Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-21, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. desember 2004síða 27

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

drongur, hevur mær dámt ótrú- liga væl at smíða, og eg má viðganga, at hetta at smíða sín egna bát nokk altíð hevur verið ein dreymur, sigur Terji. Konan hjálpir til Sum timburmaður hevur Terji altíð ligið framvið, tá okkurt arbeiði var at fáa, sum hevði eitt sindur fleiri og øðrvísi avbjóð- ingar, enn tað vanliga. Hann hevði eitt nú leingi sum starv at umvæla gomul, friðaði hús úti á Reyni í Havn. – Hevur tú veruliga áhuga fyri tí handverksliga í timburarbeiði, so trúgvi eg, at bátasmíð altíð kemur at standa sum ein fyri- mynd. Eg havi eisini varhuga av, at fólk flest, ikki minst timbur- menn, hava rættiliga stóra virð- ing fyri hesum handverkinum. Til dømis ímynda tey flestu sær, at ein bátasmiður er ein gamal maður, sum hevur drúgvari royndir í yrkinum, enn tey flestu, sigur Terji og leggur flennandi afturat, at í fyrstuni søgdu fólk sum oftast "tygum" við hann í telefonini, um tey ikki vistu annað um hann, enn at hann var bátasmiður. – Ein maður var einaferð enn- tá so vinarligur, at hann bjóðaði seg til at koyra meg til grann- abygdina, har eg skuldi umvæla bátin hjá honum. Hann hevur nokk sæð ein agggamlan mann fyri sær, sum ikki koyrdi bil sjálvur, flennir Terji. Til mynd- ina av hesum heldur øðrvísi bátasmiðinum hoyrir eisini, at kona Terja, Hanna, altíð er fús at hjálpa til í bátaverkstaðnum í kjallaranum. – Hanna plagar at halda fyri, meðan eg klinki, men tað hindrar ikki, at hon eisini sagar og neglir tyljurnar, um tað skal vera, sigur Tejri og leggur avgjørdur afturat, at uttan eina góða konu, hevði hann neyvan verðið bátasmiður. Synirnir Aage, Marni og Hans eru eisini óførir at taka eina hond í, tá teir koma aftur úr skúlanum, so okkurt bendir á, at "Kjølur", sum verkstaðurin hjá Terja eitur, er við at verða ein lítil familju- fyritøka. Bát eftir tørvi Tað eru nú fýra ár síðani, Terji gjørdi bátasmíð til sítt fulltíðar- starv. Og hóast kappingin frá plastbátunum er hørð, hevur Terji allatíðina havt nokk at gjørt hesi árini, bæði við at umvæla gamlar bátar og við at byggja nýggjar. Serliga eru tað menn á útoyggjunum, sum framvegis fegin vilja hava føroyskar bátar, bæði tí teir vilja hava dygdarhandverk, men eisini tí tað neyvan er nakar ivi um, at føroyski báturin er tann sjóbetri, tá samanum kemur. Hvussu báturin annars skal síggja út, veldst um, hvussu sjógvurin er, har hann skal brúkast. Á kyrruplássum plaga menn at vilja hava bátar við longri kjøli, meðan bátarnir til brimplássini hava longri reising fyri á tann hátt at vera lættari at draga upp. Bátarnir verða brúkt- ir til alt tað vanliga, eins og teir vórðu fyrr, burtursæð frá at menn nú sum oftast vilja hava førligari bátar, sum teir kunnu brúka til ein 15 hesta motor. Tað tekur Terja umleið 4-6 vikur at smíða eitt fýramannafar, alt eftir hvussu nógv av tí smáa skal vera við, men mastur, róður og 4 árar hoyra altíð við til ein lidnan bát. Terji hevur eisini fingið onkr- ar fyrispurningar um at smíða kappróðrarbátar, men enn hevur hann ikki hildið seg til. Kapp- róðrarbátar eru hóast alt so nógv øðrvísi, enn tann føroyski bát- urin, at frægast man vera, at teir sum eru vanir við tað, taka sær av tí, heldur Terji. Gamlir siðir og framtíðin Einasti báturin, Terji hevur smíðað til eitt heldur øðrvísi endamál enn tað vanliga, er áttamannafarið, hann smíðaði til bátafelagið Greipur í Havn. Hendan bátin hava nógvir skúla- næmingar havt stóra gleði av, tá róður, sigling og annað, sum hevur við føroyska bátin at gera, hevur staðið á tímatalvuni. – Tað er hugaligt at vita, at skúlin ger nakað fyri at vekja áhugan hjá teimum ungu fyri hesum partinum av okkara mentanararvi. Tað boðar avgjørt frá góðum. Nú veit eg ikki, hvussu nógv tey gera burturúr við at læra teir gomlu siðirnar eisini. Men eg veit, at menn enn rógva tríggjar ferðir runt við sólini fyri at signa bátin, tá hann verður flotaður fyrstu ferð. Og teir taka eisini húgvuna av og ynskja at "Gud gævi, hann verður høgdur ella brendur", tí tá endar ein bátur sínar dagar, sum hann eigur, greiðir Terji frá. Terji dylur ikki yvir, at hann vildi ynskt, at tað vóru betri fíggjarligar umstøður at fáast við hetta aldargamla yrkið í Føroyum, so at fleiri hildu seg til og fingu møguleika at ogna sær ein bát. – Tað er nokk altíð okkurt, tú kundi ynskt tær øðrvísi. Men eg má siga, at eg eri ómetaliga glaður fyri, at eg havi fingið møguleikan at liva av tí, sum eg havi allarmest hugt til at takast við. Og tað ætli eg at gera alt fyri at halda fram við, so leingi tað ber til, sigur ungi bátasmið- urin at enda. 27 Í einum føroyskum báti er ikki ein einasta linja snórabein, so tú kanst gloyma alt um waterpas og vinkul. Ein slíkur bátur fær sína egnu sál, heldur ungi bátasmiðurin høgdur ella brendur«