Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-04-23, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. apríl 2020síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. APRÍL 2020 SOSIALURIN 38 16 BILBLAÐ VILMUND JACOBSEN ”Sandoy grøn og heldur lág, gras á nærum hvørjum bletti…” Soleiðis yrkti H.A. Djurhuus í sínari tíð um Sandoynna. At oyggin er heldur lág og grøn, merkir, at her sum heild er slætt. Hetta hevur eisini havt sín týdning, tá politiski myndugleikin í valskeiðnum undan hesum setti sær fyri, at koyr­ingin hjá bygdaleiðum í Sand­oynni í nýggja sátt­mála­ skeiðnum, sum byrjar hin 1. mai í ár, skal gerast grønari. Tað er Jákup Fróði Djurhuus, sum hevur koyrt fyri Bygdaleiðir í farna sáttmálaskeiði, og tað er eisini hann, sum hevur fingið sáttmála við Bygdaleiðir um koyringina í oynni tey næstu sjey árini - frá 1. mai í ár at rokna. Tók stigið Jákup Fróði Djurhuus sigur, at tá tað gjørdist greitt, at politiski myndugleikin, sum varar av bygda­leiðum, ynskti eina grønari loysn, gjørdist hetta eisini ein partur av tilboðnum í samband við nýggja sáttmálaskeiðið. - Tað var ikki eitt beinleiðis krav, at talan skuldi vera um el-buss, men við í sáttmálanum skuldi vera ein grønari loysn. Eg hugdi upp á ymiskar møguleikar og kom til ta niðurstøðu at velja eina so grøna loysn, sum yvir­ høvur ber til. Loysnin hjá Jákupi Fróða Djur­huus gjørdist ein el-bussur av merkinum Iveco, sum tekur 20 ferðandi á sitiplássum umframt føraran. Í bussinum er eisini pláss fyri koyristóli og barna­vogni samstundis. - Hetta er ein sera rúmligur bussur, og tá tú kemur inn, kemur tú inn aftan fyri buss­ før­ar­an. At koma inn í el-buss­in, minnir um at koma inn í býar­ buss­ar­nar, sum vit kenna teir í høvuðsstaðnum, sigur hann. Koyrt túrar Hóast el-bussurin ikki er partur av sáttmálaskeiðnum fyrr enn hin 1. mai, hevur Jákup Fróði Djur­huus kortini koyrt nakrar túrar í oynni við bussinum, og miðskeiðis í hesi vikuni var Sosialurin eisini við ein túr úr Skop­un til Sands. Sjálvur heldur Jákup Fróði Djur­huus, at tær royndir, hann higartil hevur gjørt sær við koyring í el-bussinum, eru posi­ tivar, og hann heldur eisini, at um­støðurnar í oynni til løðing av battaríunum nú eru góðar. - Ein løðistøð hevur verið á Sandi í eina tíð, og síðan hevur Sev eisini setti løðistøðir upp í Skop­un og Skálavík. Hesar støðir liggja væl fyri í mun til okkara virksemi. Løðistøðin á Sandi stendur beint oman fyri havna­lagið, í Skopun stendur hon við bygdarhúsið Samljóð, og í Skálavík stendur støðin niðri í bygdini, har fyrrverandi fiska­virki er - og soleiðis eisini eitt hana­gleiv frá undirhúsinum í bygdini. Sjálvur metir Jákup Fróði Djur­huus, at el-bussurin í Sand­ oynni kann vera í rutu allan dagin - uttan, at battaríini gerast tóm fyri streym. - Undir vanligum umstøðum koyra vit við tveimum bussum, men her eru steðgir á degnum, tá tað ber til at løða battaríini - antin tað er í Skopun, Sandi ella í Skálavík. Haraftrat hevur bussurin sjálvvirkandi løði­ skipan, tá koyrt verður í undan­ brekku, og tú ikki trýstir á speed­ aran. Bremsiskipanin ger, at tær heldur ikki nýtist at hanga í brems­unum í undanbrekku, og so­leiðis kann bremsuslitið eisini av­markast, sigur hann. Alt er nýtt Jákup Fróði Djurhuus vísir á, at enn er alt so nýtt, men hann heldur, at el-bussurin í Sand­ oynni fer at rigga væl, og aftur­ meld­ingarnar, hann hevur fing­ið frá ferðandi í bussinum higar­til, eru góðar. - Tað er ikki soleiðis, at løðingin er minkað nakað munandi, tá tú ert komin úr Skopun og brøttu brekkuna niðan á Hálsavøtnini. Eg vil meta, at brekkan niðan á slættan kanska tekur eini fimm prosent av battaríunum. Bussur er kvikur og koyrir væl, og tú sært eisini, nær tú koyrir øko­ moniskt. Enn dugir veitarin hjá Bygda­ leiðum í Sandoynni ikki at siga, um pengar vera at spara í orku, nú drívmegin í nýggja bussinum verður el og ikki diesel. - Hetta er ov tíðliga at siga enn, tí higartil er bussurin so lítið brúktur, men tað verður spennandi at síggja, hvør mun­ urin verður, tá ein tíð er liðin. Ein el-bussur, sum hesin, er ein stór íløga, og bussurin er nakrar ferðir dýrari enn ein diesel-bussur av somu stødd, og hann er eisini væl tyngri. Kanska sjálvkoyrandi Vegurin millum Skopun og Sand verður sagdur at vera fyrsti millumbygdavegur í Føroyum, bygdur fyri stívliga 100 árum síðan. Nú er so fyrsti el-bussur í Før­oyum so smátt byrjaður at koyra í Sandoynni. Vit spurdu tí Jákup Fróða Djurhuus, um tað kanska er hugsandi, at tað verður í Sandoynni, at fyrsti sjálv­koyr­ andi bussurin eisini fer at koyra – og kanska longu í nýggja sátt­ mála­skeiðnum, sum varar í heili sjey ár. - Tað eru sjálvkoyrandi bilar og bussar í øðrum londum - og enntá inni í býum ymsastaðni. So hvørt veit, um fyrsti bussurin av slíkum slag í Føroyum ikki júst fer at koyra millum Skopun og Sand? So langt eru vit ikki komin enn, men slíkt er ikki óhugs­andi, sigur Jákup Fróði Djur­huus. Brosandi heldur hann fyri, at um so verður, fer tað helst at bera til hjá honum at seta buss­ in í rutu við einari app á far­tele­ fon­ini. EL-BUSSURIN HEVUR KOYRT TÚRAR Í GRØNU SANDOYNNI Vegurin millum Skopun og Sand er fyrsti millumbygdavegur í Føroyum, bygdur fyri stívliga 100 árum síðan. Nú er so fyrsti el-bussur í Føroyum so smátt byrjaður at koyra í Sandoynni, og hvør veit, um tað ikki eisini verður millum Skopun og Sand, at fyrsti sjálvkoyrandi bussur í Føroyum fer at koyra? - Eg havi koyrt nakrar túrar við el-bussinum, og hetta hevur riggað væl, sigur Jákup Fróði Djurhuus Jákup Fróði Djurhuus heldur, at el-bussurin kann koyra ein heilan dag í Sandoynni