týsdagur 1. august 2000síða 4
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
7
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 144 - 1. august 2000
Nr. 144 - 1. august 2000
gult cyan magenta svart
gult cyan magenta svart
EDVARD JOENSEN
Hann hevði alla tíðina í
huganum at halda seg til
prædikutekstin og royna at
fáa hann út, soleiðis at fólk
hoyrdu og skiltu tað, præ-
dikað varð. Og tí málinum
metir Meinhard Bjartalíð,
prestur á Viðareiði, seg at
hava rokkið.
Meinhard Bjartalið sigur,
at tíðin, hann arbeiddi við
ólavsøkuprædikuni,
fyri
mesta er farin við at finna
ta røttu beinagrindina, sum
sjálv prædikan síðan skuldi
skrivast uttaná.
Tað er soleiðis, sigur
prestur, at hann byrjaði at
arbeiða upp á prædikuna
tíðliga í juli mánað. Hann
las prædikutekstin, og sum
við hveitikorninum í tekst-
inum, slapp tað lisna orðið
so at búnast og bera frukt.
Hann gekk so og hugsaði
um tað, lisið var, og um
hvussu hann kundi leggja
tað út soleiðis, at fólk skiltu,
hvat hann segði.
Føroysk viðurskifti
Meinhard Bjartalíð sigur, at
hann valdi at vinkla præ-
dikuna upp á føroysk viður-
skifti. Og fyri at tey skuldu
vera so heimlig sum gjør-
ligt, valdi hann kenda um-
hvørvið á Viðareiði sum út-
gangsstøði. Kristian Osvald
Viderø og Christian Matras
áttu góðan part av íblástr-
inum.
Tað er hesin parturin av
forarbeiðinum, sum tekur ta
nógvu tíðina. Tá alt er gjøg-
numarbeitt nakrar ferðir og
liggur greitt í høvdinum, er
eingin søk soleiðis at skriva
tað niður. Og soleiðis gekk
eisini hesaferð.
Prædikuteksturin
var,
sum sagt, um hveitikornið,
sum Johannes evangelistur
skrivar um í 12. kapitli, har
Jesus greiðir frá, hvussu
hveitikornið fellur í jørðina
og doyr fyri síðan at bera
ávøkst.
Meinhard Bjartalíð, prest-
ur, flutti hesa myndina yvir
á føroysk viðurskifti. Núliv-
andi føroyingar kenna helst
betri til, hvussu eplið verður
sett niður og tikið uppaftur,
enn teir kenna til kornvelt-
ing.
Men prestur fór víðari í
síni útlegging av hesum at
fara í moldina og doyggja
fyri at skapa møguleikar
fyri áhaldandi lívi.
Hann vísti á, at eisini
menniskjað livir víðari av
teimum, sum undan eru far-
in. Fedrarnir, sum lagdir eru
í moldina, liva kortini víðari
við okkum, sum nú eina
løtu ganga omaná. Prestur
segði soleiðis:
»Tað er av sonnum vís-
dómur í hveitikorninum.
Hendan vísdóm lýsir Heðin
Brú meistarliga í „Fedr-
anna talu“:
„Grein honum lutir, ið
ættin kosti til stavnhald:
Lívføri títt er slektin, tey,
sum í mold liggja. Komu
tey stutt ella longur, tú skalt
víðari byggja. Lívlát er ikki
deyðin. Lívlát er hetta at
seta førningin frá sær við
vegin. Tað, sum frá fedr-
unum goymdist, og sum tú
sjálvur søkti, meðan tú
førkaði fótin. Sonurin tekur
aftur viðføri títt at bera
longur fram á vegin.«
Eingin revsiprædika
Tað er hvørja ferð við
spenningi, fólk seta seg at
lurta eftir prædikuni, prestur
Gevandi at fyrireika
ólavsøkuprædikuna
Viðareiðsprestur
sigur, at tíðar-
skeiðið, hann
brúkti til at fyri-
reika prædikuna,
hann helt í dóm-
kirkjuni ólav-
søkudag, var ein
gevandi og
spennandi tíð
heldur, tá myndugleikin er
komin í kirkju ólavsøkudag.
Mong munnu bíða eftir,
hvussu harðliga prestur fer
at revsa politikararnar, fyri
eitt og annað, teir nú hava
gjørt í tíðini, farin er, síðan
teir vóru til ólavsøkuguðs-
tænastu seinast.
Men
viðareiðisprestur
sigur, at tað var ongantíð í
hansara tonkum at fara at
halda nakra revsiprædiku.
Hann ætlaði frá fyrsta degi
at halda seg til dagins tekst,
og tað gjørdi hann so.
Meinhard Bjartalíð sigur,
at tað er umráðandi at halda
teg til tað, tú ætlar at siga,
og ikki sveima ov nógv um
ymiskt evni. Tí ert tú ikki
neyvur í tíni prædiku, kem-
ur hon ikki longri enn til
kantin á prædikustólinum.
Og so nyttar hon einki. Tað
vil siga, eingin hoyrir hana.
