Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-21, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. desember 2004síða 22

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

B36 styrkti sær mun- andi um hópin til komandi kappingar- ár, tá ið felagið á sam- komu í B36-húsinum sunnudagin skrivaði sáttmála við ávíkavist Fróða Benjaminsen og Inga Højsted FÓTBÓLTSFYRI- REIKINGAR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Í hesum døgum arbeiða fót- bóltsfeløgini kring landið av øllum alvi við at styrkja sær um hópin til komandi kappingarár. Tey flestu av feløgunum eru komin rættuliga væl áleiðis í hes- um fyrireikingum, og á samkomu sunnudagin í felagshúsinum kunngjørdi B36, hvussu hópurin hjá teimum sær út komandi kappingarár. Miðvallargeneralurin funnin Nógv B36-viðhaldsfólk høvdu lagt leiðina framvið felagshúsinum mitt í øllum jólameldrinum, og tey sótu spent og bíðaðu efter, at for- maður felagsins, Kristjan á Neystabø, fór at almanna- kunngera leikarahópin. Áðrenn hópurin bleiv kunngjørdur, vóru tað tó tvær undirskriftir, ið rest- aðu í, og tær vóru tískil av- greiddar. Fyrstur fram til borðið hjá formanninum var Ingi Højsted, sum eftir at hava verið nøkur ár í Arsenal, nú er vendur aftur til Føroya og barndóms- felagið hjá sær. Ingi hevur í longri tíð vant við árstals- felagnum, og tað hevur leingi ljóðað, at hann fór at gera sáttmála við felagið, og nú er hetta veruleiki. Seinni leikarin, ið setti seg til formansborðið til tess at skriva undir sátt- mála, var landsliðsleikarin Fróði Benjaminsen. Hetta er uttan iva ein sera kær- komin styrkur hjá B36, tí einamest í farna kappingar- ári var ein tann størsti veik- leikin hjá B36, at teimum vantaði ein miðvallargener- al, ið kundi taka komm- andoina á miðvøllinum. Hendan tykjast teir nú hava funnið í Fróða, og tað styrkir liðið munandi. Sterkasti hópurin nakrantíð Formaðurin í B36, Kristian á Neystabø, var sera væl nøgdur, nú hópurin fyri komandi ár er komin upp á pláss. Hann segði á sam- komuni, at tað er ikki óhugsandi, at fleiri spælar- ar koma afturat, men at tað neyvan verður meiri enn tann eini profilurin afturat. Kristjan á Neystabø segði, at eftir hansara tykki er hópurin hjá árstalsfel- agnum komandi kappingar- ár helst tann sterkasti nakr- antíð. Hann segði, at við til- gongdini av omanfyri nevndu leikarum, umframt Jákupi Mikkelsen, Herbert í Lon Jacobsen og Mikkjal Thomassen, skuldi møgu- leikin fyri at koma upp aft- ur á ovasta føroyska fót- bóltstindin verið heilt góð- ur, og at føroyameistara- heitið eisini er málið fyri komandi ár. Nr. 244 • týsdagur • 21. desember 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Fróði og Ingi í B36 Landsliðsleikarin Fróði Benjaminen , sum nú verður at síggja í hvítu B36- blusuni, er sannførd- ur um, at B36 hevur ein so mikið góðan hóp, at góður møgu- leiki er fyri at vinna føroyameistaraheitið LEIKARASKIFTI Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tað hevur leingi verið nógvur slatur millum fót- bóltsáhugaðar føroyingar um, hvar landsliðsleikarin Fróði Benjaminsen skuldi leika komandi kappingarár. Fleiri feløg hava verið sett í samband við Fróða, serliga eftir at tað gjørdist greitt, at hann neyvan fór at halda fram í Íslandi. Sunnudagin fekst so ein endi á hesum slatri, tí tá setti Fróði navn sítt undir eina avtalu við B36, sum eisini er tað felagið, ið ofast var nevnt í hesum slatri. Einki trýst Fróði Benjaminsen sigur, at eftir hansara tykki hevur B36 eitt sera gott og spennandi lið komandi ár, sum avgjørt kann vinna FM-heitið. At Fróði er keyptur til at verða ein av berandi kreftunum á liðn- um, og sum skal verða generalurin á miðvøllinum hjá havnarfelagnum, er neyvan nakað ivamál. Spurdur um hann kennir tað sum eitt stórt trýst á seg, tá ið formaðurin í B36 sigur, at við teimum leik- arum, ið felagið hevur fingið, er málið einans føroyameistaraheitið, sig- ur Fróði: – Eg føli tað ikki sum nakað trýst, og tað er ikki nakað, sum eg fari at hugsa um. Málið er FM, og mín partur skal so ikki liggja eftir, sigur hann. Fróði sigur, at hann hevði tilboð frá fleiri øðr- um føroyskum feløgum, men at tilboðið frá B36 var tað mest áhugaverda. Einki tilboð var frá nøkr- um íslendskum flag, hóast onkur fyrispurningur hevði verið. Sáttmálin millum Fróða Benjamin- sen og B36 er galdandi í eitt ár. Spennandi avbjóðing Formaðurin í B36, Kristjan á Neystabø, heldur, at leikara- hópurin hjá B36 komandi kappingarár er tann sterkasti í søgu felagsins, og at góður møguleiki eigur at verða fyri at vinna seg upp aftur á tindin í føroyskum fótbólti Mynd: Álvur Haraldsen Landsliðsleikarin Fróði Benjaminsen verður kom- andi kappingarár at síggja í hvítu blusuni hjá B36, eftir at hann herfyri kom heim aftur úr Íslandi, har hann hevur roynt seg í Fram seinasta árið. Mynd: Álvur Haraldsen