týsdagur 21. desember 2004síða 21
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Og tá ið stundir eru, so tekur
hann guitarin fram. Tað er
country og gospel og hann vil
helst ikki at nakar lurtar, tá ið
hann leikar á guitarin.
– Eg eri avgjørt ikki kringur
við streingjunum, men mær
dámar tónleik og serliga væl
country, og so setir hann eina
fløgu í anleggið, og vit hoyra
eina djúpa mannsrødd á eyð-
kenda countrystílinum. Alvin
letur eyguni eitt sindur aftur og
gloymir físið frá luftbremsuni á
stóra lastbilinum, sum hevur
snýkt seg á vektina uttanfyri,
meðan vit hava tosað um
tónleik.
– 18,1 tons, rópar Alvin út
gjøgnum lítla rútin
Tað er Jóan Karl Dam, sum
situr herðabreiður í stýrihúsin-
um á lastbilinum. Hann koyrir
eisini asfalt í dag. Jóan Karl er
slett ikki ókendur í Hundsara-
botni og hann hevur enntá starv-
ast her inni í vektarrúminum,
her vit nú sita og drekka kaffi og
eta køkur.
Mintkøkur
Ein mintkøka frá Remi úr Gøte-
borg smeltar á tunguni. Ein
lastbilsjafførur
hevði
givið
Alvin pakkan í morgun. Annars
havi eg keypt ein annan pakka
til tykkum, sigur Alvin. Inni er
eisini eitt lítið kuldaskáp, helst
tað minsta eg havi sæð. Eg havi
keypt tað úr Elding, sigur Alvin.
Køliskápið er so lítið, at har
rúmast ein mjólkapakki, ein
pakki av smør, eini tvær ella
tríggjar eskjur við K-salat og eitt
sindur av breyði. Tú kann
sjálvandi koyra annað í hetta
køliskápið, men so má tú koyra
áðurnevnda út.
Vit sita og práta, og meðan vit
práta avgreiðir Alvin mest sum
av handahógvi ein bil hjá Jón
Hansen, sum hevur 15 tons av
skervavfallið. Hasin sjafførurin
hevur verið minst tíggju túsund-
ferðir her uppi sigur Alvin, með-
an hann skrásetir ein nýggjan bil
á vektini, sjafførurin eitur Kári
og 17 tons av slidnum gróti ligg-
ur á lastini. Hetta skal til Articon
á Berjabrekku. Klokkan er tvey,
nú kemur ein lastbilur við
hesum nýggju tríkantaðu lastun-
um, sum millum lastbilamenn
verðua kallaðar fyri G-streingja-
lastir. Konufólk hava ikki so
nógv at siga í lastbilaverðini
soleiðis reint fakliga, eitt navn
gongur tó altíð aftur og tað er
Begga hjá Iani í Kollafirði, men
hon er heldur ikki hvør sum
helst, tí hon hevur nógvar last-
bilar.
Nú er ein pinkulítil lastbilur
uttanfyri. Vit síggja hann slett
ikki, men vektin boðar frá, at
okkurt hendir uttanfyri. Tað er
ikki ein pinnur sum vigar, men
teldutøl. Tað er ein bilur við
einum viðfestisvogni, sum an-
hangarar eisini verða kallaðir,
soleiðis uttanfyri mannatungu.
Har liggja tvey tons av gróti í
báðum lastunum. Hesin lítli
líkasum órógvar tað sum van-
liga gongur av sær sjálvum við
teimum stóru bilunum. Sjaffør-
urin koyrir fyri Yrkisfelag HF
og Studentaskúlalærara og tað
gongur ein løta, áðrenn Alvin
fær staðfest á heimabankanum á
telduni, at HF og Studentaskúla-
lærararnir hava goldið grótið.
Bilurin sleppur ongan veg fyrr
enn hetta er staðfest. Og meðan
hetta fer fram, siti eg og speku-
leri upp á hvat magistararnir í
Hoydølum skulu brúka grótið
til. Svar fekk eg einki.
Góðar løtur
Uttan mun til hvar tú starvast, so
hevur tú góðar løtur og tú hevur
minni góðar løtur. Nær upplivir
ein vektarmaður góðar løtur í
vektarrúminum í Hundsarabotni
og nær kennir hann seg lítlan.
Tað er bert Alvin sum kann
svara upp á hetta akkurát nú,
kanska Jóan Karl Dam eisini,
men hann er á veg onkunstaðni
við einum tungum bili av
rúkandi heitum asfalti, so hann
fær ikki rættuliga hjálpt.
– Tað gongur illa her uppi, tá
tað gongur illa við internetinum,
so einfalt er tað, sigur Alvin og
hyggur álvarsamur á teldu-
skíggjarnar. Hann er fullkomi-
liga bundin av teldunum. Tær
skráseta vektina á tí sum fer út
úr Hundsarabotni og vektin
sigur seinni frá fíggjarliga úr-
slitinum, tí Hundsarabotnur er
einki annað enn ein forrætning,
eins og aðrar vinnufyritøkur í
landinum. Riggar netið ikki, so
fær Alvin heldur ikki fylgt við
um fólk hava goldið ella ikki.
