Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-04-23, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. apríl 2020síða 38

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. APRÍL 2020 SOSIALURIN 38 38 STEINAR PATURSSON H agstovan hevur sein­astu dagarnar varp­að ljós á virk­ semi­s­yvirlitið hjá løgregluni í Føroyum, og yvir­ høvur eru nógv lógarbrot, ið eru vorðin færri í tali. Yvirhøvur eru revsimálini nógv færri í tali í dag, enn tey vóru fyri 12 árum síðani. Tølini vísa, at í 2007 vóru 1100 revsimál, men í 2019 var tað minkað niður í 500. Tað eru ivaleyst ávísar orsøkir til, at talið á revsimálum er fallið so nógv, heldur Michael Boolse, fúti. – Vit hava havt fokus á harðskapi í náttarlívinum. Og vit hava havt samstarv við fleiri av teimum støðunum, har vit sóu, at harðskapur var. Tað var millum annað í bíðirøðum til pitsastøð. So settu vit nøkur ting í gongd, har pitsariaeigararnir royndu at halda betri stýr á bíði­ røðunum í náttarlívinum. Tað hevur faktiskt givið rættiliga gott úrslit, sigur Michael Bool­ sen. – Vit fóru inn at hyggja, hvar hesar býttu støðurnar við harð­ skapi í náttarlívinum komu frá. Upp á tann mátan hava vit sæð, at har er komin ein broyting, sigur Michael Boolsen, men legg­ur aftrat, at hetta er eisini ein tendensur, ið løgreglan sær í Dan­mark. – Harðskapsmeldingarnar fara eisini niður í Danmark, so tað kann eisini vera okkurt, ið liggur í tíðini. Herveksmál minkað við 75 prosentum Lutfalsliga er tað serliga her­ verks­mál, ið eru vorðin færri í tali - úr 400 í 2007 og niður í júst yvir 100 í fjør. Tað er serliga SSP samstarvið, ið er orsøk til hetta, metir Michael Boolsen. – Vit hava í grundini hava stóra success við okkara SSP sam­starvi [Skúlaverk, sosialir myndugleikar og politi, red.]. Uttan at hava nakað statistiskt grundarlag fyri tí, kundi eg ímyndað mær, at tað hevur nakað at gera við, at vit fáa eitt gott prát við børnini um, hvat tað merkir fyri tey. Tí tað hevur avleiðingar fyri tey í mun til framtíðarmøguleikar, um tey fáa ein dóm fyri brot á revsilógina. Og eg haldi, at har tí eru fleiri, ið hugsa seg um, sigur Michael Boolsen. – Tað kann eisini hava nakað við alkoholmentanina at gera. NÓGV FÆRRI REVSIMÁL ENN FYRI 12 ÁRUM SÍÐANI Seinastu 20 árini er nógv hent á revsirættarliga økinum, og hagtølini vísa, at meðan summi mál verða fleiri, so verða onnur færri Vit fóru inn at hyggja, hvar hesar býttu støðurnar við harðskapi í náttarlívinum komu frá