Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-04-23, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. apríl 2020síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. APRÍL 2020 SOSIALURIN 38 19 BILBLAÐ - Jú, hetta hevur verið ein ógvu­liga spennandi tíð, og tað hendir nógv í bilaverðini alla tíðina - við nýggjari tøkni og nýggj­um bilasniðum. Sjálvur havi eg øll árini havt við Nissan- bilar­nar at gera, sjálvt um eg eisini havi keypt og selt onnur bila­merki. Nissan var bilamerki, tá eg byrjaði, og hetta var líka sum drívmegin í fyritøkuni. Tað var ein tíð, tá Nissan var í nøkrum trupulleikum, har líka sum linjurnar í nýggju snið­ unum vantaðu í mun til í onkrum øðrum bilamerkjum, men sum heild hevur Nissan havt ein rímiliga stóran marknaðarpart øll hesi ár. Páll Danielsen ásannar, at onkustaðni seinast í átta­ti­ár­ unum og fyrst í nítiárunum fylg­di Nissan eftir hansara tykki ikki útsjóndini og linjunum. - Teirra filosofi var, at verk­ frøð­ingarnir gjørdu bilarnar, og síðan sluppu arkitektarnir upp í part. Mekaniskt vóru bilarnir fínir sum altíð, men linjurnar vantaðu. Um hesa tíðina høvdu Nissan-bilarnir eftir mínum tykki ikki útsjóndina við sær. Sjálvt um hann altíð hevur verið Nissan-maður burtur av, noyddist eisini Páll Danielsen at klóra sær í nakkanum og spyrja, hvat tað var, sum hendi. - Eitt er, at bilurin mekaniskt er fínur, men viðskiftafólk keypa eisini útsjónd. Sum tíðin leið, komu linjurnar aftur upp á pláss, og í nógv ár hevur Nissan so sanniliga eisini fylgt nýggju linjunum, um eg so kann siga, leggur hann aftrat. Sjálvstøðugur vinnurekandi Nú Páll Danielsen um stutta tíð fer úr starvi hjá Auto Service, fer hann at koyra hýruvogn. Hann hevur fingið tað koyrikort, sum krevst, og hann hevur fingið loyvi at koyra fyri Bil, eins og hann eisini hevur fingið v-tal og øll viðurskifti upp pláss. - Tað er við sorgblídni, at eg gev­ist hjá Auto Service hin 1. juli, har eg havi havt so nógv góð ár saman við góðum og dugnaligum starvs­feløgum. Men, eg eri sam­ stundis ógvuliga spentur upp á nýggju avbjóðingina og lívs­leið­ ina. Páll Danielsen vísir á, at hann ongantíð áður hevur koyrt hýruvogn, og hann ásann­ar, at nýggja starvið sum sjálv­ støðugur vinnurekandi verður eitt heilt annað lív, tó at tað á ein hátt hevur við bil og koyring at gera. - Hvør hýruvognurin verður, er neyvan trupult at gita. Nissan er bilamerki, sum øll hesi ár hevur givið mær breyð og smør á borðið, so hýruvognurin, sum er bílagdur, verður ein Niss­ an X-Trail, sum liggur um eina hálva miljón. Hetta er ein fínur og rúmligur bilur, sum er lætt­ur at koma inn í og úr aftur, sam­ stundis sum bilurin hevur gott viðførisrúm. Ikki krúpandi aftur Nú Páll Danielsen hevði sett sær fyri at royna aðra lívsleið, var hann eina stund í iva um, hvør leiðin skuldi vera. - Sum blaðungur var eg til skips við farmaskipi í umleið eitt hálvt ár. Hetta var eftir, at eg hevði lokið 10. flokk, og hetta dámdi mær væl. Tankin um at sigla hevur av og á streyfað, men nú verður so mítt nýggja starv á landi - og ikki á havinum. Hann heldur, at tíðin at byrja sum hýruvognsførari kanska ikki er hin allar besta - fíggjarliga sæð - nú alt samfelagið er koro­ na-rakt, men hinvegin kann hetta eisini gerast ein góð tíð, so­leiðis at alt ikki verður so hekt­iskt í byrjanini. - Onkur, sum starvast hjá Auto Service, hevur sagt, at tað gongur ikki long tíð, so kemur tú krúpandi aftur í fyritøkuna. Men, soleiðis verður tað ikki, og tað haldi eg, at tey eru við at skilja, nú tíðin nærkast til, at eg fari at takka fyri meg, sigur Páll Daniel­sen.