týsdagur 21. desember 2004síða 26
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
BÁTASMÍÐ
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Tollar, tyljir, áraskeyti, borð-
skeyti. ... At hoyra Terja Jacob-
sen greiða frá sínum dagliga
yrki sum bátasmiður er næstan
sum at verða sett eini 50 ár aftur
í tíðina. Orð, tú ivaleyst bara
kennir frá onkrari skúlabók, fáa
knappliga nýtt lív, og Terji
brúkar tey líka nátúrliga, sum tá
hann tosar um hamara og seym.
Men hvat fær ein 37 ára gamlan
familjumann at siga sítt fasta
starv sum húsasmiður frá sær og
velja sær eitt yrki, nógv av
okkum ivaleyst hildu var farið í
søguna fyri langari tíð síðani?
Málið partur av fakinum
– Ein av orsøkunum er kanska
nettup, at um ikki onkur av
teimum yngru tekur við, so er
vandin fyri at hetta yrkið
hvørvur rættiliga stórur, sigur
Terji og leggur afturat at hatta
við at nýta hesi serligu orðini
fyri teir ymsu lutirnir var nakað,
hann fekk inn undir húðina, tá
hann lærdi hetta yrkið.
– Eg var so heppin at fáa
framúrskarandi
bátasmiðin
Símun Jóhan Wolles av Eiði til
lærumeistara, og hann legði
mær eina við at brúka gomlu
føroysku heitini um teir ymsu
bátslutirnar. Orðini, tú brúkar,
eru ein týdningarmikil partur av
fakinum, og ansar tú ikki eftir,
eru tey horvin, áðrenn tú veit av,
tí ongin brúkar tey, ella brúkar
tey skeivt. Símun Jóhan plagar
at flenna, tá hann hoyrir fólk
tosa um at fara út at sigla við
seglum. "Hatta er líka skeivt,
sum um tú segði, at tú fert út at
ganga við beinunum", plagar
hann at taka til. Fert tú at stima,
er tað við motori, fert tú at
rógva, brúkar tú árar, og fert tú
at sigla er tað also við seglum,
greiðir Terji frá og letur ongan
iva vera um, at føroyskt báta-
smíð er meir enn bara eitt hand-
verk.
Gamal dreymur
Terji smíðar bátar eftir gamla
føroyska sniðinum ella rættari
eftir sniðinum hjá Símuni
Jóhan, tí hvør bátasmiður hevur
sítt egna snið. Og hansara týdn-
ingarmesta amboð er eyga-
málið.
– Í einum føroyskum báti er
ikki ein einasta linja snórabein,
so tú kanst gloyma alt um water-
pas og vinkul. Hetta kann als
ikki samanlíknast við at smíða
hús ella annað vanligt timbur-
arbeiði, so fyri ein húsasmið,
sum meg, var tað sum at vera
lærlingur aftur, tá eg byrjaði at
smíða bátar. Í staðin fyri
tekningar brúkar tú eygamálið,
og tí fær hvør einasti bátur sín
egna persónliga dám, eisini tí
nógv veldst um, hvat tilfar tú
hevur at arbeiða við. Báturin fær
so at siga sína egnu sál. Í so
máta er føroyskt bátasmíð
kanska mest eitt millumting
millum handverk og list, heldur
Terji.
Fyri Terja byrjaði alt hetta í
1988, tá verfaðurin ein dagin
ringdi og bað hann koma at
hyggja uppá bátin hjá sær, sum
var illa farin í tiltiknu jólaódn-
ini. Ætlanin var, at Terji skuldi
umvæla bátin, men tað vísti seg
skjótt, at hetta arbeiðið fór at
verða meir umfatandi enn so.
Terji hevði hoyrt um dugnaliga
bátasmiðin av Eiði og setti seg í
samband við hann at biða um
góð ráð.
– Símun Jóhan kom at hyggja
uppá skaðarnar og helt beinan-
vegin, at tað mundi loysa seg
best heldur at smíða bátin av
nýggjum. Hann skuldi nokk
leggja mær lag á, lovaði hann,
men tað var ikki fyrr enn Símun
Jóhan hevði reist bátin, at eg
tordi at halda meg til. Síðani
ferðaðist Símun Jóhan trúfastur
av Eiði til Kollafjarðar so gott
sum hvønn dag fyri at vita,
hvussu leikur fór og fyri at rætta
eina hjálpandi hond - og tað
mundi rættiliga ofta vera neyð-
ugt, smílist Terji og minnist, at
hann var ikki sørt errin, tá hans-
ara fyrsti bátur stóð liðugur.
– Líka síðani eg var smá-
At smíða ein
føroyskan bát kann
ikki samanberast við
nakað annað. Ein
slíkur bátur hevur
nevniliga eina sál,
sigur Terji Jacobsen,
sum er einasti
føroyingur, sum
hevur bátasmíð sum
fulltíðarstarv
Hevur tú veruliga áhuga fyri tí handverksliga í timburarbeiði, so trúgvi eg, at bátasmíð altíð kemur at standa, sum ein fyrimynd, sigur 37 ára gamli
Terji Jacobsen, sum seinastu fýra árini hevur havt bátasmíð sum fulltíðarstarv
26
Bátasmiðurin: »Gævi hann verður h