Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-04-23, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. apríl 2020síða 41

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. APRÍL 2020 SOSIALURIN 38 41 Komandi partur Í komandi parti verður m.a. greitt frá sponsku sjúku í Vági. teimum, tá ið hann bleiv sjúkur. Dansur forboðin Tað er ein onnur grein í sama blað, sum eisini eitur Den spanske Syge. Tað vóru eisini dømi um sponsku sjúku í Hvalba og Vági, har almennur dansur varð for­ boðin. Í hesum sambandi sendi økis­ læknin eina prentaða vegleiðing i húsini. Her verður dentur lagdur at forða fyri at smittan breiðir seg, eisini við frástøðu til tey smitt­aðu. M.a. er umráðandi, ”at undgaa at hoste imod andre, hold Haand­ en for Munden. Man vil undgaa at paadrage sig Smitte 1. ved at undgaa at rejse mellem Bygder 2. ved at hver Husstand holder sig for sig, (Lad dog børnene komme i Luften) 3. ved ikke at staa unødvendig længe i Butikkerne. 4. ved jævnligt at vaske sig om hænderne, særlig ved Berøring af Syge 5. ved at skylle Mund og Svælg før Maaltiderne samt Aften og Morgen Under Plejen af syge bør Ved­ komm­ende binde et Tørklæde for Næse og Mund og helst være iført et stort Tørklæde, som aftages, naar man forlader Sygestuen. Hetta minnir nógv um ráðini í hesum døgum. Tann 4.12 1918 boðar Dimma­ lætting frá, at spanska sjúkan er yvirstaðin í Havn Og tann 7.12 1918 boðar blaðið frá: De thorshavnske Skoler, der har været lukket under Epidemien, genoptager paa Mandag Under­ visningen. Sygdommen har nú bredt sig til flere Bygder. I Sørvaag er der forekommet talrige Tilfælde og indtruffet et Dødsfald. Paa Nordstømø er den spansle Syge kommet til enkelte Bygder, men har været forholdsvis mild. Ræðsla á bygd À bygd royndu tey at fora smitt­ uni. Eitt dømi er henda lýsingin: Advarsel For at vi kan undgaa den spanske Syge, vil vi henstille til Folk fra andre Bygder ikke at komme til Bygderne Viderejde, Kvannesund, Norddeple, Fosaa, Mule og Nordtofte; ligeledes vil vi henstille, at disse Bygders Beboere ikke rejser til andre Bygder. Viderejde, den 12. December 1918 Forstanderskabet for Viderejde Sogn Nakað sama lýsing kom úr Funn­ ingi har tað varð mælt fólki frá at kom til bygdina. Fiskiskapurin darvaður av sjúkuni Tað var sjálvsagt, at ein slík sótt eisini darvaði okkara høvuðs­ vinnu, sum tað sást í Dimmalættig tann 18.12 1918: Kutter Isabella der for nogen tid siden forsøgte en tur til Banken vendte tilbage efter Syv Dages forsøg med en Fangst på 7.000 Stk. Grunden til, at Turen ikke varede længere, var den spanske Syge, der havde angrebet flere af Mandskabet, hvoraf enkelte var saa daarlige, at de maatte indlægges paa Sygehuset… Eisini verður sagt: Her har i længere Tid været mangel paa Mel, og man venter med længsel efter dette som efter den Tobak, som ikke synes at komme. Speiskur Kristin í Geil Tingakrossur skrivaði 18.12. 1918: Einar 14 dagar herfyri segði fysik­us Heerup frá, at hin ”spanska sjúkan” ”praktisk talt er over­staaet for Thorshavns ved­kommende”. Síðan tá er eitt fólk lagst fyri og annað eftir av hesi vanlukku sjúku. Summi eru reiðiliga ring. At skúlarnir vóru upplatnir so nógv ov tíðliga hevur sjálvsagt ikki bøtt um standin. Men sjúkan var jú yvirstaðin segði fysikus. Í Skálafirði eru eini tvey ella trý deyð av sóttini. Føroya Tíðindi skrivar 23.12 1918: Sjúkan er ikki enn komin til nógvar bygdir, hvar tey royna verja seg við at seta forboð fyri, at nakar fer úr bygdini ella kemur í bygdina at gista. Sjúkan spreiðist tó so við og við til ymiskar bygdir og ringt er at verja seg móti henni. Í Sørvági er ein ung kona deyð frá fleiri smáum børnum. Vandin av ella ikki Spanska sjúkan var ógvuliga lumpislig. Tá ið fólk hildu hana vera lidna, kom hon aftur. Hetta sást í hesum stubbum í Dimma­ lætting 18. januat 1918 í Dimma­ lætting Den spanske Syge kan paa det nærmeste betegnes som overstaaet denne gang og man maa stille det Krav til vore Sundhedsautoriteter, at der gøres hvad gøres kan for at forebygge, at vi paany faar Sygdommen indført ude fra. Det er Meningen, at Lægen og de Sygeplejersker, der ankom her til Øerne