Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-21, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. desember 2004síða 24

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

JÓLAHEILSANIR Orð&myndir:Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Presturin legði í sínari prædiku dent á, at jólini eru nakað støð- ugt. – Undrið, tá Jesus varð føddur, er nógv størri enn bert tann eina løtan. Undrið uppliva vit hvønn dag, segði Bergur Jacobsen millum annað í sínari prædiku. 2. sunnudag í advent er før- oysk gudstænasta í Holme kirke í Viby. Byrjað verður føroyska tíð. Einar 15-20 minuttir eftir at tað er kunngjørt at skula byrja. Men hvat ger tað ein dag sum hendan. Vanligt er at byrja við einari gudstænastu. Bergur Ja- cobsen er komin úr Keyp- mannahavn at prædika fyri føroyingum í eystur Jútlandi. Jónhild Abrahamsen, úr Fugla- firði, sum hevur búð í økinum í nógv ár, leggur við sínum sangi ein serføroyskan dám á løtuna. Og eftir gudstænastuna er jólafest. Tað er jólafest í orðsins rætta týdningi við nógvum børnum, sum hava tikið for- eldrini við. Holme kirke sogne- gård kundi tað sama hendan 2. sunnudag í advent verið eitt- hvørt missiónshús í Føroyum. Her er yvirflóð av køkum. Tað fyrikemur mær, at fólk kunnu ikki annað enn at fáa hug eisini at senda eina jólaheilsan. Hýrurin á fólki er góður. Prátið snýr seg um jólini, børnini og um hesir nýggju prísirnir hjá DAT kunnu brúkast til nakað. Hóast útisetar í stríðum streymi fylla flogfør til Føroya, so eru tað langt frá allir útisetar, sum leita sær til Føroya á jólum. Fleiri hava búð í Danmark so nógv ár og hava sína familju í Danmark. Tað fellur tá ikki so natúrligt at fara til Føroya. Onnur hava kanska ikki hug at nýta so nógvar pengar til flog- ferðaseðlarnar. Líkamikið hvør so orsøkin er, so eiga allir hesir nógvu útisetar familju og kenningar í Føroyum. Hvønn skal eg heilsa? Listin yvir fólk, sum skulu hava heilsan er langur. Hvør í sínum lagi sita fólk og skriva niður, hvør skal hava ein heilsan, tá tey sleppa framat. Og listin verður bara longri og longri, sohvørt fólkini fara at hugsa um, hvønn tey skulu minnast til at heilsa, og hvør nú hevur givið teimum hvat og hvønn sóu tey nú einaferð í summar? – Kann mann hoyra meg, um eg teski honum í oyra, hvat hann skal siga. Eg vil ikki hava, at fólk hoyra meg, ljóðar tað frá nøkrum. – Ger tað nakað, um eg sendi eina heilsu, sjálvt um eg fari heim til jóla, er eisini ein van- ligur spurningur. Hugagóði teknikarin, sum hevur sett nakrar tímar av hend- an sunnudagin til at lurta at heilsanum, loyvir fólki at gera, sum tey vilja. Pláss er fyri øll- um. Hendan hugnaliga sunnudag í Århus virkar skipanin soleiðis, at fólk kunnu skriva seg upp á ein lista, sum hongur uppi. So fara tey eftir tørni inn til nýinn- rættaða upptøkuhøli. Tað er ikki so nógv av tilvild, at tey enda á listanum yvir fólk, sum skulu heilsa heim. Ikki eru nakrar reglur fyri, hvussu leingi tú kanst tosa, ella hvat prátað kann vera um. Í einum lítlum hølum við síðuna av køkinum í sóknargarðinum í Holme kirke gongur tað fyri seg. Útgerðin er ikki tað nógva í vavi, men tað er útmerkað til at senda jólaheilsanir við. Og tann rætti andin er eisini yvir løtuni, so skjótt vit á fyrsta sinni hoyra hetta var... nú kem- ur... úr rúminum við síðuna av køkinum. Ein teknikari trýstir á knøtt- arnar, og tað kemur meira enn so fyri, at fólk vilja hoyra, um tað ikki ljóðaði býtt, sum tey søgdu. Men so verður tað bara tikið upp umaftur. Tað kann væl vera, at allar bendingarnar ikki sita, sum tær skulu, men tað ger minni. Tað týdningarmesta er jú at bera heilsanirnar fram. Tað kann heldur ikki vera so lætt hjá smá- um børnum at minnast til øll fólkini í Føroyum, sum mamman ella pápin vilja hava tey at heilsa. Ein serligan týdning Dagarnir tá jólaheilsanir tøkni- liga vóru nakað serstakt eru langt síðani taldir. Sum presturin tók til í sínari prædiku, so hevur einki ættarlið undan hesum upplivað, at tað Góði omma og abba … Jólaheilsanir í útvarpinum hoyra føroyskum jólum til. Siðurin at senda jólaheilsanir í útvarpinum er ein mansaldur gamal, og einki bendir á, at tøknin hevur yvirhálað siðvenjuna Vit eru við, tá jólaheilsanir verða tiknar upp Tað eru nógv fólk, sum skulu hava eina heilsan. Tað mann serliga koma væl við hjá ommum og abbum at fáa eina heilsan