hósdagur 23. apríl 2020síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. APRÍL 2020
SOSIALURIN 38
17
BILBLAÐ
Dekostovan er tann fyritøkan á Stiðjagøtu,
sum tekur sær av dekovirkseminum í fyri
tøkuni. Ein serlig tænasta, sum Dekostovan
bjóðar, er at tóna rútar við sokallaðum
sólfilmi. Hetta er sera væl dámt av bileig
arum, tí tónaðir rútar gera bilin serligan.
Summi velja at fáa sær tónaðar rútar av
praktiskum ávum, tí tey ikki vilja, at nakar
skal síggja inn, ella tí tað skal verja ímóti
UV-stráling.
Onnur fáa sær tónaðar rútar, tí tað prýðir
bilin við til dømis við myrkum síðurútum
og bakrúti. Tónaðir rútar gera tað meira
behagiligt at koyra, tá ið sól er, umframt
at bilurin fær eina coolari útsjónd og sær
flottur og eksklusivur út. Sólfilmur fæst við
ymiskari tóning.
Á føroysku vegunum síggjast nógv dømi
uppá bildekoreringar, so sum bilar, sum
eru »100% pakkaðir inn« í folio, sum t.d.
sjúkrabilar, hýruvognar. Eisini verða bussar,
lastbilar, trailarar, vørubilar og persónbilar,
dekoreraðir við búmerkjum framman, aftan
og á síðunum.
- Tað er bert at koma út til okkum og
siga hvat tit ynskja. Vit hava eitt stórt úval
av tilfari at dekorera við og kunnu skaffa
alt. Vit kunnu faktiskt broyta útsjóndina á
bilinum, so hann líkist heilt burturúr sum
t.d. við tónaðum rútum, kromaðum speglum
og takið í øðrum liti eins og nógvar aðrar
detaljur.
Dekostovan hevur serlig framleiðslutól
og amboð. Hetta, saman við serførleikunum
hjá starvsfólkunum, ger, at til ber at dekorera
bilar við øllum tí, sum ein kann ynskja sær.
- Eisini geva vit góð ráð og geva fegnir
eitt óbindandi tilboð. Alt, sum vit framleiða,
er gjørt so tað heldur til føroyska veðurlagið.
Einans hugflogið setir markið fyri, hvat
vit kunnu gera, møguleikarnir eru óendaligir,
sigur Christian Nagata stjóri.
Tónaðar rútar og bildekorering
Hetta er tíðin tá bilurin verður gjørdur klárur til
summarið. Ein fyritøka, sum hevur spesialiserað
seg í at gera bilar flottar og sermerktar, er Deko
stovan, sum heldur til í Stiðjagøtu 11 í Havn sam
an við designfyritøkuni Sendistovan.
Stiðjagøta 11
DEKOSTOVAN
Stiðjagøta 11
FO-100 Tórshavn
Tel. 347 150
samband@dekostovan.fo
www.dekostovan.fo