hósdagur 23. apríl 2020síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. APRÍL 2020
SOSIALURIN 38
33
BILBLAÐ
Sámal av Reyni, stjóri á Reyni Service
Rúni Djurhuus, stjóri hjá Wenzel
Jákup á Borg, stjóri í Bilrøkt
Hvør var tín fyrsti bilur?
Fortel eitt sindur um hann.
Tað var ein Carina II frá ’92
ella har á leið. Hann hevði
fleiri skaðar, tá eg keypti hann,
men hann varð sproytaður av
nýggjum og sá gott út, tá eg fór
at koyra við honum. Eg hevði
hann í eini 2-3 ár.
Hvussu nógvar bilar
hevur tú havt?
Eg havi koyrt nakrar 100, men
sjálvur havi átt einar 20 bilar.
Hvørjum bili koyrir tú í nú?
Fortel eitt sindur um bilin.
Eg havi ein Lexus RX450L. Tað er
ein rúmligur bilur við 7 setrum
- Tá mann hevur nógv børn, er
brúk fyri nógvum setrum.
Hvønn bil hevur tú verið
fegnast um og hví?
Tað var ein Lexus IS250 við
automatiskum gearum. Ein
øgiliga behagiligur bilur at
koyra, og hann hevði eina
hóskandi stødd til tørvin, sum
eg tá hevði.
Hvør er tín dreymabilur?
Lexus LFC
Hvat heldur tú er mest
umráðandi at hugsa
um, tá vit skulu velja
okkum ein bil?
Tú skalt hugsa um tørvin, sum
tú hevur, og at tað er ein bilur,
sum ikki missir ov nógv í virði.
Og sum annars er góður at
koyra.
Hvør var tín fyrsti bilur?
Tað var ein Opel Astra frá 1999. Eg keypti
hann frá mammu míni. Hann hevði
lítlan motor, men kortini valdi eg at styla
hann. Mamma mundi gráti, tá ið hon
sá hann, men eg helt hann var flottur.
Vinmennirnir drillaðu meg, tí bilurin
var so stylaður, men hevði næstan onga
kraft. Hann hevði numm JV 162
Hvussu nógvar bilar
hevur tú havt?
Nógvar, men eg veit ikki talið heilt
neyvt, men tað liggur um 100.
Hvat slag av bili hevur tú nú?
Eg havi ein Volvo XC 90. Hetta er ein
fantastiskur bilur við stórum tryggleika.
Hann hevur sjey setur og góða kraft.
Tryggleikin er høgur, tí seinastu 10 árini
er ongin deyður í einum Volvo X90.
Hvønn bil hevur tú
verið glaðast fyri?
Volvo X90 Hann hevur gott pláss til
konu og børn og nógv afturat. So hava
konufólk eisini valt hann, sum tann
mest sexutia bilurin í dag.
Hvør er tí dreymabilur?
Ford Ranger Raptor. Ein pick-up, sum er
ómetaliga góður at koyra og vera í.
Hvat heldur tú er mest
umráðandi, tá ið fólk velja bil?
Í dag telur trygdin ómetaliga nógv.
Tey hugsa eisini um, hvat tey fáa fyri
pengarnar og summi hugsa eisini nógv
um, hvussu nógv ein bilur er verdur,
tá ið hann skal seljast aftur og hvussu
lættur hannr er at selja.
Hvør var tín fyrsti bilur?
fortel eitt sindur um hann
Mín fyrsti bilur var ein Toyota
Carina ll og seinni keypti eg
ein Opel Astra 2.2 Coupé. Hann
var gull-littur, og tað passaði
væl við at vit eisini vunnu gull
í B36 um ta tíðina.
Hvussu nógvar bilar
hevur tú havt?
Havi onga peiling, eitt stað
millum 50 og 100 bilar.
Hvørjum bili koyrir
tú í nú? fortel eitt
sindur um bilin
Kia Stinger GT sum ein
sportsligur og praktiskur bilur
við nógvum hestakreftum.
Hvønn bil hevur tú verið
fegnast um og hví?
Tað er hesin Kia Stinger sum
eg havi nú. Samstundis sum
hann er sportsligur er hann
eisini ein góður familjubilur.
Hvør er tín dreymabilur?
Tað er antin ein Lamborghini
ella Porsche 911, sum eru teir
ultimativu bilarnir.
Hvat heldur tú er mest
umráðandi at hugsa
um, tá vit skulu velja
okkum ein bil?
Fólk eru ymisk og bilar eru
ymiskir. Tað mest umráðandi
er, at kundin fær ein bil, sum
nøktar hansara tørv, og hann
er glaður fyri.