein búskaparligan skiftisgrunn á
stovn. Samstundis skal útbúgvingar-
stuðulin hækkast
Danska stjórnin hevur gjørt greitt, at blokkstuðulin fer at minka undir øllum umstøðum, um livistøðið í Føroyum
verður ov høgt, segði Anfin Kallsberg, løgmaður, í ólavsøkurøðuni Mynd: Jens K. Vang
á gongdini.
Hann legði afturat, at í
Hvítubók varð víst á, at før-
oyingar undir øllum um-
støðum skulu laga seg bú-
skaparliga til eitt samfelag
uttan blokkstuðul úr Dan-
mark, tí hetta kann skapa
ein sjálvberandi og tryggari
búskap. Tað sama siga
flestu danskir búskaparfrøð-
ingar.
- Tí er tað sostatt bert ein
spurningur um, hvussu vit
semjast um at seta sátt-
málauppskot landsstýrisins
í verk, soleiðis at føroyski
veljarin kennir seg tryggan
at taka við avbjóðingini.
- Landsstýrið hevur biðið
um at fáa komandi fund í
Føroyum, og at samráðst
verður liðugt um allar teir
partar av sáttmálanum, sum
verulig samráðing hevur
verið um.
- Landsstýrið kannar
møguleikarnar fyri at fáa
eina veruliga samráðingar-
støðu við altjóða fordømum
um slíkar samráðingar.
- Í sambandi við hesar
samráðingar skal landsstýr-
ið eisini útvega eitt óheft
búskaparligt grundarlag,
sum kann nýtast sum grund-
arlag fyri eini politiskari
semju um eina rímiliga bú-
skparliga skiftitstíð.
Landsstýrið hevur biðið
um, at næsti samráðingar-
fundur verður beint eftir
summarfrítíðina,
men
danska stjórninsigur, at tað
ber ikki til at koma fyrrenn
eftir fólkaatkvøðuna um
evruna í september.
gult cyan magenta svart
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 144 - 1. august 2000
gult cyan magenta svart
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Hjørdis Árnadóttir
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakstein
Edvard Joensen
Rúnar Reistrup
Dia Midjord
Stefan í Skorini
Ítróttur: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður: Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820 Fax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: P/F Prentmiðstøðin
Sosialurin
Oddagrein
Komið í rasshaft
LÍKT er til, at landsstýrið er komið í rasshaft í
sjálvstýrismálinum. Fráboðanirnar í ólavsøku-
røðu løgmans eru ikki serliga greiðar. Tær
eru heldur trilvandi, og geva ikki nakra greiða
ábending um, hvat vit kunnu rokna við.
LANDSSTÝRIÐ ásannar, at tað verður neyð-
ugt hjá okkum at skipa ta neyðugu skiftistíðina
fyri at skapa tryggleika fyri framtíðina hjá
Føroya fólki. Hetta, tí danska stjórnin heldur
fast um eina fýra ára langa skiftistíð. Ja,
landsstýrið ásannar, at hetta »uppskotið er
ikki til samráðingar, og tí ultimativt«.
MEN seinni staðfestir løgmaður, at landsstýrið
arbeiðir við »at útvega eitt óheft búskaparligt
grundarlag, sum kann nýtast sum grundarlag
fyri eini politiskari semju um eina rímuliga
búskaparliga skiftistíð«.
HÓAST landsstýrið staðfestir, at uppskotið
hjá donsku stjórnini – sum meirilutin í fólka-
tinginum tekur undir við – er ultimativt, so
hevur landsstýrið kortini eina vón. Tí verður
eitt »óheft búskaparligt grundarlag« útvegað.
So kann spyrjast, um hetta ikki er í so bláoygt,
tá vit hava allar viðmerkingarnar hjá donskum
politikarum – úr samgongu og andstøðu – í
huga!
KANSKA. Men landsstýrið byggir borð fyri
báru. Tí løgmaður boðar eisini frá, landsstýrið
leggur dent á at fyrireika føroyska samfelagið
í eini skiftistíð til fult sjálvbjargni. Tí skal ein
búskapargrunnur stovnast, sum skal geva
møguleika fyri at »leggja okkara egnu, tryggu
skiftistíð til rættis yvir eitt ávíst áramál«. Hvað-
ani peningurin skal koma í grunnin, sigur løg-
maður einki um.
LANDSSTÝRIÐ heldur óivað, at politikkurin
er greiður, men munnu tað ikki vera mong
sum halda – við ólavsøkurøðuni í huga – at
landsstýrið í løtuni ikki veit síni livandi ráð.
Tjóðveldisflokkurin kann góðtaka eina stutta
skiftistíð, men Fólkaflokkurin hevur ásannað,
at eingin fólkaatkvøða verður, um skiftistíðin
ikki verður eini 12 ár!
