Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-08-01, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. august 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 5 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 144 - 1. august 2000 Nr. 144 - 1. august 2000 gult cyan magenta svart gult cyan magenta svart EYÐUN KLAKSTEIN Ólavsøkukonsertin gjørdist eitt veruligt brak av eini konsert. Trý túsund fólk vóru á konsertini, sum var í Kommunuskúlagarðinum hóskvøldið, og serliga móti endanum av konsertini var rættiligur futtur í. Tað er FUT, sum stendur fyri Ólavsøkukonsertini, og í ár kundu teir millum annað lokka við eini forkunnugari framførslu hjá Frændum, sum man vera best umtókti føroyski tónleikabólkurin nakrantíð. Og tað sást eisini aftur á konsertini. Frændur endaði konsert- ina, og tað var sjón fyri søgn, at teir framvegis hava eitt serligt tak á áhoyr- arunum. Teir spældu nakrar av teimum mongu kendu sangunum, sum teir hava gjørt, og konsertfólkið livdi rættiliga við hesi fram- førsluni. – Frammanundan ivaðust vit í, um tey ungu kenna sangirnar hjá okkum, og tí vistu vit heldur ikki, hvørja móttøku vit skuldu vænta okkum. Men tað var ein fragd at síggja, at eisini tey yngstu sungu við, tá vit spældu sangir sum Føroyar og Lívsmynd, sigur Steintór Rasmussen, yrkjari og sangari í Frændum. Langt ímillum snapsirnar Tað er langt ímillum fram- førslurnar hjá Frændum, og nú teir aftur vóru á palli, kundu teir fegnast um, at teir vóru minst líka væl um- tóktir, sum teir áður hava verið. – Hóast vit hava spælt í nógv ár og ofta hava spælt fyri nógvum fólki, so hava vit ongantíð spælt fyri so stórar áhoyrarafjøld sum hesari, sigur Steintór Ras- mussen. Men hóast væleyndaðu framførsluna á Ólavsøku, so skal eingin vænta, at Frændur fer at verða ofta at hoyra í framtíðini. – Vit eru ongantíð rættiliga givnir at spæla, men vit hava allir annað at takast við enn júst Frændur. Tað er hugaligt at spæla, tá tað gongur so væl sum hesaferð, og vit fara ivaleyst á pallin aftur í framtíðini, men tað verður ikki ofta, sigur Steintór Rasmussen. Pengar í kassan Saman við Frændum lokk- aðu bólkar sum All That Rain, Clickhaze, Tangz og I Am tey mongu fólkini á Ólavsøkukonsert. So at siga alt gekk upp á stás undir konsertini, og bæði áhoyrarar og tónleik- Kókaði á Ólavsøkukonsertini 3000 fólk vóru til stóru rockkon- sertina hóskvøld- ið, sum veteran- arnir í Frændum endaðu við einum ordans braki arar fegnaðust um, at kon- sertini var væl fyriskipað, og at tíðarætlanin helt rætti- liga væl. Sølan av teimum umleið 3000 atgongumerkjunum hevði við sær eina inntøku upp á knapt 400.000 krónur, og hóast tónleikabólkarnir fingu ein part av køkuni, so rullaðu nógvar krónur niður í kassan hjá FUT. FUT hevur ikki verið ser- liga virkið seinastu árini, men afturvendandi Ólav- søkukonsertini er vorðið eitt lítið gullnám hjá felagnum. Poul Arni Holm úr Wild Child syngur fyri teimum mongu áhoyrarunum á Ólavsøkukonsertini. Mynd: Jens Kristian Vang 3000 fólk vóru á ársins Ólavsøkukonsert, sum gjørdist ein tann best eydnaða nakrantíð. Mynd: Jens Kristian Vang Seta tiltøk í verk fyri at tálma veiðitrýstið Veiðitrýstið á fiskastovnarnar undir Føroyum er ov stórt, og tí fer landsstýrið at seta tiltøk í verk fyri at tálma trýstið EYÐUN KLAKSTEIN Arbeiðið at orða