Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-21, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. desember 2004síða 25

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 244 - 21. desember 2004 25 Kyndil-Stjørnan 17-24(8-13) Stjørnan tók sær av løttum Oddaliðið Stjørnan tók sær av løttum, tá ið tær fríggjakvøldið vitjaðu Kyndil í Havn. Uttan at imponera vann oddaliðið trygt SUNSET-KAPPINGIN Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Kvinnurnar hjá Kyndli og Stjørnuni fingu gott høvi at læra hvørjar aðrar at kenna í farnu viku, tá ið tær dyst- aðust tvær ferðir innan tveir dagar. Mikukvøldið hittust liðini bæði í Klaksvík, og fríggjakvøldið var dystur leiktur í høllini á Hálsi. Einki ivamál Tað sást beinan vegin, at talan var um tvey lið úr ávíkavist toppinum og botninum í Sunset-kapp- ingini. Gamaní var Kyndil á odda 2-1, men tað var tað. Oddaliðið úr Klaksvík var snøgt sagt betur á øllum plássum, og longu tíðliga í dystinum løgdu tær seg avgerandi á odda. Eftir at tað hevði staðið á jøvnum 3-3, tá ið seks min- uttir vóru leiktir, fóru gest- irnir frá Kyndli, og næsta korterið fingu tær tryggjað sær eina leiðslu upp á fimm mál, og so var dysturin í veruleikanum avgjørdur. Hjá oddaliðnum kundu tey fríggjakvøldið sam- stundis fegnast um, at Annika Ljósstein av álvara er við at koma fyri seg eftir skaðasteðg, og tað er uttan iva ein góður styrkur, nú farið verður undir avger- andi partin av kappingar- árinum. Sum áðurnevnt tryggjaði Stjørnan sær tíðliga í dyst- inum eina avgerandi leiðslu, og tá ið komið var til hálvleiks, vóru gestirnir á odda við fimm málum 13-8. Eftir steðgin setti oddaliðið ferðina eitt sind- ur niður, og hetta gjørdi tað møguligt hjá teimum grønu úr Havn at fylgja eitt sindur betur við Stjørnuni, uttan at tær tó nakrantíð fingu hálað inn á tær. Kyndil-Stjørnan 17-24(8-13) Kyndil: Ann-Mari Wang 7(3), Randi Wardum 6(1), Linda Weihe 2, Kari-Ann Petersen 1, Hildur Mikkelsen 1 Stjørnan: Joan M. Djordjevic 6(1), Anna Kristina Samson 4, Annika Ljósstein 4(2), Beinta Joensen 3, Una Olsen 3, Bára Skaale Klaksstein 2, Katarina Stjepanov 2 Brotskøst: Kyndil 4(4), Stjørnan 5(3) FAKTA Við sínum seks málum var Joan M. Djordjevic toppskjútti hjá Stjørnuni, tá ið tær fríggjakvøldið vunnu á Kyndli í høllini á Hálsi í Havn. savnsmynd v. t. mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Stjørnan 10 10 - 0 - 0 267 198 69 20 2 VB 10 9 - 0 - 1 309 192 117 18 3 Neistin 11 8 - 0 - 3 321 233 88 16 4 Søljan 11 6 - 0 - 5 313 261 52 12 5 VÍF 11 5 - 0 - 6 266 249 17 10 6 StÍF 10 2 - 1 - 7 215 261 -46 5 7 Kyndil 11 1 - 1 - 9 197 312 -115 3 8 Tjaldur 10 0 - 0 -10 177 359 -182 0 v. t. mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Kyndil 10 8 - 0 - 2 308 238 70 16 2 VÍF 10 7 - 1 - 2 295 259 36 15 3 H71 10 4 - 1 - 5 297 293 4 9 4 KÍF 10 4 - 0 - 6 241 271 -30 8 5 StÍF 10 3 - 0 - 7 267 303 -36 6 6 Neistin 10 3 - 0 - 7 268 312 -44 6 Máltindarnir Kvinnur Nicoleta Radu Hansen Søljan 121 (15) Ioana Rápa VÍF 98 (25) Daiva