Rigga teldurnar ikki, so steðgar
alt upp, eisini við nøkrum so
jarðbundnum, sum úrdráttum úr
gróti, og tað er tað heila Hunds-
arabotnur snýr seg um skrivað
inn at beininum.
– Men man skeldar ikki ein
sumbing, tað haldi eg er greitt
her uppi, og tað er nú stuttligari
at fáa eitt smíl, enn at verða
deildur, sigur Alvin og tekur tað
heilt róligt.
– Tað gekk eitt sindur seint hjá
mær fyrstu tíðina her uppi og tá
var tað nokk so strævið. Kanska
teir vóru eitt sindur ótolnir
uttanfyri á vektini, men tað
merki eg einki til longur. Teir
hava eisini skund, skulu teir
vinna pening, so eg skilji teir,
sigur hann.
– Eg havi gott samskifti við
sjafførarnar og tað hendir meira
enn so at eg fái eina sjokolátu-
plátu inn gjøgnum rútin frá
teimum. Hetta er serliga tá góðu
sjokolátutilboðini eru á støðini
niðri í Kollfjarðardali, sigur
hann.
Fartelefonin hjá Alvin ringir.
Lagið í henni er Amazing Grace
og eg hugsi beinanvegin, man
Alvin verða virkin andaliga. Eg
sleppi frá at spyrja. Hann kemur
við tí sjálvur.
– Tú spurdi meg um góðar
løtur her uppi. Hann steðgar á
og ivast eitt sindur um hann skal
halda fram. Myndamaðurin
klikkir alla tíðina og ger hann
ótryggan. Áðrenn hann kemur
aftur til mín sigur hann við
myndamannin: -Nú hevur tú
akkurát fordoblað totalin av
øllum myndum sum eru tiknar
av mær í lívinum og tað hevur tú
gjørt hesa lítlu løtuna.
Tú spurdi meg um góðar løtur
her uppi. Hann vendir sær móti
tí privatu telduni og peikar á
skermin. Sær tú tekstin á skerm-
inum. Eg nikki, jú, eg síggi
tekstin men ikki nóg nær til at
lesa hann.
– Hetta var ein stór løta. Eg
fann á netinum tvey nøvn í
Josva bók, sum í føroysku
bíbliunum bara eru nøvn. Men á
netinum fann eg fram til hvat
hesi nøvn merktu, og nú sigur
teksturin mær nakað annað. Tað
er ein stór løta fyri meg, sigur
Alvin við einum smíli. Hann
gerst ágrýtin, tí hann sær eg
lurti, og nú kemur hann fram við
bíbliuni, enntá tveimum, einari
reyðari og einasti svartari. Eg
leggi merki til at Bíblian stendur
á báðum og tað merkir at hann
hellir seg til týðing Victors og
hevur allarhelst sín andaliga
heimstað í Brøðrasamkomuni.
Eg sleppi frá at spyrja.
– Eg eri andaliga virkin, tað
liggur líkasum í familjuni. Trú-
boðarin Osvald Kjærbo er
abbabeiggi mín.
Eg spyrji um hann kennir seg
nærri Gudi her uppi millum
hæddir í Hundsarabotni.
– Akkurát her inni er ringt at
fáa eyga á Guds skaparaverk,
men náttúran uttanfyri minnir
meg støðugt á tann alvaldaða,
sum hevur skapt alt hetta, sigur
Alvin.
Ein madrassa stendur upp við
vegginum. Henni svevur hann á,
tá ið dagarnir gerast langir, tá ið
asfaltdreingirnir
ganga
berserkargongd kring landið og
forpesta tilveruna hjá bilførar-
unum. Tá er ov stutt tíð at fara til
hús og tá finnur møddi sumb-
ingurin sín leggstað á tjúkku
skúmgummimadrassuni beint
niðri á gólvinum undir talvinum
og sovnar millum fjøll.
Vit lata okkum í skógvarnar í
gongini og siga Alvini og talvin-
um farvæl.
– Kongarnir eru væl vardir, so
her hendir einki, hetta verður
eitt keðiligt talv, sigur Alvin og
skeitir niður á talvborðið.
– 18 tons, hoyra vit innan úr
vektarrúminum,
meðan
vit
ganga niður trappurnar, so kem-
ur fýsið frá luftbremsunum frá
lastbilinum á vektini, sjafførurin
rættar smarta keppin, renir
høgra fót niður á spedaran, her
ristir undir okkum, meðan oljan
gevur gass inni í motorinum.
Eftir er bert at skriva hesa grein-
ina. Hvussu man hon fara at
síggja út, myndin er í hvussu er
í lagi og hugskotið er eisini í
lagi, hugsi eg á veg suður til
Havnar.
undsarabotni
Hetta lítla vindeygað longst til vinstru er gluggin hjá Alvini til umheimin og soleiðis sær hann sjafførarmar
Mynd: Jens Kristian Vang
21