Men tað er ikki bara sjálv-
an prædikutekstin, prestur
skal hugsa um, meðan hann
fyrireikar seg til eina præ-
diku.
Hann skal eisini velja
kollektir, bønir og sálmar.
Ikki minst sálmarnir eru
týdningarmiklir í einihvørj-
ari guðstænastu. Tí her eru
øll við og luttaka aktivt í
guðstænastuni. Og tað er
nógv lættari at luttaka, tá tú
ert við í onkrum, tú kennir,
enn um tað er tær fremmant.
Meinhard Bjartalíð sigur,
at hann var hugtikin av
sálmasanginum og urgu-
leikinum í dómkirkjuni á
ólavsøku. Hann var góður,
sigur prestur uttan at gera
ov nógv av.
Viðareiðis prestur er líka-
sum á heimavølli, tá tosað
verður um sang og tónleik.
Kanska serliga kirkjuligan.
Hann er kendur um landið
alt sum bæði urguleikari og
kórleiðari. Og hann gav
sálmasanginum tað skoðs-
mál, at hann var lívgandi og
hátíðarligur. Ikki minst
Tórshavnar Manskóri og
dómorganistinum, Oddvør
Johansen, fyri at takka.
Prestur sigur, at tað er
altíð við ávísum spenningi,
at farið verður á prædiku-
stólin. Soleiðis var sjálvandi
eisini á ólavsøku, hóast
hann ikki hevði fleiri
summarfuglar í búkinum,
enn hann onkuntíð fyrr
hevur havt. Hann sigur, at
tað var tó mest, áðrenn alt
byrjaði, at hann kendi
spenningin. Tá hann var
komin í kirkju, gekk tað
bara av sær sjálvum.
Meinhard Bjartalíð greið-
ir frá, at hann hevur fingið
fleiri viðmerkingar um præ-
dikuna. Frá starvsfeløgum,
politikarum og fólki, hann
møtti í Havnargøtum, tá
hann seinni ólavsøkudag,
sum so mong onnur á ólav-
søku, var og spákaði við
familjuni.
Allar hava tær verið
positivar, fegnast Meinhard
Bjartalíð, prestur á Viðar-
eiði, um.
Viðareiðisprestur
prædikaði á ólavsøku um
hveitikornið, sum doyr fyri
at geva lív
Mynd: Jens K. Vang
Mynd: Jens K. Vang
JÚSTINUS LEIVSSON
EIDESGAARD
Er tú góður handilsmað-
ur, so kann tað næstan
gera tað sama hvat tú
selir, tú dugir handverkið
og kann selja næstan alt.
Hetta hava 460 parta-
eigarar í Hotel Skagen
Strand funnið út av. Tey
hava valt fyrrverandi
handilsmannin í SMS,
Kára Müller til nevnd-
arformann í hotellinum
og tað seinasta er, at
hann nú eisini mannar
stjórasessin.
– Eg kenni hetta sum
eitt ordans herðaklapp,
aftan á at eg riggaði av í
Føroyum og byrjaði heilt
á berum her í Skagen,
sigur ein fegin Kári
Muller.
JÚSTINUS LEIVSSON
EIDESGAARD
Úti í heimi, niðri á megin-
landinum er tað ein heil
vinna, at skipa fyri býar-
stevnum og høvuðsenda-
málið hjá teimum sum skipa
fyri er sjálvsagt fyrst og
fremst at vinna pening. Men
eitt annað aðalmál er eisini,
at tann, sum vitjar teirra til-
tøk fær eitt gott upplivilsi
burturúr, so gott, at hann
tímir aftur komandi ár. Júst
hetta tykist tann parturin av
ólavsøkuni, sum tekur sær
av at selja á gøtuni at hava
gloymt ella kanska ongantíd
at hava lært.
Tú fær snøgt sagt ov lítið
fyri pengarnar. Gekk og
lurtaði og hoyrdi somu
ónøgdina fleiri staðni. Tað
er harmiligt at síggja øll hesi
eldhugaðu ungfólk, sum
púra ókeypis arbeiða fyri
teirra feløg, at tey ikki eisini
kunnu bjóða viðskiftafólku-
num nakað fyri peningin.
Tað er ikki teirra skuld.
Kennir teg útnýttaðan
Ongin ivi er um, at Tivoli
er tað heilt stóra hjá
børnunum á Ólavsøku og
foreldur vita, at á Ólavsøku,
so er alt dýrt. Í summum av
sølubúðunum er skipað fyri
soleiðis, at børn um ikki
annað fáa eina lítla premiu,
ein lítlan bommpakka, eina
karamellu ella okkurt ann-
að, royna tey okkurt og ikki
vinna. Hesar sølubúðir fáa
eisini gott ummæli frá
børnunum, tær hava givið
hesum eitt gott upplivilsi.