ein greiðan fiskivinnupolitikk heldur fram, og landsstýrið miðjar eftir at leggja eitt uppskot fram í hesi tingsetuni. Hetta segði Anfinn Kalls- berg í løgmansrøðuni, tá tingið varð sett á ólavsøku. – Reguleringstiltøkini skulu tryggja endamálsorð- ingarnar í lógini um vinnu- ligan fiskiskap, so fiska- stovnarnir undir Føroyum verða gagnnýttir burðardygt við fiskidøgum, stongdum økjum og friðingum á gýt- ingarleiðum, segði løgmað- ur. Hann vísti á, at veiði- trýsið framvegis er ov stórt, og at landsstýrið tí – eins og tað hevur fráboðað – má seta tiltøk í verk, sum fara at minka um veiðitrýstið, so tað svarar til tað, sum fiski- stovnarnir tola. Framyvir verður eisini neyðugt at halda fram við at gera fiskirættindini meira umsetilig. Løgmaður greiddi í røðu síni frá, at fiskiveiðiavtal- urnar við onnur lond geva minni av botnfiski í 2000, samstundis sum útlendsk veiðirættindini á føroysku landleiðini eru skerd. – Størsta niðurgongdin í botnfiskakvotunum stavar frá niðurskurðinum í Bar- entshavinum. Við teimum góðu fiskaprísunum eru tó útlit til, at hetta árið hjá fiskivinnuni verður eins gott og undanfarna ár, segði løgmaður. Byggingin av nýggja vaktarskipinum gongur eftir ætlan, og skipið verður í Føroyum fyrst í oktober mánaði. Við tveimum stór- um skipum verður Fiski- veiðieftirlitið og Bjarging- artænastan nógv betri. – Arbeitt verður eisini við at samskipa tyrlutænastu til bjarging, sjúkraflutning og ferðaflutning. Í sambandi við komandi tilbúgvingarætlan fyri Før- oyar er ætlanin at skipa eina støð, ið skal standa fyri bjargingini á sjónum. Vaktar- og Bjargingartæn- astan skal hava leiðsluna av støðini, og skal sum frá líð- ur yvirtaka leiðsluna á hes- um øki frá Færøernes Kommando. At enda í partinum um fiskivinnuna segði løgmað- ur, at nevndin, sum lands- stýrið setti at fyrireika eina yvirtøku av skipaeftirliti- num, fer í næstum at leggja uppskot fram. Landsstýrið skal síðani taka støðu í málinum DIA MIDJORD Í fjør fingu tey fimtan ítróttarfeløgini 30.000 krónur í part, men tað er ikki vist, at upphæddin verður meir í ár. Birgir Sondum í Tórshavnar Ítróttarráð sigur, at tvey feløg eru komin aftrat í ár. – Umframt at pening- urin skal býtast millum 17 feløg, so eru útreiðslurnar eisini fleiri hesaferð, sigur hann. Metinntøka Tað eru Kristianna Høgnesen og Birgir DIA MIDJORD Skaðastovan á Landssjúkra- húsinum hevði úr at gera um ólavsøkuna. Eini tíggju av teimum, ið royndi seg sum nevaleikarar í komm- unuskúlagarðinum á ólav- søku, endaðu á skaðastov- uni við pínu í handliðinum. Frants Róin, vakthavandi lækni á skaðastovuni, sigur, at boksibólturin gav teimum nógv at gera hesar dagarnar. Og Buffalo skógvarnir oyðiløgdu eisini ólavsøkuna hjá fleiri konufólkum. – Vit høvdu vitjan av fleiri konufólkum, ið høvdu traðkað á fløskur og skeikl- að sær fótin. Nógv vóru eis- Fleiri løstað í nevaleiki Boksibólturin í kommunuskúla- garðinum gav fleiri óvæntaða mótstøðu á ólavsøku, og nógv konufólk í høgum skóm skeiklaðu sær fótin Ólavsøkan gav metinntøku Í fjør var inntøkan beint undir milliónina, meðan hesaferð kom meir enn milliónin í kassan Sondum, ið manna nevndina í Tórshavnar Ítróttarráð. Kristianna hevur verið í ráðnum í sekstan ár og Birgir í tólv ár. – Ongantíð í okkara tíð hevur inntøkan verið so stór, sigur Birgir Sondum. Tey bæði