FLESTU føroyingar halda, at stjórnin og fólka-
tingið eru í so »stívrend« og at danir áttu at
kunna tryggja Føroyum eina longri skiftistíð,
um stjórnin meinti nakað við avtaluna við
landsstýrið í juni í 1998. – Men eru vit ikki
komin í verandi støðu, tí føroyska »uppkastið«
til eina nýggja stjórnarskipan legði frá byrjan
ikki upp til virðiligar samráðingar millum tveir
partar, sum andstøðuflokkar á tingi m.a. hava
víst á? Harafturat hava ótaldar kanningar víst,
at føroyski veljarin ynskir eina skipan sum
liggur millum heimastýrisskipanina og loys-
ingina!
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at elskaði maður mín og pápi okkara
KARL VANG
Kaldbak
andaðist á Landssjúkrahúsinum fríggjamorgunin
28. juli, 83 ára gamal.
Ístaðin fyri blómur, kann ein gáva latast til
Zarepta.
Fyri tey avvarðandi
Anna, Haldur, Eyðun, Hjørleif, Annfinn,
Karin, Hanna, Arna og Karstin
✝
JÓGVAN H. GARDAR,
OSLO
Sambært bretska blaðnum
Sunday Times, ið hevur
fingið atgongd til komandi
ársfrágreiðingina hjá felags-
skapinum, so hevur felags-
skapurin nógv at stríðast
við. Serliga eru teir fíggjar-
ligu trupulleikarnir stórir,
samstundis sum stór innan-
hýsis ósemja ger arbeiði
sera trupult.
Og støðan gerst ikki fræg-
ari av at Thilo Bode, ið sam-
skipar arbeiði hjá Green-
peace International og teim
30 lokalu deildunum, nú
hevur sagt seg úr starvi.
Víðgongdir
Ein av stovnarunum av
Greenpeace, Patrick Moore,
er í øðini inn á leiðsluna,
og kallar hana fyri bæði víð-
gongda og vinstrahalla.
Hann meinar eisini at leiðsl-
an í dag ikki hevur evnini
til at góðtaka vísindalig
prógv í sínum arbeiði fyri
eitt betri umhvørvi.
Sambært norsku tíðinda-
stovuni NTB hevði Green-
peace fleiri enn fimm milli-
ónir limir fyri 15 árum
síðani, men í 1994 var talið
Norski fiski-
flotin eldist
Seinastu tíggju árini er
meðalaldurin øktur við
fimm árum, úr 19 uppí 24
ár. Hetta vísa tøl sum eru
almannakunngjørd í árs-
frágreiðingini hjá Fiskeri-
direktoratet.
Limirnir flýggja
frá Greenpeace
Umhvørvisfelags-
skapurin Green-
peace er í stórum
trupulleikum og
hevur í dag 2,6
milliónir færri
limir í dag, sam-
anborið við mið-
skeiðis í 80‘unum.
Í norðanlondum
er bert ein deild
eftir, mótvegis
fýra fyri tveimum
árum síðani
um 4 milliónir. Seinastu
tølini skulu vísa at nú eru
ikki fleiri enn umleið 2,4
milliónir limir eftir.
Tey
atfinningarsomu
hava víst á at Greenpeace
meir og meir minnir um fe-
lagsskapir og fyritøkur sum
tey vanliga hava funnist at.
Til dømis hevur tað ikki
hóvað øllum umhvørvisvin-
arligum sálum, at Green-
peace fyri stuttum leigaði
eina heila italienska bygd,
har tey í eina viku hildu
fund fyri leiðarum sínum.
Og tey komu øll sjálvandi
við flogførum til Italia.
Fíggjarligu trupulleikar-
nir merkjast nú í felagsskap-
inum, og krøvini frá leiðsl-
uni í Amsterdam, har
Greenpeace International
heldur til, er at allar tjóðar-
ligar deildir skulu geva eitt
yvirskot. Gera tær ikki tað,
so verða tær kastaðar út úr
Greenpeace-familjuni.
Stongja deildir
Feskastu tíðindini siga at
Greenpeace Ukraina skal
latast aftur, og fyri stuttum
læt írska deildin aftur.
Her í Norðanlondum hev-
ur gingið av skriðuni seinnu
árini. Í Noregi kom felags-
skapurin við egnari deild í
1988, men í 1998 var tíðin
komin til at lata aftur.
Greenpeace Noreg, Green-
peace Svøríki og Green-
peace Finland blivu í 1998
lagdar saman til eina deild
við skrivstovu í Stockholm.
Fyri einum ári síðani var
tíðin komin til at lata aftur í
Danmark. Greenpeace Dan-
mark er nú eisini ein partur
av Greenpeace Norden í
Stockholm.
Í USA hevur felagsskap-
urin seinastu fimm árini
mist meir enn 700.000
limir, og hevur í dag umleið
300.000 limir. Í Stórabret-
landi er meir enn hvør triði
limur horvin seinastu fimm
árini, og har eru í dag um-
leið 200.000 limir eftir.