Men tað er ikki stuttligt,
tá ein sær børn kanska fyri
tíggindu ferð keypa sær 12
skot við luftbyrsuni fyri 40
krónur og ikki fáa nakað
sum helst burtur úr. Vinn-
ingarnir eru so ússaligir, ein
plastrósa, ella ein hálvnakin
dama frá sekstiárunum og
byrsurnar eru so skeivar og
veikar, at tað er rár hending,
at nøkur rósa fellir til jarðar,
tíans heldur nøkur hálvnak-
in dama.
Sjálvandi skulu fyrireik-
ararnir fáa nakað burturúr,
men tað ger heldur einki um
viðskiftafólkini eisini aftaná
kunnu siga, hetta vóru nøk-
ur deilig tiltøk vit vóru við
til. Vit fingu eisini nakað
burturúr. Soleiðis var eisini
til tey flestu tiltøkini, men
tá tað kemur til sølubúðir-
nar, so fáa tær flestu botn-
karakter.
Pylsur vóru seldar um alla
Havnina. Ein franskur hot-
dog kostaði 25 krónur. Eg
ivist onga løtu í, at fólk
gleðiliga høvdu latið 35
krónur fyri ein ordiliga
pylsu, gjørda úr fyrstaflokks
tilfari, heldur enn hesar út-
Kári Müller
hotelstjóri
Fyrrverandi klútahandlarin úr
Havn er nú aðalstjóri og
nevndarformaður á Hotel Skagen
Ólavsøkugesturin
fær ov lítið
fyri pengarnar
viðskiftafólkini verða ikki sett í hásæti
vatnaðu, bleiku, líklittu við
ongum smakki, sum vórðu
seldar á Ólavsøku.
Bara pengar
onki annað
Um Ólavsøkuna vóru nógv
fólk, sum leitaðu sær niðan
til Posthúsið uppi á Hálsi
fyri at royna antin go-cart-
irnar ella crosssúklurnar.
eitt gott hugskot, sum Ellis-
akfør skipaði fyri. Men eis-
ini her fór peningagreðin
framum at viðskiftafólkini
skuldu fáa nakað gott burt-
urúr.
Eg var sjálvur við 11 ára
gamla soninum har uppi
Ólavsøkudag Hann stillaði
seg gramman í bíðirøðina.
Vit roknaðu okkum fram til
at tað fór at taka eina tíma
til hann slapp at royna
crosssúkluna. Hann stóð ein
heilan tíma í bíðirøðini og
so varð hon knappliga
broytt, so hann kom at
standa aftast aftur.
Vit góvu upp hendan dag-
in og spurdu ein av fyrireik-
arunum um opið eisini var
sunnudagin. »Jú,« svaraði
hann avgjørdur. »Vit hava
opið í morgin frá klokkan
tvey til átta.« Vit møttu aftur
sunnudagin í góðari tíð eitt
sindur áðrenn klokkan tvey.
Onnur høvdu fingið sama
hugskot og nøkur vóru møtt
nógv fyrr. Vit vóru eini 40
fólk, sum bíðaðu í frísak
lotinum.
Klokkan slerdi tvey og
ongin kom fram, hon gjørd-
ist fimm minuttir yvir,
tíggju minuttir yvir, korter
yvir, tjúgu minuttir yvir,
klokkan fimm minuttir í
hálvgum kom ein av fyri-
reikarunum og fór spaku-
liga at gera alt til reiðar.
Sonur mín slapp at koyra
nakað yvir klokkan trý,
sunnudagin, tá hevði hann
nýtt næstan tríggjar tímar
samanlagt í bíðirøð. Hann
koyrdi fyri 100 krónur og
tað er rímuligt peningaliga
sæð. Men fyrireikingin var
vánalig. Ein gyrðing var
rundan um har tey koyrdu,
hvat gekk fyri seg uttanfyri
gyrðingina høvdu fyrireik-
ararnir ongan áhuga fyri,
tað einasta í galt var at fáa
pengarnar. Tvær bíðirøðir
vóru uttanfyri og fólk máttu
skipa seg sjálvan eftir hvør
var sterkastur fyri at sleppa
framat.
Hugskotið til tiltakið hjá
Ellisakførum er frálíkt. Tað
kann gerast nógv betri kom-
andi ár uttan at kosta fyri-
reikarunum eyka, við at teir
– Hotel Skagen Strand
er eitt av teim bestu ho-
tellunum í Danmark og
sum nevndarformaður
og stjóri, sum umsiti eg
eitt virði upp á eina
knappa milliard. Tað er
ein spennandi avbjóðing.
Vit føroyingar kunnu
formáa okkum nakað,
eisini í útlandinum, sigur
Kári Müller.
– Eg eri ein partaeigari
í Hotel Skagen Strand av
460, og eg eri einasti før-
oyingur. Og sum einasti
føroyingur, samstundis
sum føroyingar stríðast
fyri at fáa fullveldi, so
verið eg valdur sum
nevndarformaður og síð-
an sum stjóri. Tað er
stuttligt, sigur Kári Müll-
er.
leiga fleiri súklur, gera ban-
arnar meira áhugaverdar og
skipa fyri eisini uttanfyri so
skil er í bíðirøðunum
Kári Müller nú hotelstjóri í Skagen