Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-04-23, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. apríl 2020síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. APRÍL 2020 SOSIALURIN 38 20 VILMUND JACOBSEN M álið er, at verk­stað­ urin, sum tilsamans verður einar 800 fermetrar, verður hin grønasti og reinasta í landinum, samstundis sum hann verður orkuvinarligur og fram­komin. Alt arbeiði, sum skal fara fram á verkstaðnum, kann nú gerast umhvørvisvinarligt við tað, at nýggj og framkomin málara­ kabina verður á verkstaðnum, har eisini verður pláss fyri stór­ bilum og bussum. Soleiðis verður eisini lakk­ eringsarbeiðið av stórbilum reint - við sera lágum útláti. Í dag lakkera verkstøð stórbilar á gólvinum, har alt útlát fer beinleiðis út í um­ hvørvið. Kabinan á nýggja verk­stað­ num er uppbygd soleiðis, at hon kann deilast upp í fýra smærri kabinur til vanligar bilar. Innrættingin av verkstaðnum hjá Fixa verður soleiðis, at her verður eitt ”flov”, har bilarnir koma inn í tí eina endanum og koyra út aftur í hinum, tá alt arbeiði er liðugt. Tað er West-Trading, sum ger stoypiarbeiðið, og her verður eisini stórur dentur lagdur á at byggja soleiðis, at bygningurin krevur lítla orku til upphitan, samstundis sum útlátið verður sera lágt. Fjarhiti er á staðnum, og verk­staðurin verður tískil ikki hitaður við olju, eins og eing­ in olja yvirhøvur verður á matriklinum. Bygningurin verður sera væl bjálvaður samsvarandi nýggjum myndugleikakrøvum, og stórur dentur verður lagdur á at verja arbeiðsfólkið móti dálking. FIXA - TAÐ GRØNA VERKSTAÐIÐ Í løtuni verður nýtt plátu- og lakkeringsverkstað bygt á Hjalla, sum bæði verður grønt og orkusparandi BILBLAÐ Nýggi verkstaðurin hjá Fixa verður einar 800 fermetrar stórur, framkomin og orkuvinarligur STARAVEGUR 1-3, POSTBOKS 1039, 110 TÓRSHAVN, TEL: 31 35 35, WWW.BM.FO