týsdagur 21. desember 2004síða 25
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
henda so nógvar broytingar, og
tøkniligu betringarnar eru øgi-
ligar mestsum dag um dag.
Ì dag liggur ræðið fyri at tosa
umvegis internetið fyri sera
lagaligan kostnað, og omman og
abbin í Føroyum hava ongantíð
ferðast so ofta, sum tey gera í
løtuni.
Hví so senda jólaheilsanir í
útvarpinum?
Flestu svørini, vit fáa, eru, at
tað er nakað serligt. Nú hevur
tann ella tann verið vanur við í
so mong ár at pynta jólatræið og
lurta eftir jólaheilsanum, og tað
hevði verið illa dámt, um tað
einki var at lurta eftir í ár. Og so
er tað eisini nakað serligt og
hugnaligt yvir tí at senda jóla-
heilsanir.
Áhugin fyri at senda jólaheils-
anir í Århus í ár er nógv mink-
aður, men spurningur er, um tað
ikki meira skyldast, at tað hevur
ligið illa fyri hjá fólki at komið
ella kunningin ikki hevur verið
nóg góð. Hetta er ikki tann
ringasti mátin at nýta dagin - da
de dovne får travlt - til.
Tað er tó eingin ivi millum
fólkini, ið dúgliga skrivað navn
eftir navn og pappírið fyri at fáa
øll við, at tað er óføra gott at
sleppa framat
Bara stuttligt
Fyriskiparnir av jólahaldinum í
Holme kirke eru hjúnini Bárður
og Laila Kass Nielsen. Tey
búgva ikki langt burturi í sunn-
ara partinum av Århus, í Viby.
Vanliga taka tey sær av sunnu-
dagsskúlanum fyri føroyskum
børnum í føroyingafelagnum í
Århus.
Seinastu trý árini hava tey
eisini fyriskipað jólafestina og
harvið staðið fyri at fáa jóla-
heilsanirnar frá føroyingum í
Århus økinum til Føroya.
– Vil velja at gera hetta, tí vit
halda tað vera stuttligt. Tá ið vit
eisini hava sunnudagsskúla, er
tað rættiliga nærliggjandi at
skipa fyri jólahaldinum, sigur
Bárður Kass Nielsen, sum
hendan dagin reikar aftur og
fram í besta sunnudagsuniformi
fyri at øll skulu hava nokk av
øllum.
Sjálv eru Bárður og Laila
virkin í Føroysku fólkakirkjuni,
men tey halda so avgjørt ikki, at
tiltakið avmarkar seg til nakra
ávísar samkomur.
– Tað vísir seg, at tá fólk koma
úr Føroyum, so merkir tú ikki so
væl til uppbýtingina millum
samkomur, sigur Bárður Kass
Nielsen.
Hann letur so avgjørt ikki illa
at stríðinum, og tey bæði ætla
eisini at standa fyri tiltakinum
komandi ár. Tað trýtur tíðanverri
upp á føroyskar urguleikarar í
økinum, og tískil fer tann danski
urguleikarin við størsta pettin-
um av fíggajarætlanini.
– Tað plagar ikki at vera nakar
trupulleiki at fáa fólk at baka og
hjálpa til tann dagin, tá jóla-
haldið og gudstænasta eru. Rest-
ina av fyrireikingunum taka vit
okkum av, sigur Bárður Kass
Nielsen.
At senda jólaheilsanir er einki
nýtt fyribrigdi, og tiltakið í
Holme kirke hevur verið fyri-
skipað á líknandi hátt í øllum
førum í tíggju ár. Seinnu árini er
tað vorðið fyriskipað í alsamt
størri samstarvið við Føroyinga-
felagið, og nú er tiltakið at rokna
sum partur av virkseminum hjá
føroyingafelagnum í Århus.
Í ár var áhugin fyri tiltakinum
og jólaheilsanum eitt sindur
minni í mun til undanfarin ár.
Kortini vóru eini áttati fólk
komin saman. Fyrireikarnir eru
tó væl nøgdir, men eru eitt
sindur kedd um, at tað ikki
eydnaðist
jólamanninum
at
sleppa av við allar sínar pakkar.
Byrjaði í tretivunum
Søgan um føroyskar jólaheilsan-
ir gongur nógv longur enn
tíggju ár aftur í tíðina. Vit skulu
leita ein heilan mansaldur aftur í
tíðina, til tretivuni, fyri at finna
tær fyrstu føroysku jólaheilsar-
nar í Útvarpi.
Jógvan Arge, programleiðari í
Ùtvarpi Føroya, sigur, at Dan-
marks Radio sendi føroyskar
jólaheilsanir á Kalundborg lang-
bylgju frá tretivunum og til
einaferð í sekstiárunum.
- Tá var eitt føroyskt útvarp
komið, og tískil helt Danmarks
Radio ikki, at tað var nøkur
orsøk til at halda fram við at
senda jólaheilsanir. Síðani hevur
Útvarp Føroya sent jólaheilsanir
á hvørjum ári.
Av fyrstan tíð var tað øgiliga
væl umtókt at senda heilsanir,
men áhugin var nógv minkaður í
áttati- og nítiárunum, men tá
fólk í hópatali fluttu av landin-
um orsakaðu av kreppuni mið-
skeiðis í hálvfemsunum, so vaks
talið av jólaheilsanum rættiliga
nógv.
Í skrivandi stund veit Útvarp
Føroya ikki at siga, hvussu
nógvar heilsarnar vera í ár, men
tað verður mett til at røkka til
tríggjar kvøldsendingar.
Hvør er orsøkin, at Útvarp
Føroya heldur fram við at senda
hesar góðu jólaheilsanir?
– Tað er tí, at fólki dámar at
senda heilsanir, og vit hava
eisini fingið greiðar ábendingar
um, at hetta er nakað, sum fólki
dámar at lurta eftir, sigur Jógvan
Arge.
Ársins jólaheilsanir úr Århus
verða at hoyra í Útvarpi føroya
ein av síðstu døgunum undan
jólum. Útvarpið byrjar eftir
ætlan 20. ella 21. at senda jóla-
heilsanir frá føroyingum úr flest
øllum heimsins hornum, og tær
síðstu heilsanirnar verða sendar
tollaksmessukvøld.
Bergur Jacobsen, prestur, var komin langa vegin til Jútland 2. sunnudag í advent at prædika jólaboðskapin fyri føroyingum í Holme kirke.
Jólamaðurin slap ikki av við allar sínar pakkar til børnini, men hann
ætlar sær at koma aftur næsta ár við enn fleiri