hósdagur 23. apríl 2020síða 37
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. APRÍL 2020
SOSIALURIN 38
37
frá føroysku rottunum vórðu
síðani samanborin við úrslitini
frá rottum, sum vóru fingnar í
41 býum í Evropa, Russlandi og
aðrastaðni kring um í heiminum.
Kanningar vístu, at brúna rottan
er komin til Føroyar í trimum
umførum, og at tær eru komnar
ymsastaðni frá, óheft av hvørjari
aðrari.
Rotturnar í Suðuroy
Genetisku kanningarnar av rott
unum í Suðuroynni og Norðoyggj
um staðfestu tað, sum vit longu
vistu frá skrivligum søguligum
keldum.
Rotturnar í Suðuroy kunnu
hava sín uppruna í Norra, men
Stóra Bretland er eisini ein møgu
leiki (Mynd 4 og 5). Neyvt hvar í
Stóra Bretlandi tær komu frá, ber
tó ikki til at siga, tí prøvar av rott
um vóru bara frá tveimum býum
í Miðonglandi: Nottingham og
Liverpool. Fyri at fáa ein betri
neyvleika, er neyðugt við prøvum
úr fleiri støðum í Stóra Bretlandi,
serliga frá Skotlandi og teimum
skotsku oyggjunum.
Úrslitini við nútímans genet
iskari tøkni prógva tað, sum Jens
Christian Svabo greiddi í síni
ferðafrásøgn. Hann greiðir frá,
at tað var eitt norsk skip, sum
kom frá Tróndheimi í Norra,
men rendi á land á skotsku oynni
Lewis. Skipsvrakið, sum var fult
at rottum, rak á land í Hvalba, og
við tíð tí, vóru rotturnar komnar
til Suðuroynna. Rotturnar kunnu
antin vera komnar um borð á
skipið, áðrenn tað fór úr Norra,
ella eftir at skipið hevði rent á
land á skotsku oynni. Bæði eru
møgulig. Tað kann eisini hava
verið ein blanding av rottum frá
báðum londunum. Hesi sporini
síggjast aftur í teimum nútímans
genetisku kanningunum, sum vit
nú hava gjøt av eftirkomarunum
hjá rottunum, sum komu til
Suðuroynna fyri 250 árum síðani.
Rotturnar í Norðoyggjum
Genetisku kanningarnar av rott
unum í Norðoyggjum vístu, at tær
hava sín uppruna í Stóra Bretlandi
ella møguliga úr Suðuroy (Mynd
4 og 5). At kanningarnar vísa, at
rotturnar í Norðoyggjum møgu
liga er komin úr Suðuroynni, er
kanska ikki so løgið. Vit vita, at
rotturnar har norðuri fyrst komu
til Norðdepils á Borðoynni. Tað
var um ár 1900. Hagar komu tær
við norðmonnum, sum høvdu
hvalastøð í Norðdepli. Um sama
mundi, høvdu norðmenn eisini
hvalastøð í Lopra í Suðuroynni, og
helst hava norsku hvalabátarnir,
og eisini onnur skip, siglt í millum
hesar báðu norsku hvalastøðirnar,
og tá er óivað onkur rotta eisini
komin norður við frá Lopra til
Norðdepil. Eisini hesi sporini
kunna nútíðar genetiskar kann
ingar finna fram til í dag, 120 ár
eftir at hvalastøðin í Norðdepli
lat aftur.
Rotturnar í Havn
Tað mest óvæntaða úrslitið í
teimum genetisku kanningunum
kom frá rottunum í Havn. Í bókini
”Indberetninger fra en Reise i Færø
1781 og 1782”, greiðir Jens Christian
Svabo frá, at rotturnar, sum komu
til Havnar í 1769, møguliga komu
úr Suðuroynni, hagar tær vóru
komnar eitt ár frammanundan.
Okkara kanningar vístu tó, at
rotturnar, sum komu til Havnar,
eitt ár eftir at tær vóru komnar
til Hvalbiar í 1768, ikki eru komn
ar úr Suðuroynni, sum fyrr
hildið, men at talan hevur verið
um eina sjálvstøðuga innrás av
´”nýggjum rottum”, sum komu
úr Stóra Bretlandi (Mynd 3, 4 og
5). Rotturnar hava síðani spjatt seg
norður eftir oynni, hiðani tær so
eisini eru komnar til Eysturoynna
og Vágar eini 7 til 10 ár seinni.
Hetta er nýggj vitan fyri okkum,
og hetta høvdu vit ikki vitað,
um genetisku kanningarnar ikki
vórðu gjørdar.
