týsdagur 21. desember 2004síða 27
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 244 - 21. desember 2004
27
Noreg vann EM-gullið
Í einari spennandi
EM-finalu eydnaðist
tað Noreg at vinna á
Danmark og harvið
tryggja sær gullið.
Danir eru tó væl-
nøgdir, tí eingin hevði
væntað nakað av
nýggja danska liðnum
EM-HONDBÓLTUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Talan var um eina reina
norðurlendska finalu í EM-
endaspælinum í hondbólti
fyri kvinnur, sum júst hevur
verið í Ungarn. Noreg og
Danmark hittust í finaluni,
og tað var eitt sindur
óvæntað. Tað var ikki so
óvæntað, at Noreg skuldi
verða annar luttakarin í
finaluni, men hinvegin var
tað ógvuliga óvæntað, at
Danmark skuldi koma so
langt, tí talan var um eitt so
at siga spildurnýtt danskt
lið, ið skuldi nýta EM-
endaspælið sum eitt høvi til
at fáa nýggja liðið saman-
spælt.
Løtt uppgáva hjá
Noreg í hálvfinaluni
Tey flestu hildu óivað, at
talan fór at verða um eina
trupla uppgáva hjá Noreg í
hálvfinaluni leygardagin, tá
ið tær skuldu spæla móti
lokalu
favorittunum
úr
Ungarn, men so var ikki.
Noreg vann ein knúsandi
sigur á vertunum, og tølini
44-29 tala fyri seg í so
máta.
Danmark hevði eisini ein
trupla uppgávu í hálvfinal-
uni, tá ið tær skuldu dystast
við stóru kvinnurnar úr
Russlandi. Hesin dysturin
gjørdist eisini væl javnari,
og tað var ikki fyrr enn
móti endanum av dystinum,
at donsku kvinnurnar fingu
luft niður til mótstøðuliðið,
og tær vunnu dystin 31-27.
Persónlig mistøk
kostaðu
Finalan millum tey bæði
norðurlendsku liðini var
ógvuliga jøvn og spenn-
andi, og eitt skifti sá tað út
til, at Danmark fór at strúka
avstað
við
gullinum
framman fyri nøsini á
norsku favorittunum, men
nøkur persónlig mistøk
kostaðu danska liðnum dýrt
seinastu løtuna av dystin-
um.
Danmark hevði annars
verið á odda, tá ið ikki so
nógv tíð var eftir at leika,
men so vóru tað kanska tey
so vælkendu gummibeinini
ella armarnir, sum fóru at
gera vart við seg. Kanska
týdningarmiklasta persón-
liga mistakið kom stutt fyri
tíð, tá ið Noreg var á odda
26-25. Danmark var í álopi,
men Mette Sjøberg, sum
annars hevur verið ein av
mest eyðsýndu leikarunum
á danska liðnum í EM-
endaspælinum,
misti
óneyðugani
bóltin,
og
norsku kvinnurnar kundu
gera skjótt av og fara oman
í hin endan av vøllinum og
skora til endaliga úrslitið
27-25 ístaðin fyri, at Dan-
mark kanska hevði javnað
til 26-26.
Fagnaðurin
á
norsku
kvinnunum var sjálvsagt
ovurhonds stórur, nú tær
endiliga høvdu bast Dan-
mark, sum tær so mangan
áður hava tapt stórar finalur
ímóti. Í Danmark eru tey
hinvegin ikki vónbrotin av
finaluósigrinum.
Gamaní hevði Danmark
við eitt sindur av hepni
kunna ognað sær gullið,
men undan EM-endaspæl-
inum var tað neyvan nakar
hondbóltsserfrøðingur
í
Danmark, sum hevði rokn-
að við, at kvinnulandsliðið
skuldi standa seg so mikið
væl í kappingini. Tey flestu
mettu, at liðið fór at spæla
seg til millumspælið, men
so var eisini liðugt. Tí verð-
ur úrslitið hjá donsku
kvinnunum
mett
sum
ómetaliga gott, og liðið
kann venda aftur til Dan-
markar við æru.
Svenskur
landsliðs-
leikari til
Tottenham
Enska felagið Tottenham
keypti mánadagin svenski
landsliðsleikaran Christian
Wilhelmsson frá belgiska
Anderlecht.
Tottenham
rindar Anderlecht umleið
30 milliónir krónur fyri
svenska vongspælaran.
Allan
Simonsen
farin frá
Fyrrverandi
føroyski
landsliðsvenjari
Allan
Simonsen er farin frá sum
venjari hjá Luxembourg.
Hetta upplýsti fótbólts-
sambandið í Luxembourg
fríggjadagin. Allan Simon-
sen hevði annars hálvtann-
að ár eftir av sáttmálanum
hjá sær, men nú eru part-
arnir blivnir samdir um, at
samstarvið teirra millum er
komið at enda.
Tað hevur ikki gingið
nakað serligt hjá Luxem-
bourg undir leiðslu av
Allan Simonsen.
Nýggjur
áleypari á
veg til FCK
Danska Ekstrablaðið vil
vera við, at álopsspælarin
hjá AaB, David Nielsen,
fríggjadagin var á fundi við
leiðsluna í felagnum FC
Keypmannahavn.
David Nielsen hevur áð-
ur spælt fyri FCK, og nú
sigst leiðslan í felagnum
vilja hava hann aftur at
spæla fyri teir.
– Tað passar, at eg var í
Parkini herfyri, men eg var
bara inni á gólvinum og
heilsaði upp á fólk, sum eg
kenni har, sigur 27 ára
gamli David Nielsen við
Ekstrablaðið.
Eingin er
betur enn
Chelsea
Chelsea-venjarin
Jose
Mourinho er fullur av
sjálvsáliti bæði viðvíkjandi
sær sjálvum og viðvíkjandi
liðnum hjá sær. Tískil hev-
ur hann ikki ilt við at
melda út, hvat hann væntar
sær av kappingini í Premi-
er League í ár.
– Eg rokni við, at vit fáa
90 stig í ár, og eg trúgvi
uppá tað. Eg havi stórt álit
á, at vit vinna Premier
League, og vit noyðast ikki
at hugsa um, hvussu hini
liðini spæla. Tey hava eina
nógv truplari uppgávu, tí
tey verða noydd til at lurta
eftir útvarpinum og vóna,
at tey hoyra, at vit missa
stig, sigur portugisiski
venjarin.
Spurdur,
hvat
kann
steðga
Chelsea,
sigur
Mourinho: - Tað er bert eitt
lið, ið er betri enn vit, sum
kann steðga okkum, og í
løtuni er eingin betur enn
vit, sigur venjarin hjá
enska
oddaliðnum
Chelsea.
Norski liðskiparin Gro Hammerseng og Josephine Touray hjá Danmark í nærdysti undir EM-finaluni sunnudagin. Tær báðar eru til dagligt liðfelagar í danska
felagnum Ikast/Bording, og báðar blivu tær valdar til All-Star liðið fyri EM-endaspælið