eru eisini á einum máli um, at ítrótt- arfeløgini hava gjørt eitt megnar arbeiði hesaferð og eiga rós uppiborið. – Hetta er fyrsta ferðin, at allir básarnir hava verið røktir til fulnar, og tað hevur givið tað góða úr- slitið, sigur Birgir Sond- um. ini dottin og høvdu skorið seg av glasi, sigur Frants Róin. Fleiri brotna nøs Harðskapur hoyrir eisini ólavsøkuni til. Á skaða- stovuni eru fleiri viðgjørd fyri næsabrot. – Hesar báðar dagarnar eg var til arbeiðis, høvdu fimm fólk brotið nøsina. Ein hevði eisini fingið tveir fingrar í eygað. Frants Róin leggur aftrat, at teir eisini hava viðgjørt ein ungan mann, ið var skotin í hálsin við luftbyrsu. Hesin hevði arbeitt í skjóti- teltinum, tá hann brádliga var raktur av einum skoti frammanífrá. – Serliga nógv var at gera hóskvøldið og ólavsøkuaft- an. Leygardagin var toluliga friðarligt, sigur Frants Róin, vakthavandi lækni á skaða- stovuni. Teir sokallaðu Buffalo skógvarnir oyðiløgdu ólavsøkuna fyri fleiri konufólk Mynd. Jens Kr. Vang DIA MIDJORD Á Politigarðinum í Havn hava tey næstan ikki havt yvirskot til annað enn at taka sær av fullum fólki og at taka telefonina um ólavsøkuna. – Her hevur kimað uttan íhald allan samlan dagin, og oftast eru tað fólk, ið venda sær til okkara um fullar per- sónar, sigur Peter Poulsen, støðleiðari. Frá hóskvøldinum til sunnudagin hevur nærum einki verið gjørt av øðrum uppgávum. – Vit eru so nógv upp- tiknir av tí, tey fullu fólkini skapa, at tað er torført at røkka longur, sigur støðleið- arin. Væl vitjað Frá hóskvøldinum og til seinnapartin sunnudagin hevði politistøðin havt 26 liggjandi gestir. Hetta eru tveir fleiri enn sama tíðar- skeið í fjør. Og talan er um væl bíligari gisting enn ho- tellini bjóða. – Hevur persónurin einki skeivt gjørt, men einans hevur drukkið ov nógv, so taka vit ikki pening frá hon- um, sigur Peter Poulsen. Og nakrir gestir fáa betri sømdir enn aðrir. Tað kemur nevniliga meir enn so fyri, at konufólk koma á vitjan, og tey fáa einkult kamar. Koma fleiri í senn, so mugu eisini konufólkini sova fleiri í einum kliva. Breyt tenn Sambært støðleiðaranum so hava eini fimm bilar fingið speglini rivin av á ólavsøku. Harðskapur hevur eisini verið, og ein persónur fekk so dyggan frammaná, at tvær tenn brotnaðu. Eingin bleiv tikin fyri rúsdrekkakoyring á ólav- søku, men politistøðin fekk nakrar fráboðanir. Bert telefonin tikin á ólavsøku So nógv hevur verið at gjørt á Politi- støðini í sambandi við ólavsøkuna, at nærum alt annað arbeiði hevur ligið á láni – Vit vóru úti og steðgaðu onkrum, sum ætlaði sær at koyra, men tað spældi væl av, sigur Peter Poulsen. Á Politigarðinum í Havn hevur telefonin ringt alla somlu tíðina, hesar dagarnar ólavsøkan hevur verið DIA MIDJORD Løgmaður segði í røðu sín- ari á ólavsøku, at lands- stýrismaðurin í hesum døg- um samráðist við oljufeløg- ini. Løgmaður roknaði við, at fyrstu loyvini kundu lat- ast um einar tvær til tríggjar vikur. Tá leitingarloyvini eru givin í heyst, fer landsstýrið at leggja eina frágreiðing fyri løgtingið. Eftir ætlan skal henda frágreiðing verða liðug 1. november og verða grundarlag undir ein- um aðalorðaskifti um olju- mál. Loyvini givin um tvær vikur Viðgerðin av umsóknunum frá oljufeløgunum hevur gingið skjótari enn væntað, og fyrstu leitingarloyvini verða givin um fjúrtan dagar