hósdagur 23. apríl 2020síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. APRÍL 2020
SOSIALURIN 38
18
VILMUND JACOBSEN
Í
juli mánaði í ár hevur 58
ára gamli, Páll Danielsen,
bilasølumaður, sum er
ættaður og býr á Velbastað,
starvast hjá Auto Service í
samfull 40 ár.
Hann byrjaði sum blaðungur
hjá bilasøluni, sum tá var á Hálsi
- í bygninginum, har PE-handilin
er í dag, og síðan ár 2000 hevur
arbeiðsplássið hjá honum verið
Undir Krákugjógv 19, sum er við
fótin á Oyggjarvegnum.
Nú gongur móti endanum
á lívsleiðini hjá honum sum
bilasølumaður, tí í summar fer
Páll Danielsen í holt við annað
virksemi, har hann verður sjálv
støðugur vinnurekandi, sum vit
seinni í hesi grein fara at venda
aftur til.
- Tað var meira av tilvild, at
eg kom í starv hjá Auto Service
fyri sløkum 40 árum síðan. Eg
hevði vinmenn, sum arbeiddu
har, og millum hesar vóru Øss
ur Johannesen, sum eg hevði
gingið í flokki saman við og Dia
Hansen. Tá var Øssur Johanne
sen goymslumaður og gjørdist
eitt skifti eisini stjóri í fyri
tøkuni - og so Dia Hansen sum
var bilmekanikari og eisini
sølumaður. Teir báðir arbeiddu
saman í fyritøkuni, áðrenn eg
kom í starv hjá Auto Service.
Fyrstu tíðina tók Páll
Danielsen sær av ymiskum fyri
fallandi, har hann eitt nú gjørdi
bilar, sum skuldu út av húsinum,
klárar og annars gekk hann
arbeiðsplássinum til handa sum
ørindadrongur.
Men, tað tók ikki langa tíð,
kanska eitt ár ella so, til hann
gjørdist bilasølumaður burturav.
- Finnbogi Arge var stjóri, tá
eg byrjaði, og hann er maðurin,
sum flestu árini hevur verið
stjóri hjá mær. Men, hann var
eisini nøkur ár í landsstýrinum,
og tey árini var hann ikki stjóri
í fyritøkuni.
Leiðin til sølumann
Tá Páll Danielsen hevði verið í
starvi hjá Auto Service í nakrar
mánaðir, spurdi Finnbogi Arge
ein dagin, um hann vildi fara og
royna ein bil fyri seg. Alt tekur
sína tíð, og henda dagin var tað
onkur, sum var komin við einum
brúktum bili og skuldi keypa
ein nýggjan. Stjórin vildi hava
at vita, hvør standurin á brúkta
bilinum var.
- Tá eg kom aftur, spurdi
Finnbogi Arge, hvat eg helt, at
vit kundu selja brúkta bilin fyri.
Tað var dagliga, at fólk komu við
bilum og vildu hava ein annan
bil ístaðin, og hetta var líka sum
byrjanin til øll mín ár sum bila
sølumaður.
Páll Danielsen vísir á, at um
leið eitt ár, eftir at hann var byrj
aður, gjørdist tað hansara lutur
burtur av at keypa og selja bilar.
- Jú, tað gekk ógvuliga skjótt,
tó at tað slett ikki var hetta, eg
var komin til. Eg minnist, at tað
var eitt sindur trupult at fara
frá tí, eg hevði gjørt, sum var
klárgering av bilum og at vera
ørindadrongur, men at enda
fekk eg skorið út í papp, at mín
uppgáva var at keypa og selja.
Tá vóru bilamerkini hjá Auto
Service Nissan og Peugeot.
Spennandi arbeiði
- Tað var ógvuliga spennandi fyri
meg at gerast bilasølumaður,
og eg merkti skjótt, at tað fall
mær lætt og náttúrligt at tosa
við viðskiftafólk. Eg helt meg
eisini merkja, at fólk høvdu álit
á mær, soleiðis at keyp og søla
í stóran mun gjørdist ein álitis
spurningur báðar vegir. Eg eri
ikki bilmekanikari, og tá eg
havi havt brúk fyri, at ein bilur
skal eftirhyggjast mekaniskt
fyri keyp, hava mekanikararnir
sjálvsagt verið mær til hjálpar,
sigur Páll Danielsen.
Bókligu førleikarnir hjá hon
um eru, at hann hevur eina
FHS-útbúgving, og gjøgnum
árini hevur hann eisini verið á
nógvum skeiðum – eisini í sam
band við, at nýggir bilar eru
komnir.
- Tað er einki yvir at dylja, at
mítt serøki øll árini hevur verið
Nissan-bilar.
Páll Danielsen vísir á, at tá
hann sum sølumaður skuldi
meta um ein brúktan bil, so
varð í fyrsta lagi hugt eftir mark
naðarprísinum fyri ávísa bilin
og sjálvsagt, hvørjum standi
bilurin var í.
Meðan Finnbogi Arge var í
landsstýrinum, røkti ein vin
maður hansara, Tummas Niel
sen, stjórastarvið, og síðan hevur
Meinhard Arge eisini verið stjóri
í fyritøkuni.
Tá Reyni Service keypti
Auto Service í 2005, var Árni
Rasmussen stjóri fyrstu árini,
og síðan Poul Jákup Poulsen,
sum framvegis er stjóri í Auto
Service.
Fleiri verið leingi
At Páll Danielsen skjótt hevur
verið í fyritøkuni í 40 ár, merkir
kortini ikki, at onkur annar
ikki hevur verið longri. Tað
eru nevniliga fleiri, sum hava
starvast hjá bilasøluni í mong ár.
- Ingibjartur Djurhuus hevur
verið í starvi nógv longri enn eg,
og hann var eisini verkførari í
fleiri ár. Nú arbeiðir hann parttíð
og fæst við at gera ørindir, eins
og hann koyrir viðskiftafólk upp
á pláss, sum hava verið her við
bilinum. Erling Olson byrjaði
eisini væl fyri mína tíð, og hann
hevur verið bilmekanikari her
øll árini, eg havi verið her. Ein
annar, sum eisini var í fyritøkuni,
tá eg byrjaði, var Erhard Olsen,
sum var bilmekanikari her í
mong ár. Hann gavst her hjá
okkum fyri stuttari tíð síðan
vegna sjúku.
Ein spennandi tíð
Bilamerkini, sum Auto Service
selur í dag, eru Nissan, Peugeot,
Citroen og Opel.
BILBLAÐ
- Tað er við sorgblídni, at eg
gevist hjá Auto Service hin 1. juli,
har eg havi havt so nógv góð ár
saman við góðum og dugnaligum
starvsfeløgum. Men, eg eri
samstundis ógvuliga spentur
upp á nýggju avbjóðingina og
lívsleiðina, sigur Páll Danielsen
- NISSAN GAV MÆR
- NISSAN GAV MÆR
BREYÐ OG SMØR Á
BREYÐ OG SMØR Á
BORÐIÐ Í 40 ÁR
BORÐIÐ Í 40 ÁR