i Anledning af den spanske Syge skal afrejse i den nærmeste Fremtid. Ifølge Meddelelse fra Fysikus forekom der i Thorshavn c. 1300 Tilfælde af Sygdommen. .. Efter de sidste Nyheder fra København skal denne Sygdom nu være begyndt for tredje Gang nede. Vi maa altsaa som de to foregaaende Gange være forberedt paa atter at faa Besøg af den. Af denne Grund vil jeg henstille til rette Vedkommende, om der ikke i Tide kunde tages Forholdsregler med det Formaal for Øje at forhindre Sygdommen tredje Besøg paa vore Øer. I hvert Fald har sørgelige Erfaringer belært os om, at bliver der ikke foretaget noget i nævnte Retning, da vil næste Skibs ankomst fra København sikkert følges af et nyt Udbrud af Sygdommen. Norðlýsið skrivar 16.5.1919, at í Íslandi er strangt eftirlit við skip­um sum koma frá útland­in­ um. Bæði politi og læknar fara um­borð at kanna. 1920: Ein vanlukku kemur sjáldan einsamøll Tað hendi ikki so nógv á hesum økinum í 1919. Men í 1920, sum annars er ringasta vanlukkuár hjá Føroyum í nýggjari tíð, tað doyðu meir enn 60 menn á sjónum, nú ger sjúkan aftur um seg. Ótti fyri nýggjari smittu Dimmalætting skrivaði 31.1 1920 Sjúkan er blussað upp aftur í Danmark. Eitt rutuskip fer fyrsta dagin til Føroya. Tí kann ótti vera fyri, at smittan kemur higar aftur um ikki okkurt serligt verður gjørt. Tað má krevjast, at ferðafólkini verða avbyrgd, og ikki sleppa í land fyrr enn allur smittuvandi er av. Kemur sjúkan aftur, kann roknast við enn størru avleið­ ingum enn seinast, nú tíðin skjótt kemur, at sluppirnar fara avstað aftur. Krevjast má eftirlit av øllum skipum sum koma higar og ikki minst skipum, sum koma við salti úr Miðalhavinum. Í Miðeuropa ljóðar ikki so væl frá heldur. Amtmaðurin doyði av sponsku sjúku Í februar 1920 doyði føroyski amtmaðurin. Um hetta skrivaði Berlingske Tidende: Under et Embedsbesøg her i Byen (Keypmannahavn) er den unge Amtmand Victor Stahlschmidt i gaar afgaaet ved Døden af spansk Syge, 36 Aar gammel. Han havde en kort med smuk Løbebane (í Føroyum). I den korte Tid Stahlschmidt fungerede i Embedet som Amtmand kom han i god Rapport til Befolkn­ ing­en deroppe, støttet i sin Em­ beds­førelse ved et elskværdigt og lige­vægtigt Væsen. Han var nu Formand for Bank­ raadet for Færø Bank. Her kann skoytast uppí, at Stahl­schmidt eigur ein part av søg­uni hjá Føroya Fiski­manna­ felag. Hann tók við eftir Svenning Rytter, sum var illa í øgn við før­ oyska sjálvstýrisvongin. Av hesi or­søk fór hann úr starvi, og Stahl­ schmidt tók við. Tað er eisini ein partur av søg­ uni, at Rasmus á Háskúlanum, sum var skrivari í Føroya Fiski­ manna­felag frá 1911 til 1947, skriv­ar í 25 ára minningarriti hjá felagn­um, at Rytter var kanska ikki so galin kortini. Hann sendi lóg­ir og onnur mál viðvíkjandi sjó­fólki felagnum til ummælis. Í eini sáttmálakreppu mill­um fiskimannafelagið og reiðara­ felagið kom hann upp í málið sum semingsmaður, og eftir drúgv­ar og torførar samráðingar eydn­að­ ist honum at fáa semju. Í 1919 var aftur ósemja um sátt­ málan. Um hetta skrivar Rasmus um tað verkfallið, sum tá hótti: Eitt verkfall í hesari tíð mátti haldast at vera landinum til óbóta­ligan skaða, tí prísirnir á fiski hækkaðu framvegis. Tað var undir hesum trýsti, at amtmaðurin Stahlschmidt tók sær fyri at kalla partarnar saman og útvega teimum Valdemar Lut­ zen til semingsmann. Hetta endaði við semju millum part­arnar, og nú var friður langa tíð. Tað má hava verið sjáld­samt at útnevna ein stóran arbeiðs­ gev­ara til semingsmann millum fiski­menn og reiðarar, men Stahlschmidt mundi vita, hvat hann gjørdi. Valdemar Lutzen var kendur sum ein heiðursmaður, og úrslitið var eisini har eftir. Dimma skrivaði eisini: Amt­ mand Stahlschmidts Begravelse foregik i dybeste Stilhed. Sam­ bands­partiet sendte Krans til Baaren. Den Afdøde omtales Vel­villigt i herværende Blade, de ud­taler Sympati for hans gamle For­ældre. Isabella mátti bróta túr av, tí manningin legðist við sponsku sjúku. Gamla hospital, sum tók sær av sjúklingum, verður í dag varðveitt sum fornminni. Soleiðis sær tað út í dag. Amtmaðurin, Viggo Stahlschmidt, doyði av sponsku sjúku í 1920.