Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-21, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. desember 2004síða 24

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 244 - 21. desember 2004 StÍF-VÍF 25-24(11-13) Kærkomin sigur til strandakvinnur Eftir at tað hevði staðið á jøvnum í hálvleikinum, setti Neistin ferð á í seinna hálvleiki, tá ið tær leygardagin vitjaðu Søljuna á Gijlanesi SUNSET-KAPPINGIN Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Mest áhugaverdi dysturin í Sunset-kappingini farna vikuskiftið mundi óivað verða tann á Giljanesi leyg- ardagin, har Søljan fekk vitjan av Neistanum. Hesi bæði liðini síggja út til at verða tey bæði, sum í longdini fara at stríðast um bronsumerkini, uttan at tey tó fáa gjørt nakað við hvørki Stjørnuna og VB. Avgjørt eftir steðgin At talan er um tvey rættu- liga jøvn lið, sást eisini á øllum brøgdum í fyrra hálvleiki av dystinum á Giljanesi. Tí tá gekk leikur rættuliga javnt á, hóast Neistin hevði leiðsluna ein stóran part av teimum fyrstu 30 minuttunum. Men seinasta korterið togaði Søljan Neistaleiðsluna inn aftur, millum annað tí at Kristina í málinum hjá vágakvinnum veruliga vísti sínar dygdir, tá ið hon fýra ferðir á rað bjargaði brots- køstum frá havnarliðnum. Hetta gjørdi tað gjørligt hjá heimaliðnum at koma upp á javnt aftur, og tá ið farið var til hálvleiks stóð á jøvnum 9-9. Í seinna hálvleiki vildu neistakvinnurnar tó prógva, at tær hava munin á Sølj- uni, og tær settu ferð á spælið hjá sær. Hetta gav eisini úrslit, tí spakuliga fóru gestirnir frá Søljuni, og dysturin bleiv avgjørdur. Longu aftaná fyrstu sjey minuttirnar av seinna hálv- leiki hevði Neistin lagt seg fram um við fýra málum, og hóast Søljan royndi at stríðast, so gjørdist einki. Seinastu løtuna av dystin- um gav heimaliðið eisini skarvin yvir, og so økti Neistin aftur eitt sindur um leiðsluna hjá sær, so at endaliga úrslitið gjørdist ein tryggur 24-17 sigur til havnarliðið. Kvinnurnar hjá StÍF tryggjaðu sær leygar- dagin tvey kærkomin stig, tá ið tær í einum tøttum og spennandi dysti vunnu við einum máli á VÍF SUNSET-KAPPINGIN Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Strandakvinnur gjørdu leygardagin eitt lítið lop upp eftir stigatalvuni í Sun- set-kappingini, efter at tað eydnaðist teimum at fáa tvinni stig til høldar, tá ið VÍF var og vitjaði á Skála. Fimm avgerandi minutter Tað var væntandi, at dyst- urin fór at gerast rættuliga javnur, men tey flestu høvdu óivað væntað, at VÍF fór at draga longra stráið, og soleiðis sá tað eisini út í løtum av dystinum. Í fyrra hálvleiki gekk annals sera javnt á, og ongantíð vóru tað meiri enn tvey mál á muni millum liðini, og tað var ikki fyrr enn beint fyri hálvleik, at vestmanna- kvinnur fingu lagt seg fram um við tveimum málum í seinasta minuttinum. Eftir steðgin gekk fram- vegis rættuliga javnt á, men VÍF hevði munin fyrstu løt- una, og tað sá út til at gerast trupult hjá heimaliðnum at fáa fatur á gestunum aftur. Men um miðjan seinna hálvleik kom stígur í hjá VÍF, samstundis sum tað av álvara kom ferð á álops- spælið hjá strandakvinnum. Frá at verða aftan fyri við einum máli 19-20, tá ið seinni hálvleikur var hálv- runnin, vendi StÍF full- komiliga dystinum, tí ein- ans fimm minnutir seinni høvdu tær lagt seg á odda 24-20 við fimm málum á rað. Henda kollvelting tók fullkomiliga gassið av ball- ónini hjá VÍF, og at vinna fýra mál aftur seinastu tíggju minuttirnar av dyst- inum, gjørdist ein ov møtu- mikil uppgáva fyri gestir- nar úr Vestmanna, hóast tær gjørdu eina góða roynd. Hóast VÍF í allarseinastu løtu av dystinum fekk minkað niður í 24-25, so fingr tær ongantíð skapt spenning aftur í dystin. Harvið tryggjaði StÍF sær tvey kærkomin stig, og fingu lagt seg nakað fram um Kyndil, ið er næstaftast á stigatalvuni í Sunset- kappingini. StÍF-VÍF 25-24(11-13) StÍF: Súnfríð Jacobsen 11(6), Rebekka Justinussen 5, Poula Olsen 4, Paula Høgnesen 3, Rósa Johansen 1, Anna Danielsen 1 VÍF: Ioana Rapa 8, Fríða Marjunardóttir 8(4), Alis Høghamar 2, Linda Johannesen 2, Eyðrit Andreasen 2, Finngerð Jensen 1, Sára Jógvansdóttir. Brotskøst: StÍF 6(6), VÍF 5(4) Útvísingar: StÍF 1, VÍF 1 Dómarar: Brandur Johansen og Heri Petersen FAKTA Søljan-Neistin 18-24(9-9) Søljan: Nicloeta Radu Hansen 8(4), Lina Andrulyte 4, Herta J. Simonsen 3, Heidi Maria Akselsen 2, Fía Selma Nielsen 1 Neistin: Simona Petersen 7, Annika Thomsen 6(1), Lív Sørensen 5, Unn Kragesteen 3, Jórun Ludvig 2, Ása á Neystabø 1 Brotskøst: Søljan 5(4), Neistin 5(1) Útvísingar: Søljan 3(3x2), Neistin 4 Dómarar: Dánjal og Kári Hansen FAKTA Søljan-Neistin 18-24(9-9) Neistin vann bronsudystin Neistin vann sonevnda bronsudystin, tá ið tær leygardagin vóru vesturi í Vágum og dystaðust við Søljuna á Giljanesi. savnsmynd Við átta málum var Fríða Marjunardóttir toppskjútti hjá VÍF, sum tó noyddist at lúta fyri StÍF á Skála leygardagin. savnsmynd