Kanningin vísir eisini, at tað er
stórur munur á genetisku egin
leikunum hjá rottunum á teim
um sjey oyggjunum í Føroyum,
har rotturnar í dag eru. At tað er
genetiskur munur millum oyggj
arnar vísir, at tað er lítið samband
í millum rotturnar á teimum
ymisku oyggjunum. Hetta er av
stórum týdningi at vita, um vit
einaferð í framtíðini fara undir
at týna rottuna í Føroyum. Tá
ber betur til at taka eina oyggj í
senn, og síðani fara undir at týna
rotturnar á næstu oynni, av tí at
sambandi millum oyggjarnar er
so lítið.
Keldur:
E. E. Puckett, E. Magnussen, A. K.
Liudmila, T. M. Strand, A. Lundkvist,
and J. Munshi-South (2019). Genomic
analyses reveal three independent
introductions of the invasive brown
rat (Rattus norvegicus) to the Faroe
Islands. Heredity, Publised online 09
Aug 2019.
L. Zeng, C. Ming, Y. Li, L. Y. Su o.f.
(2018). Out of Southern East Asia of
the Brown Rat Revealed by Large-
Scale Genome Sequencing. Molecular
Biology and Evolution 35 (1):149-158.
E. E. Puckett, J. Park, M. Combs o.f.
(2016). Global population divergence
and admixture of the brown rat
(Rattus norvegicus). Proceedings
of the Royal Society B-Biological
Sciences 283 (1841.
0 5 10 km
Hvalba 1768
*
*
*
*
Sumba 1771
Saksun 1779
Haldórsvík 1776
Norðdepil
uml. 1900
Sørvágur 1779
Miðvágur 1780
Viðareiði
1904-1910
*
Eiði 1776
*
Haraldsund
1914
FUGLOY
SVÍNOY
VIÐOY
BORÐOY
KUNOY
KALSOY
EYSTUROY
STREYMOY
VÁGAR
MYKINES
KOLTUR
HESTUR
NÓLSOY
SANDOY
SKÚVOY
STÓRA DÍMUN
SUÐUROY
LÍTLA DÍMUN
Tórshavn 1769
7˚W
62˚N
*
*
*
*
*
Mynd 3: Spjaðingarmynstrið hjá rottuni í Føroyum, grundað
á skrivligar keldur. Fyrstu rotturnar komu til Hvalba. Hetta
var í 1768. Haðani spjaddu tær seg: fyrst til Havnar og hiðani
norður eftir Streymoynni. Síðani til Eiðis og restina av
Eysturoynni. Seinni komu tær til Vágarnar. Um aldaskiftið,
ár 1900, komu tær eisini til tríggjar av Norðoyggjunum. Í dag
er rottan at finna í sjey av teimum 18 føroysku oyggjunum.
Streymoy
Eysturoy
Vágar
Borðoy og
Viðoy
Suðuroy
Mynd 4: Føroysku rotturnar skilja seg genetiskt frá hinum rottunum
í Evropa. Rotturnar, sum í dag eru í Streymoynni, Eysturoynni og
Vágum fella saman í ein “klump”. Hetta vísir, at tær eru rættuliga
líkar genetiskt og hava ein felags uppruna. Rotturnar í Suðuroynni
og Norðoyggjum liggja í hvør sínum klumpi. Tær eru ymiska frá
hinum føroysku rottunum og hava eisini ein annan uppruna. Myndin
vísir eisini, at tær føroysku rotturnar eru genetiskt ymiskar frá
rottunum í Skandinavia og Evropa. Serliga eru tað rotturnar í
Streymoynni, Eysturoynni og í Vágum, sum bregða frá hinum.
Mynd 5: Rotturnar í Føroyum
eru genetiskt ymiskar (mynd
A). Rotturnar, sum eru fingnar
í teimum sjey bygdunum
Streymoynni, líkjast allar
genetiskt (appilsingult, til
vinstru á mynd C), og eru eisini
rættuliga líkar teimum í Vágum
og í Eysturoynni (grønt, til
vinstru á mynd C). Rotturnar
á hesum trimum oyggjunum
hava sí uppruna í Stóra
Bretlandi. Rotturnar á Viðoynni
og Borðoynni (myrkablátt,
til vinstru á mynd C) og tær
í Suðuroynni (ljósablátt, til
vinstru á mynd C) skilja seg
tó týðuliga frá rottunum á
hinum trimum oyggjunum og
hava helst sín uppruna í Stóra
Bretlandi ella úr Norra.
TIL FØROYAR
M