hósdagur 23. apríl 2020síða 39
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. APRÍL 2020
SOSIALURIN 38
39
Nú síggi eg, at alkoholmentanin
er annarleiðis, enn tá eg var her
fyri 25 árum síðani, sigur Michael
Boolsen, sum tá starvaðist sum
løgreglufulltrúi í Føroyum
miðskeiðis í 90'unum.
– Tá varð drukkið annarleiðis.
Eg sigi ikki, at tað ikki eru full
ung í náttarlívinum í dag, men
tað varð drukkið annarleiðis tá.
Og eg kundi ímyndað mær, at
tað hevur nakað við alkohol
mentanina at gera.
Somuleiðis metir fútin eisini,
at øktu tilboðini um frítíðarítriv
spæla eisini ein leiklut.
– Tað er partur av allari SSP
tankagongdini. Jú fleiri frí
tíðartilboð eru, og jú meira
upptikin tú ert, til dømis av
fótbólti, so nyttar ikki at koma
við timburmonnum til dyst.
Har er ein góður samanhangur
í tinginum, ið ger, at vit síggja,
at har er ein niðurgongd í
herverksmálum. Og tað er ein
dramatisk niðurgongd, sigur
Michael Boolsen.
Mál um siðamisbrot
standa í stað
Hinvegin er talið á málum um
siðamisbrot ikki minkað nógv.
Mál um siðamisbrot umfata
alt tað, ið hevur við kynsligan
ágang at gera, so sum neyðtøka,
neyðtøkuroynd og blygdanar
skemd (incest).
Samanborið við onnur revsi
mál eru tølini viðvíkjandi siða
misbroti lítil, og tey sveiggja
rættiliga nógv upp og niður.
Tey minkaðu spakuliga júst
eftir aldarskiftið, og í 2011 var
einki mál um siðamisbrot. Í
2018 vóru kortini yvir 50 mál
um siðamisbrot, og í fjør vóru
33 mál.
Um júst tað, at har var eitt ár
uttan mál um siðamisbrot, sigur
Michael Boolsen, at har kann
vera talan um myrkatøl.
– Uttan at inkriminera nakr
an og pástanda, at onkur hevur
gjørt nakað, sum tey ikki hava
gjørt, so eru jú myrkatøl, og
serliga innan hetta økið. Tað
eru nógv, sum ikki hava hug at
melda.
– Vit síggja eisini, at tá har eru
mál, ið fáa nógva almenna um
røðu, so verður oftari meldað.Tá
tykist at vera okkurt forstáilsi
fyri, at tað er kanska ikki so,
at einki verður gjørt, og at fólk
tora væl at traðka fram at melda
kortini.
Michael Boolsen leggur dent
á, at talan er ikki um nakra
struktureraða gjøgnumgongd
av hagtølunum, men vísir aftur
á tíðina, tá hann var her seinast,
sum dømi. Tá var eitt mál, har
ein pápi og ein abbi høvdu mis
brúkt tvær gentur, og málið fekk
stóra umrøðu.
– Í fleiri ár høvdu vit tá ikki
havt meldingar um siðamisbrot,
men so kom ein streymur av
meldingum. Eg haldi, at tá fólk
síggja, at dómar fella, og at tey
eru ikki tey einastu, ið verða mis
brúkt, traðka tey fram.
Broytt vápnalóggáva
førdi til fleiri mál
Stórur vøkstur hevur verið
í talinum á brotum á vápna
lógina síðan 2010. Frá 2002
minkaði talið á brotum á
vápnalóggávuna frá 15 niður í
bert eitt í 2010, men síðani er tað
bara voksið. Vøksturin í brotum
á vápnalógina var støðugur frá
2010 fram til 2017, tá vøksturin
tók dik á seg, og í 2019 vóru heili
45 brot á vápnalógina.
Í februar í 2015 gjørdi Kaj Leo
Holm Johannesen, táverandi
løgmaður, greitt, at vápnalógin
skuldi herðast. Millum annað
skuldu øll skotvápn skrásetast
í navninum hjá eigaranum, og øll
tey, ið áttu ella vildu eiga vápn,
skuldu taka vápnaskeið og fáa
vápnaprógv frá Akstovuni.
Harumframt skuldu allir
vápnaeigarar hava vápnaskáp
ella vápnalás til skotvápnini.
Michael Boolsen vísir eisini
á broyttu lóggávuna sum
møguliga orsøk fyri, at málini
um brot á vápnalóggávuna
gjørdust fleiri í tali.
– Eg meini, at har vóru fleiri
vápn, ið vórðu fevnd av vápna
lógini. Lógin varð strammað
upp, sum eisini merkir, at tað
er náttúrligt, at har verða fleiri
meldingar og har fella fleiri
dómar fyri brot á vápnalóg
gávuna.
Sveiggj í fongsuls
hagtølunum
Talið á fongslingum og varð
haldsfongslingum hevur verið
í støðugari minking frá mið
skeiðis í 00'num. Frá 2000 til
2004 vaks talið á fongslaðum úr
100 upp í 150, men síðani er talið
minkað støðugt,og í fjør vóru
60 fongslingar og varðhalds
fongslingar.
– Tað eru nøkur sveiggj, sum
tú eisini sært í Danmark. Har eru
nøkur mál, ið elva til rættiliga
nógvar varðhaldsfongslingar.
Hyggur tú so eftir árinum
eftir, eru ikki so nógvar varð
haldsfongslingar. Tað er eitt
útrykk fyri, hvat tað er fyri
kriminalitetur, ið elvir til
nógvar varðhaldsfongslingar,
og onkuntíð er ikki so nógv at
júst tí kriminalitetinum. Har eru
stór sveiggj í tølunum, eisini í
Danmark.
Føroyar menna seg
upp á gott ringt
Hinvegin eru brotini á rús
evnislógina, ið vóru stívliga 50
fyri 20 árum síðani, voksin mun
andi, serliga síðani 2012, so tey
vóru 119 í 2019.
Føroyar eru vorðnar tættari
knýttar at umheiminum, heldur
Michael Boolsen, sum eisini
metir, at hetta merkir, at fleiri
rúsevni finna vegin fram til Før
oyar, og sostatt verða eisini fleiri
rúsevnismál.
– Eg haldi, at tað kann vera
eitt útrykk fyri, at føroyska
samfelagið mennir seg upp á
gott og ringt, sigur Michael Bool
sen og leggur aftrat, at hetta er
ikki grundað á nakra grundiga
gjøgnumgongd av statistikk
inum.
– Føroyar menna seg eisini við
heiminum kring seg. Ferðslan
við útheimin er voksin nógv, og
veksur ferðslan, so er tað náttúr
ligt, at fleiri rúsevni koma inn í
landið. Tað verður torførari at
hava fullkomið eftirlit. Fyrr vóru
tvey flogfør um dagin, og tað var
tað, sigur Michael Boolsen, fúti.
Eg haldi, at tá fólk
síggja, at dómar
fella, og at tey eru
ikki tey einastu, ið
verða misbrúkt,
traðka tey fram
Eg haldi, at tað
kann vera eitt
útrykk fyri,
at føroyska
samfelagið
mennir seg upp
á gott og ringt