týsdagur 21. desember 2004síða 26
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 244 - 21. desember 2004
TB mátti stríðast fyri sigrinum
Oddaliðið í flogbólts-
kappingini hjá kvinn-
um var í trupulleik-
um í dystinum ímóti
Drátti, og tað mátti
ein javnbrótari til fyri
at avgera tætta dystin
FLOGBÓLTUR
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Tveir dystir vóru í meist-
aradeildini hjá kvinnum um
vikuskiftið, og tað eydn-
aðist
teimum
báðum
fremstu liðunum at vinna
hesar dystir.
Ein dystur skuldi eisini
vera millum ÍF og SÍ, men
dysturin varð útsettur til
mikukvøldið. Orsøkin var,
at flogbóltslandsliðið var
uttanlands, og tá ið dysturin
hjá monnum millum somu
feløg varð fluttur, varð eis-
ini gjørt av, at kvinnurnar
skuldu spæla mikukvøldið.
TB og Mjølnir, sum eru á
odda í meistaradeildini hjá
kvinnum, spældu um viku-
skiftið, og bæði liðini
vunnu sínar dystir.
Mjølnir var á vitjan hjá
KÍF, og dysturin endaði við
einum tryggum sigri til
kvinnurnar úr Klaksvík.
Úrslitið var 3-0 til Mjølnir,
og eisini í settunum var
munur millum tey bæði
liðini. Fyrsta settið endaði
25-15 til Mjølnir, síðani
endaði næsta settið nakað
javnari,
25-21,
áðrenn
triðja setti endaði 25-13 til
Mjølnir.
TB mátti stríðast
TB, sum av álvara blandaði
seg upp í toppstríðið aftur,
tá ið liðið herfyri vann
toppdystin ímóti Mjølnir,
var í trupulleikum um viku-
skiftið.
Frammanundan
var
greitt, at dysturin á útivølli
ímóti Drátti fór at vera
trupul, og soleiðis gjørdist
tað eisini. Talan var um ein
sera spennandi og javnan
dyst, og tað skuldi ein javn-
ur javnbrótari til fyri at
finna vinnaran.
Fyrsta settið endaði við
25-15 til Drátt, men hóast
hendan smeitin fótaði TB
sær og vann næsta settið
25-21. Triðja settið endaði
við 26-24 til Drátt, og so
hevði TB knívin á barkan-
um. Í fjórða setti vóru tað
tær av Tvøroyri, sum akk-
urát høvdu munin og vunnu
25-23.
Javnbrótarin
gjørdist
eisini spennandi, men tað
endaði við, at TB hevði
munin og vann 15-11.
Harvið vann oddaliðið av
Tvøroyri dystin 3-2 og
heldur fram undir liðini á
Mjølni í toppinum í meist-
ardeildini.
Oddaliðið Mjølnir vann tryggan sigur á KÍF í bestu kvinnudeildini í flogbólti um vikuskiftið.
Mynd: Álvur Haraldsen
Flogbóltsstøður
Meistaradeild, kvinnur
v
t
+/-
d
v
-
t
sett
sett
sett
stig
1 Mjølnir
10
9
-
1
28
7
21
18
2 TB
10
9
-
1
27
10
17
18
3 Dráttur
10
4
-
6
21
20
1
8
4 KÍF
10
4
-
6
13
21
-8
8
5 ÍF
9
3
-
6
11
18
-7
6
6 SÍ
9
0
-
9
3
27
-24
0
Meistaradeild, menn
v
t
+/-
d
v
-
t
sett
sett
sett
stig
1 SÍ
7
6
-
1
19
7
12
12
2 Mjølnir
8
6
-
2
20
10
10
12
3 Fleyr
8
5
-
3
18
12
6
10
4 ÍF
7
1
-
6
1
19
-18
2
5 Fram
8
1
-
7
7
22
-15
2
Føroyska manslands-
liðið, sum um viku-
skiftið var í Skot-
landi, tapti allar
tríggjar dystirnar
móti skotsku vertun-
um á ferðini
FLOGBÓLTSLANDS-
LIÐIÐ
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Føroyska manslandsliðið
var um vikuskiftið í Skot-
landi, har teir leiktu tríggjar
venjingardystir
móti
skotsku vertunum. Tvær
teir seinastu ferðirnar, at
føroysku menninir hava
leikt móti skotum, hevur
tað eydnast okkara monn-
um at vinna, men soleiðis
var ikki hesaferð.
Bert spenningur í
seinasta dystinum
Fyrsti dysturin á ferðini var
leiktur fríggjadagin, og
hann endaði við einum
greiðum sigri til skotska
liðið. Úrslitið var 3-0 til
skotar, og settúrslitini vóru
25-20, 25-16 og 25-22. Alt-
so ein rættuliga greiður
sigur.
Føroyska liðið var ikki
fullmannað til fyrsta dystin
á ferðini, tí tveir av úti-
setunum, Steinar Eirikstoft
og Johan Nielsen, ið báðir
spæla í Danmark, komu
ikki til Skotlands fyrr enn
til næsta dystin.
Heldur ikki í næsta dyst-
inum gekk nakað serligt hjá
føroyska liðnum. Enn eina-
ferð gjørdist úrslitið ein
greiður 3-0 sigur til Skot-
land, og tað er neyvan nak-
að, ið føroysku leikararnir
eru nøgdir við. Sum skilst
koyrdi spælið hjá føroyska
liðnum tó eitt sindur betur í
næsta dystinum, enn tað
hevði gjørt í fyrstu royndini
á ferðini, og tað gjørdi, at
vónirnar vóru eitt sindur
betur undan seinasta dystin-
um á ferðini, sum bleiv
leiktur sunnudagin. Settúr-
slitini í næsta dystinum vóru
25-23, 25-17 og 25-21.
Tann seinasti dysturin
gjørdist eisini nógv tann
mest spennandi dysturin av
teimum trimum á ferðini,
og neyðugt var at spæla
fimm sett, áðrenn ein vinn-
ari var funnin. Aftur hesa-
ferð vóru tað skotar, sum
vóru við yvirlutan, men
munurin var lítil. Skotland
vann dystin 3-2, eftir at før-
oyingar annars høvdu verið
á odda 2-1 í settum. Settúr-
slitini hesaferð vóru 23-25,
25-21, 24-26, 25-23 og 15-
7 - altso ein sera spennandi
og tættur dystur við undan-
taki av seinasta og avger-
andi settinum, har skotar
høvdu greiðan yvirluta.
Harvið vunnu skotar allar
tríggjar dystirnar móti Før-
oyum í Glasgow, og hóast
hvørki Rúni Weihe og Suni
Juul Petersen vóru við før-
oyska liðnum á Skotlands-
ferðini hesaferð, so man
lítið verða at ivast í, at før-
oysku leikararnir og venj-
arin neyvan eru nøgdir við
úrslitini
móti
skotum.
Føroyska ferðalagið kom
aftur til Føroya mánadagin.
Taptu allar tríggjar dystirnar