Tuomaite VB 84 (28) Simona Petersen Neistin 82 (15) Randi Wardum Kyndil 66 (14) Lina Andriulyte Søljan 65 (7) Aukse Vysniaskaite VB 59 (3) Sunfríð B. Jacobsen StÍF 56 (23) Rebekka Justinussen StÍF 53 (9) Heidi Maria Akselsen Søljan 51 Marjun Tróndarson Neistin 49 (7) Rannvá Augustinussen VB 48 (1) Vesna Tomajek Tjaldur 46 (21) Poula D. Olsen StÍF 45 Ása Dam á Neystabø Neistin 44 (2) Menn Ingi Olsen VÍF 77 (21) Agnar Joensen VÍF 62 (2) Halgir D. Olesen H71 62 (4) Sveinur Justinussen StÍF 62 (7) Damir Oros Neistin 60 (12) Áki Mørk Neistin 58 (7) Josef Abrahamsen Kyndil 56 (12) Piti Negru H71 55 (4) Henrik Gerster H71 53 (6) Høgni Klein Kyndil 49 (2) Leivur Justinussen StÍF 48 (8) Jakob Jónsson Kyndil 47 (1) Regin Petersen KÍF 47 (4) Alexandur Johansen StÍF 39 (13) Hans Áki Dal-Christiansen Kyndil 36 (6) Talan gjørdist um rættuligt sorl, tá ið Tjaldur um vikuskift- ið var og vitjaði VB í Vági.Vágskvinnur vunnu stórsigur 40-13 SUNSET-KAPPINGIN Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tað var ongantíð nakar ivi um, hvat var betra liðið, tá ið botnliðið Tjaldur um vikuskiftið vitjaði ein av FM-kandidatunum VB í Vági. Dysturin millum lið- ini bæði prógvaði týðuliga, hvussu stórur munur er á toppinum og botninum í Sunset-kappingini, og tað er neyvan at taka munnin ov fullan at siga, at stórsig- urin hjá VB kundi verið enn størri, um tær ikki settu ferðina eitt sindur niður í seinna hálvleiki. Avgjørt beinanvegin Dysturin var ikki serliga gamal, so var hann longu avgjørdur. Vágskvinnur settu ferð á frá fyrsta bríksli, og tá var trupult hjá gestunum at fylgja við. Kvinnurnar úr Runavík blivu snøgt sagt runnar um koll, og at munurin var stórur á liðunum báðum, sást beinan vegin, tí longu aftaná tíggju minutter hevði heimaliðið lagt seg á odda við sjey málum, 9-2, og so var dysturin í veruleikanum avgjørdur. Heimaliðið setti ikki ferðina niður fyri steðgin, og neyðars Lone í málinum hjá Tjaldur hevði nokk at gera við at heinta bóltin úr meskunum. Ikki færri enn 21 ferðir bleiv bólturin sendur framvið henni í fyrra hálvleiki. Í hinum endanum er synd at siga, at Asta í VB-málinum bleiv skotin heit, og bert fýra ferðir eydnaðist tað Tjaldur at fáa skorað fyri steðgin. Tískil hevði VB eina risa- leiðslu 21-4 í hálvleikinum. Í seinna hálvleiki helt VB fram við sínum spæli, og munurin bara vaks. Men um miðjan seinna hálvleik setti heimaliðið ferðina eitt sindur niður, og tá hepnað- ist betur hjá Tjaldur, sum seinasta korterið fekk yvir helvtina av sínum 13 mál- um í dystinum. VB-Tjaldur 40-13(21-4) Sorl í Vági VB-Tjaldur 40-13(21-4) VB: Rannvá Augustinussen 10(1), Gurið Mortensen 9, Aukse Vysniaskaite 5(1), Margreth Augustinus- sen 4, Sólrun Krosslá 3(1), Daiva Tomaite 3, Laila Jespersen 3, Christina Holm 2(1), Jóna Thorsteins- son 1 Tjaldur: Mona Langgaard 3, Jacoba Langgaard 2, Heidi Hansen 2, Kristine Ellingsgaard 2, Hansa Mikkelsen 2, Anna Hansen 1, Kirstin Jacobsen 1 Brotskøst: VB 4(4) Útvísingar: Tjaldur 2 Dómarar: Kári Niclasen og Birgir Dimon FAKTA